Í morgun hevði vaktleiðarin á løgreglustøðini eingi tíðindi til miðlarnar frá undanfarna samdøgri.
Tá hugsað verður um, at Summarfestivalur hevur verið, sum savnar nøkur túsund fólk í Klaksvík, heldur løgreglan, at hetta sum heild hevur verið eitt stak friðarligt vikuskifti.
- Í morgun hava vit púrt einki at siga, tí her hevur einki verið av almennum áhuga, legði vaktleiðarin aftrat.
Málið um stolna bilin, sum endaði á parkeringsplássinum við farstøðina í Kirkjubø, er ikki loyst, og enn veit løgreglan ikki, hvør tók bilin.
Talan var um ein bil, sum seinastu dagarnar hevði staðið uttanfyri hjá Wenzel, men sum knappliga varð horvin.
- Tá vit eftirlýstu bilin, vísti tað seg, at hann varð funnin aftur í Kirkjubø, men enn vita vit ikki, hvør tók bilin og setti hann í Kirkjubø, sigur vaktleiðarin.
Bilurin varð eftir øllum at døma stolin við "røttum" lykli, sum merkir, at lykilin helst hevur ligið í bilinum.
Tá bilurin varð funnin aftur í Kirkjubø, stóð hann stongdur.
Á sínum Faceook-vanga hevur eigarin heitt á tann, sum stjól bilin og hevur lyklarnar til bilin, um at koma aftur við lyklunum.