KÍ er meistari fyri 24. ferð

Punktum varð sett á heimavølli, har tað endaði javnt ímóti silvurvinnarunum í NSÍ

So er tað staðfest, sum síðstu vikurnar hevur ligið í kortunum. KÍ kvinnurnar hava vunnið FM heitið í kvinnufótbólti.

 

Í fínum fótbóltslíkindum var síðsti dyturin í dag á Eiðinum í Klaksvík, har KÍ spældi ímóti NSÍ. Úrslitið var 2-2, eftir at NSÍ í steðginum var frammanfyri 2-1.

 

KÍ hevur í dag tryggjað sær FM fyri 24. ferð, og NSÍ, sum í fjør var meistari, hevur fingið handað silvurkrónurnar.

 

Malena Olsen legði KÍ á odda við fínum stútara eftir fínt innlegg úr vinstru frá Tórunn Højgaard Joensen. Tað var í áttanda minutti, og síðstu átta minuttirnar undan steðginum skoraði NSÍ tvær ferðir. Í fyrra førinum var tað Heidi Sevdal, sum við nærra stólpa og við høvdinum snittaði bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Jonnhild Sondum, og fýra minuttir undan steðginum var tað Sigrid Jacobsen, sum eftir aftur og fram setti bóltin í málið.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað miðvallarin Maria Vinjardsdóttir Johansen, sum javnaði til 2-2. Uppleggið átti Durita Humeland.

 

Christian Andreasen FSF forseti og Kristin Dam Ziska aðalskrivari hava handað KÍ kvinnunum gullkrónurnar og FM steypið, sum fyri 24. ferð er í Klaksvík.

 

Fyrr í dag tryggjaði HB sær bronsumerkini, tá ið tað endaði við 4-0 heimasigri ímóti Víkingi, sum var fjórða liðið í FM endaspælinum.

 

##med2##

 

Christian Andreasen FSF forseti handara Sannu Svarvadal KÍ liðformanni FM steypið