- Sjálvstýrislóg ella samríkislóg, samband ella loysing

Fýra flokkar hvør víð sínum uppskotið um hvussu ríkisfelagsskapurin skal lagast aftaná løgtingsvalið 30. apríl. Tað má verða niðurstøðan aftaná fyrsta veljarafundin við formonnunum fyri teir fýra stóru flokkarnar á tingið, sum var í læraraskúlahøllini fríggjakvøldið

Tað styttist til valið. Uppstillingin er liðug og nú byrja veljarafundirnir av álvara.

Fríggjakvøldið klokkan 19.30 hevði Suðurstreymoyar Javnaðarfelag kallað til veljarafund í høllini á Føroya Læraraskúla við formonnunum fyri teir fýra størstu flokkarnar á tingið.

Um tað var tíðspunktið, sum var orsøkin, ella tað var okkurt annað skal verða ósagt, men ikki møttu fleiri enn 60 fólk og teirra millum vóru nógv valevni.

Nú er tað ikki upp til okkara, at taka dagar ímillum um tíðin er farin frá slíkum fundum, men tað kann ikki verða hugaligt, at sita við pallborð, og vita at meginparturin av áhoyrarunum eru valevni; partamenn ella mótstøðumenn.


Teir fýra stóru

Tað vóru, sum nevnt, formenninir fyri teir fýra stóru flokkarnar á tingið, sum sótu við pallborðið.

Jóannes Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin, Edmund Joensen, fyri Sambandsflokkin, Annfinn Kalsberg fyri Fólkaflokkin og Heini O. Heinesen fyri Tjóðveldisflokkin.

Sjúrður Skaale var orðstýrari og tað uppgávuna greiddi hann væl.

Luttakararnir høvdu onkuntíð hug til at svara uttanum, og tá var hann skjótur eftir teimum - tað er ikki oftari enn so á slíkum fundum.

Veljarakanningar seinastu mánaðirnar hava bent á, at tað, sum hevur áhuga millum veljararnar, er spurningurin um ríkisfelagsskapin.

Stórur partur av orðaskiftinum snúði seg tí um ríkisfelagsskapin og um tær fráboðanir, sum flokkarnir eru komnir við seinastu vikurnar.

Tað sær fyribils ikki út til at nakrir samstarvsmøguleikar eru, tí flokkarnir eru sera ymiskir á málið um hvussu trupulleikin við ríkisstøðu Føroya skal loysast.

Edmund Joensen heldur at Heimastýrislógin er nóg góð, og at hon gevur føroyingum tað okkum tørvar.

? Eru ynski um broytingar, so lat okkum tosað um tær, sigur Edmund og aftur nevndi hann uppskotið um ráðstevnu um heimastýrisskipanina.

Heini O. Heinesen sigur, at tíðin til at gera neyðugar broytingar viðvíkjandi ríkisstøðu Føroya er komin. Ongantíð hava so nógv verið fyri loysing sum nú, sigur hann, og tí er hetta søguligur møguleiki hjá føroyingum at seta út í kortið.

Heini bjóðar hinum flokkunum til samstarv, men onkuntíð ljóðaði, sum tað einasta samstarvast kundi um var uppskot Tjóðveldisfloksins og tað kann

gera støðuna trupla.

Anfinn Kalsberg vísti á uppskot fólkafloksins um eina samríkislóg.

Har verður talan um at staðfesta Føroyar sum ein stat (ikki tjóðveldið), sum hevur samríki við Danmark og minnir kanska mest um ensku skipanina.

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins vardi uppskot floksins um sjálvstýrislóg. Her verður lagt upp til at Føroyar framhaldandi verða partur av tíkisfelagsskapinum, men at ríkisrættarligu viðurskiftini verða broytt, soleiðis at vit fáa eina sjálvstýrislóg ístaðin fyri verandi Heimastýrislóg.

Jóannes Eidesgaard leggur stóran dent á, at broytingar eru neyðugar, og vísti serliga til tað serdeilis vánaliga stevið, sum er í samstarvinum millum Føroyar og Danmark í dag.


? Bankin hevur

onga sál

Sig Føroya Banki ? og tú fær eitt tjak í lag.

Ideologisku munirnir millum flokkarnar eru sera stórir, tá tað um Føroya Banka ræður.

Fólkafloksmenn og sambandsmenn, ella teir borgarligu, halda tað verða alneyðugt, at Føroya Banki kemur aftur á privatar hendur og ongantíð ov skjótt.

? Bankin hevur onga sál, segði Edmund Joensen.

Hann tosaði um tað skeiva í, at tað almenna eigur bankan og ikki privatkundarnir.

Edmund Joensen, sum er virkiseigari sjálvur, tá hann ikki er løgmaður, heldur at tað er av alstórum týdningi, at tað eru privatu eigararnir sum eiga virkini og eisini bankan.

Hann nevndi tó einki um hvussu og nær bankin aftur skal á privatar hendur.

Formaður Fólkafloksins er samdur við løgmanni um at bankin skal aftur á privatar hendur. Heldur ikki hann hevði nakað uppskot um nær ella hvussu hetta skal gerast, men støðan hjá honum er prinsipiell.

? Tað almenna skal ikki reka og eiga bankan, segði Anfinn Kalsberg.

Hann kom eisini inn á, at Landsstýrið onga ávirkan hevur í bankanum.

? Tey sum halda, at vit avgera hvønn politik bankin skal føra, tey mugu trúgva umaftur, segði hann

? Vit hava »absolut« onga ávirkan. Tað er Fíggingargrunnurin frá 1992, og ikki vit, segði Anfinn Kalsberg.


Fólksins ogn

? Bankin er fólksins ogn, og tí skal hann ikki privatiserast enn, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Landskassin traðkaði til, tá íð neyðin var størst og bankunum tørvaði pening. Tí er tað ein sjálvfylgja, at bankin er okkara ogn.

? Tað er eingin orsøk at privatisera bankan sum er. Landskassin hevur lagt nógvan pening út, og tann peningurin skal inn aftur og, sum tað skilst á formanni Javnaðarfloksins, so heldur hann tað ikki verða rættvíst, at nakrir fáir stóreigarar skulu seta seg á bankan nú,

beint sum hann aftur er komin á rættkjøl.

Heini O. Heinesen helt tað verða løgið at bankin kom við á hesum veljarafundi.

? Eg helt vit skuldu tosað politik, segði Heini O. Heinesen.

? Hevði eg vita av hesum, so hevði eg ikki komi, segði hann.

Heini vildi ikki taka støðu til hvørt bankin skuldi privatiserast, men vísti á, at tað var ríkisstøðan, sum var orsøkin til, at bankin var farin á húsagang.

Fundurin endaði við einum umfarið uppá tríggjar minuttir, har formenninir tóku saman um, men har kom einki nýtt fram í mun til tað sum sagt var frammanundan.

Vanligur siður er, at slíkir fundir enda við tjóðsanginum, men Sjúrður Skaale helt, at við so fáum áhoyrarum, so var betri at lata verða við at syngja - og so var gjørt.

Tað vóru kanska bestu orðini, sum vórðu søgd alt kvøldið.