Tað snýr seg um korini hjá vanliga føroyinginum

Fyrst og fremst vilja vit bøta um korini hjá vanliga føroyinginum. Síðani finna vit í tinginum eina breiða semju um tjóðskaparmálið, sum byggir á uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um sjálvstýri

Tað er sjálvsagt rætt, at vit skulu fáa greiðu á ríkisrættarligu viðurskiftunum, sum við bankamálinum hava fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin.

Hetta málið hevur sannført so gott sum allar føroyingar um, at neyðugt er við broytingum, um enn øll ikki eru samd.

Nøkur eru, sum als ongar broytingar vilja hava. Men hesi eru fá. Onnur eru, sum vilja hava rættuliga víðgongdar broytignar - loysing beinanvegin, men hesi eru eisini fá. Størsti parturin av føroyingunum ynskir broytingar, sum føra til økt stjálvstýri.

Hetta er eisini mál okkara, og haldi eg, at uppskotið um sjálvstýrislóg er góður karmur at arbeiða út frá, tí tað er av so alstórum týdnigni, at tað verður í Føroyum, at vit finna semjuna. - Tí tað eru vit, sum skulu gera av framtíðarstøðu Føroya.

Men í øllum hesum tosinum um sjálvstýri, so mugu vit ikki gloyma vanliga gerandispolitikkin. Vit mugu ikki gloyma viðurskiftini hjá vanliga føroyinginum, at vit eru við at skapa eitt samfelag, sum góðtekur, at ein partur av fólkinum gongur uttan arbeiði - at vit í daga framvegis hava eini 2000 arbeiðsleysar landsmenn. Vit mugu heldur ikki gloyma, at pensjónirnar og útbúgvingarstuðulin eru afturúrsigld.

Javnaðarflokkurin ætlar ikki at vinna valið við at tosa harðast um sjálvstýri. Javnaðarflokkurin ætlar at vinna valið við at vísa á, at vit vilja reka ein politikk, har menniskjað verður sett í hásæti, har vit hugsa um støðuna hjá tí einstaka menniskjanum. Vit sveima ikki yvir veruleikanum - tað eru hóast alt korini hjá meiniga føroyinginum, sum eru avgerandi fyri, um vit kenna okkum sum fræls menniskju ella ikki.

Men sjálvstýrinum arbeiða vit fyri. Vit eru sannførd um, at tað nýggja tingið er mannað, fer uttan iva at bera til at flestu flokkar draga somu línu í tjóðskaparmálinum. Tá fara vit at finna eina breiða semju, sum uttan iva fer at byggja á uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um um sjálvstýri.


Eirikur Lindenskov

Javnaðarflokkurin