Friðarligt vikuskiftið hjá løgregluni

Hóast rættuliga nógv fólk var í býnum í høvuðsstaðnum hetta vikuskiftið hevði løgreglan ikki meir at gera av teirri orsøk. Friðarligt var, hóast onkur varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka

Tað var 60-ara dansur í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið, men tað overvaði ikki løgregluna.

Vikuskiftið var sera friðarligt verður sagt av støðini í Havn.

Fríggjadagin skuldi løgreglan standa á bryggjuni tá Tjaldrið kom inn við franska trolaranum Bruix, sum nevndur er í greinini omanfyri.

Fríggjakvøldið var ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring inni í Eysturoynni.

Blóðroynd varð tikin av manninum og tá tað er sannlíkt, at ákæra verður reist um rúsdrekkakoyring.

Náttina til sunnudagin varð ein bilførari tikin í Havn, fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Blóðroynd varð tikin av manninum og eins í hinum førinum verður ákæra reist móti manninum um blóðroyndin vísir at ov nógv alkohol varð í blóðinum.


Vraklutir

Leygardagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at fjallmenn í Norðstreymoy høvdu sæð vrakrestir norði í Sjeyndum.

Seinni varð vaktarskipið Nim á staðnum og tók ymiskt upp. Harímillum var ein bjargingarringur frá Sjóborgini.

Tað ber ikki til við vissu at siga hvaðani hinir vraklutirnir stava, tí teir bera eingi sereyðkenni, sum eitt nú kunnu knýta tey til Sjóborgina.

Ongar ábendingar eru heldur, sum siga nakað um hvar báturin liggur.

Menn, sum kenna streymviðurskiftini norðanfyri siga, at vraklutirnir kunnu verða komnir allastaðni frá.

Sjófrágreiðing í málinum um Sjóborgina verður annars hósdagin 23. marts klokkan 10.