vánalig síðani 1989, og tí er tað heilt ótrúliga gott, at játtanin verður økt komandi ár. Vit eru nú í ferð við at fóta okkum og eru sera fegin um, at tað hevur verið lurtað eftir okkum. Men skulu vit virka [...] megin-, fólka- og skúlabókasøvn áttu vit at fingið væl meir. Hetta er ein byrjan og vónandi verður tað enn betri næsta ár, sigur Martin Næs. Og tað hevur hann orsøk til at halda, tí sambært viðmerkingunum [...] til útláns, er ikki gloymdur enn. - Á hvørjum ári síðani 1993 hava vit gjørt vart við, at vit ynskja at hann fer at koyra aftur. Tað snýr seg um eina íløgu á uml. 1,5 krónur í ein buss og so uml. 700.000
sera tungt. Um TB megnar at spæla seg upp aftur í 1. deild beinanvegin, veldst um so nógv, men at tað verður málið fyri 1999, er lítið at ivast í. Millum glottarnar á Tvøroyri er, at 4. deildarliðið vann sær [...] síðani fekk eitt stig burtur úr heimadystinum móti VB, gjørdist tað rættiliga greitt, at TB fór at fáa sera trupult við at sleppa av niðasta plássinum, sum ber beinleiðis niðurflyting til 2. deild við sær [...] í teimum seinastu tveimum dystunum undan tí móti GÍ vantaði lítið í hjá TB at fáa stig. Fyrst taptu teir 3-2 á Toftum, eftir at teir høvdu verið á odda langt inni í dystinum, og í næstseinasta umfarinum
halda, at tey eldru áttu at havt størri fyritreytir at skilt meg, heldur enn at eg átti at skilt tey. tey hava jú einaferð verið á mínum aldri, meðan eg hinvegin ongantíð havi verið uppi á teirra aldri enn [...] ungdómshús sæst onkrastaðni, men tað er ikki nóg mikið til at seta seg á reyvina og siga, at tey ungu sjálv mugu finna út av, at tað eru tey, iðð eiga at vísa intiativ og ábyrgd. hvussu kann mann tað, um ein [...] ikki so nógv tað, at eg eri ungur, sum ger, at eg havi tað, soleiðis sum eg havi tað. tað er kanska heldur ikki tí at eg eri ungur, at eg hugsi, soleiðis sum eg hugsi. tað er kanska tað, at eg eri eitt menniskja
ætla at fáa sær ein Toyota? Tað merkir, at viðskiftafólk hava eina eyka trygd fyri, at tey fáa tað, tey hava biðið um og betala fyri. Fyri at tríva niður í rúgvuna av krøvum, kunnu vit nevna, at viðskiftafólk [...] sjálvan bilaseljaran, at hann lýkur heilt ávís, etisk krøv, tvs, at reglur eru settar upp fyri, hvat hann kann loyva sær- og ikki. Hann leggur afturat, at DAF fylgir nágeiniliga við, at hesi krøvini verða [...] javnan runt at eftirkanna bilasølurnar, uttan at boða frá frammanundan, fyri at vita, um krøvini framvegis verða hildin. Eyka trygd Men spurningurin er so: Hvat merkir alt hetta fyri øll tey, sum longu
nakað við skili í, og tað er, at sambandi átti at stríðst fyri aftur at blivið eitt danskt amt, ja, tað er tað vit øll áttu at stríðst fyri og kent sum okkara skyldu: aftur at blivið eitt danskt amt, tað [...] sjálvstýri at gera. Eg hati eisini javnaðarfólk, tí hvat vilja tey, hvat eru tey. Einki. Hvørki fuglur ella fiskur, hvørki sambandsfólk ella sjálvstýrisfólk. Tey vita ongantíð hvørjum beini, tey skulu standa [...] arrogansu. Nógv javnaðarfólk, bæði í talu og skrift, vísa seg at vera meira sambandsk enn sambandsfólk, tí er at frykta fyri, at javnaðarflokkurin fer at vera svíkurin, tá ið tað snýr seg um sjálvstýri ella fullveldi
halda teir uppá fólkið, men fara teir at ásanna, at teir ikki megna at hanga í, so kann roknast við, at teir fara at selja onkrar av teimum bestu spælarunum fyri at minka um útreiðslurnar. Eg havi ongan [...] so í útgangsstøðuni rokni eg við at spæla har tey bæði komandi árini. Um eg fari nakra aðra staðni, so verður tað tí, at teir gera av at selja meg. Men heldur tú ikki, at tað verður óheppið fyri teg sjálvan [...] stólpan, og fleiri ferðir hava málverjarnir bjargað sera væl. Tað er ein ónd ringrás at koma í hjá álopsspælara, tá tú ikki skorar, og sjálvandi vóni eg, at hetta broytist heilt skjótt og helst longu
heldur fram at granska fer tíðin at vísa. - Tað tekur rúma tíð at koma fyri seg aftur eftir eina slíka verkætlan, men samstundis verður sagt, at ein eigur at halda fram beinanvegin fyri ikki at koma heilt [...] og kaj. Tí eiga vit at satsa og seta okkara álit á nýggja ættarliðið og loyva teimum at koma framat, soleiðis at tilfeingið verður nýtt betri og verulig gongd kemur á. Og eg haldi, at hetta ættarliðið er [...] ár í senn, og tey vita ongantíð fyri vist, um tey hava breyð í munnin eitt ár fram. Og heimbygdin, Rituvík, dregur. Hóast teimum dámar væl, har tey búgva í Søldafirði, er tað ein dreymur at flyta aftur til
við meg, at eg skuldi fara heim at vitja foreldrini at siga teimum frá øllum tí ónda, sum tey høvdu gjørt mær. Tá bleiv eg so ill við Gud, at eg ikki tosaði við hann í eitt ár. Eg helt, at Hann kravdi [...] bóndagarði. Foreldrini áttu fýra børn. Hóast tey lítið og einki áttu, fóru tey kortini ongantíð svong til songar, sigur Berit, sum ikki kann siga stórvegis meir um heimið - ikki annað enn at garðurin gav teimum [...] heimanífrá til Oslo, at fjala seg.Hon hugsaði, at mamman skuldi ikki sleppa at háða hana, at hon skuldi eiga eitt leysingabarn. Tá Berit skuldi eiga, kom mamma hennara til Oslo, ikki fyri at hjálp og stuðla
familjufundum, og at gevast at jagstra Bahá?í samfelagið. Talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, James Rubin, segði: »Tey eru í stórum vanda fyri at verða avrættað fyri einki annað enn opið at geva seg undir [...] undir trúgv sína. Vit hava alment og fara at halda fram við alment at leggja iransku stjórnini eina við at verja limir í Bahá?í trúnni«, og »at viðurkenna og styðja grundleggjandi mannarættindi til samvitsku- [...] bað eisini iransku myndugleikarnar um trygd fyri, at hinir Báhá?í-ararnir, sum vórðu handtiknir saman við Rowhani, fóru at verða vardir, men hann segði, at hann hevði »ikki fingið nóg gott svar«. Amerikanska
um í so mong ár - umframt at bløðini røkja eina samfelagsliga uppgávu - at tey áttu at verið so mikið vird, at tey vórðu eftirspurd, áðrenn avgerðin varð tikin. NETTUPP tí at fólk býr so spjatt um oyggjarnar [...] hesum. TAÐ er einki at siga til, at tey mongu fólk sum hava tilknýti til Dimmalætting og Sosialin kenna hetta sum eitt stórt afturstig og sum ein dyggan fíggjarligan smeit, umframt at mongu lesararnir hjá [...] fyri at fáa bløðini út til húsarhaldini. Her hevur postverkið heilt givið røkt eina fyri demokratiið týdningarmikla uppgávu. Tað er tí ikki bara at siga tað nú at skula áleggja bløðunum sjálvum at standa