Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum arbeiðir miðvíst fyri at bøta um umstøður og kor hjá brekaðum. Eitt av aðalmálunum er at arbeiða fyri, at okkara samfelag er líka fyri okkum øll. Seinasta leygardag skipaði meginfelagið fyri politiskum orðaskifti, har umboð fyri politisku flokkarnar tóku lut.
Doris Hansen, formaður felagsins legði fyri við at siga, at MBF arbeiðir fyri at føroyska samfelagið skal veita teimum fólkum, ið bera brek, somu møguleikar sum aðrar samfelagsborgarar hava, og at samfelagið verður útbygt soleiðis, at tað verður eitt gott samfelag fyri øll. ST hevur gjørt nakrar reglar um somu møguleikar fyri fólk, ið bera brek. Hesar vórðu samtyktar í 1993, og verða týddar til føroyskt. Tær kunnu nýtast sum amboð, ið vit kunnu brúka sum fyrimynd í arbeiðinum at tryggja øllum, ið bera brek, somu rættindi, og somu skyldir sum allir aðrir borgarar. Danska meginfelagið hevði til tann sosiala toppfundin, ið var í Keypmannahavn, gjørt eitt spurnarblað, ið skuldi vísa, hvussu langt var komið í arbeiðinum fyri at seta ST-samtyktina í verk. Norðurlond fingu úr 58 uppí 64 stig, meðan Føroyar fingu bert 22 stig. Vit kunnu samanbera okkum vit Kenya.
? Vit eru sannførd um, at støðan kann bøtast um politikarar ásanna, at vit eru eftirbátar og taka hetta í fullum álvara, m.a. við at gera eina heildarætlan fyri tann politikk, ið løgting og landsstýri ætla at fremja á hesum øki fyri eitt ávíst áramál. Allir flokkar siga nakað soleiðis í stevnuskrá síni: Flokkurin vil virka til at betra um korini hjá teimum veiku, gomlu, sjúku og brekaðu, men vit eru ivaleyst mong, ið sakna at hoyra hvussu og ikki minst, nær flokkarnir fara í gongd at loysa hesi álvarsmál.
? Eitt av endamálum MBF er at virka fyri at fáa ávirkan og at vera hoyrd í málum, ið eru viðkomandi fyri fólk, ið bera brek. Eitt annað er at kunna um teir trupulleikar, ið standast av tí breki, ella av tí sjúkuni, sum limirnir í tí einstaka felagnum hava. Kunningin hevur týdning, tí ongin flokkur fer at brúka orku sína til at loysa ósjónligar trupulleikar, segði Doris Hansen.