Bústaðarmøguleikarnir hjá menningartarnaðum í Føroyum eru út av lagi vánaligir. Í Havn eru seks sambýli til menningartarnað, 1 er í Vági og 1 í Runavík.
Kristian Magnussen, undanfarni landsstýrismaður í Almannamálum og valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið, tók lut í politiska orðaskiftinum í Læraraskúlahøllini leygardagin, sum MBF skipaði fyri. Í innleggi sínum segði hann, at vit eiga at gera fleiri smærri eindir til menningartarnað. Í landsstýrissessinum setti hann eina bygginevnd, sum skuldi arbeiða við at finna eina loysn í Norðoyggjum. Eingin bústovnur er til menningartarnað har og lagt varð upp til, at fara undir at byggja, so skjótt bygginevndin varð liðug við sítt arbeiði. Á fíggjarlógini í ár eru 2 milliónir krónur settar av og ætlanin er so, at peningur verður settur av á fíggjarlógini komandi eisini. Um tað nøktar tørvin í Norðoyggjum, sigur Kristian Magnussen.
? Tað hevði í øllum førum munað væl. Eg kann ímynda mær, at tvær eindir verða bygdar við felagshentleikum.
Smærri búeindir í heimliga umhvørvinum er tann leiðin, vit eiga at ganga.
? Í tann mun tað ber til, eiga vit at síggja til, at menningartarnað verða verandi í heimliga umhvørvinum, og pedagogiskt sæð er tað eisini tann frægasta loysnin. Útviklingurin hevur verið tann øvugti, sigur Kristan Magnussen.
Eingi tilboð
Eru bústaðarmøguleikarnir hjá menningartarnaðum vánaligir um landið, er støðan nógv verri hjá rørslutarnaðum. Sum er, hava fólk við rørslutrupulleikum ongar møguleikar at setast í egið búgv. Roynt hevur í ein mun verið at gjørt broytingar í heiminum hjá rørslutarnaðum, men tað er ikki altíð ein so heppin loysn, tí tað bindir viðkomandi til foreldrini.
? Sum landsstýrismaður í almannamálum tók eg stig til at seta ígongd alternativa íbúðarbygging til rørslutarnað við at mæla til, at 10 milliónir krónur úr Íbúðargrunninum hjá Húsalánsgrunninum verða brúktir til endamálið. Uppskotið fall burtur, tí løgtingið varð sent heim, men Javnaðarflokkurin fer at arbeiða fyri, at tað kemur í tingið aftur. Tað verða fleiri og fleiri við rørslutrupulleikum, eitt nú fólk við ferðsluskaðum, og eisini eldri fólk við vantandi rørsluførleika. Kommunurnar eiga at seta øki av til alternativar bústaðarmøguleikar. Her eru nógvir møguleikar, spurningurin er bara um politiska viljan. Javnaðarflokkurin fer at royna, hvat hann kann fyri at fáa lands- og kommunalmyndugleikar at fara ígongd við alternativa bygging úti um landið, sigur Kristian Magnusen.
Hugburðsbroyting
Nógvir almennir bygningar og strandfaraskip eru ikki atkomilig fyri fólk, ið bera brek. Tað eru ikki bert rørslutarnað, ið merkja sviðan av hesum, men eisini deyv og blind. Eitt nú vanta nýggir bygningar teleslyngur og ávaringarskipanir til deyv og blind.
? Her skal ein hugburðsbroyting til hjá øllum, ið eru við í planlegging. Vit hava lyndi til at halda, at tað er almannamál. Tað er heilt skeivt, tí tað er uppgávan hjá øllum at hugsa um rørslutarnað, deyv og blind, tá ið talan er um bygging, sigur Kristian Magnussen.
Sparingar innan sjúkrahúsverkið hava ført við sær, at fólk við ymsum brekum ikki fáa tað viðgerð, sum tørvur er á. Av tí, at eingin loysn er funnin viðvíkjandi barnapsykiatara, verða børn send til Danmarkar til viðgerð. Tað kostar landinum nógvan pening. At fyribyrgja sjúkur og brek er sparing, men nógv fólk við kroniskum sjúkum og brekum verða ikki regluliga kannað og viðgjørd.
? Sjálvandi eiga viðgerðarmøguleikar at vera í Føroyum, men stóri trupulleikin er, at vit hava ikki serlæknarnar í landinum. Tað er ógvuliga trupult at fáa fatur á barnapsykiatara í danska kongaríkinum, og tað nyttar einki at fáa ein higar onkra aðra staðni frá, ið ikki skilir okkara mentan og mál. Í Føroyum er veruleikin tann, at psykiatriin ongantíð hevur verið prioriterað sum hon eigur. Eitt ítøkiligt stig kundi verið, at stuðla hjálparlæknum og øðrum at farið undir at útbúgva seg innan hetta økið. Men tað krevur sjálvandi góðar umstøður at virka undir, sigur Kristian Magnussen.