Franskur trolari tikin innanfyri

Tíðliga fríggjamorgunin varð garnabáturin Bruix úr Boyenne í Fraklandi tikin fyri at veiða ólógliga, á eini leið norður av Bill Baily bankanum

Tíðliga fríggjamorgunin tók Tjaldrið garnabátin Bruix, úr Bayonne í Fraklandi, fyri at veiða ólógliga á eini leið norður av Bill Baily bankanum.

Báturin royndi við gørnum eftir havtasku og hevði roynt í einar fjúrtan dagar tá hann varð tikin.

Tá eingin franskur bátur hevur loyvi til at royna við gørnum í føroyskum sjógvi, fór manning av Tjaldrinum umborð á franska bátin

Hann hevði havt rímuliga góðan fiskiskap og hevði umleið 100 tons í lastini.

62 tons av havstasku, 20,5 tons av hávi og uml. 3,5 tons av krabba.

Bruix fylgdi við inn á Havnina, har skiparin fekk lagt sektaruppskot frá fútanum

Sektaruppskotið var ein bót uppá 100.000 krónur og konfiskatión av veiðu og reiðskapi, sum var virðismett til 1.240 mió. krónur.

Ikki er greitt endaliga hvørt skiparin tekur av sektaruppskotinum ella ikki. Ger hann ikki tað, fer málið í rættin.

Tað vóru 21 mans við skipinum. Skiparin er fransmaður, meðan restin av manningini eru spaniólar og portugisar.