POSTVERKIÐ, Landsstýrið og Postfelag Føroya eru komin ásamt um at strika postútberingina leygardagar frá 1. apríl 1999 at rokna.
HESI tíðindi komu sera óvart á leiðslurnar á Dimmalætting og Sosialinum, sum týsdagin vórðu bodnar til kunnandi fund um avgerðina. Nýggi postverksstjórin greiddi frá ætlanini, sum bæði Postverkið og Landsstýrið høvdu tikið undir við og sum Postfelagið á fundi týskvøldið skuldi taka støðu til. Og Postfelagið segði eisini gott fyri hesum.
TAÐ er einki at siga til, at tey mongu fólk sum hava tilknýti til Dimmalætting og Sosialin kenna hetta sum eitt stórt afturstig og sum ein dyggan fíggjarligan smeit, umframt at mongu lesararnir hjá bløðunum fara at kenna hetta ikki at fáa blaðið borið út ti dyrnar leygardagar sum ein stóran miss. Bløðini hava nógvar haldarar, her ikki minst Dimmalætting, sum hevur bygt sær upp ein trúgvan haldaraskara gjøgnum meira enn 120 ár.
Á fundinum við leiðsluna hjá Postverkinum gjørdu blaðleiðslurnar vart við sína ónøgd og frustratión ikki minst orsakað av mátanum hetta er gjørt uppá. Tá bløðini vórðu kunnað um hetta, var avgerðin longu tikin. Blaðleiðslurnar hildu, at nú Postverkið og bløðini høvdu arbeitt saman í meira enn 120 ár, hevði verið rímuligt, at bløðini vórðu tikin við í málsviðgerðina.
HÓAST hesa ónøgd, so skilja vit eisini Postverkið, tí boðini til nýggju leiðsluna er, at raksturin skal hvíla í sær sjálvum. Útberingin av bløðunum er eftir øllum at døma kostnaðarmikið fyri postverkið, og serstakliga tá talan er um leygardagar, har yvirtíð er galdandi. Men hinvegin, so hava bløðini verið kundar hjá postverkinum í so mong ár - umframt at bløðini røkja eina samfelagsliga uppgávu - at tey áttu at verið so mikið vird, at tey vórðu eftirspurd, áðrenn avgerðin varð tikin.
NETTUPP tí at fólk býr so spjatt um oyggjarnar hevur postverkið havt stóran týdning fyri at fáa bløðini út til húsarhaldini. Her hevur postverkið heilt givið røkt eina fyri demokratiið týdningarmikla uppgávu. Tað er tí ikki bara at siga tað nú at skula áleggja bløðunum sjálvum at standa fyri hesi útbering.
Neyvan er nakar ivi um, at tað almenna hevur stóran áhuga í, at føroyingar fáa føroysk bløð allar útgávudagarnar. Sum boðberar og formidlarar av informatiónum, orðaskifti omø. hava bløðini stóran samfelagsligan týdning. Spurningurin er tí, um tað ikki átti at verið ein ella onnur almenn skipan td. útberingarískoyti, sum var við til at tryggja, at føroysk bløð verða borin út eisini leygardag. Tað er ikki óvanligt, at tað almenna eitt nú í Danmark letur so og so nógvan stuðul til blaðútgávu sum heild. Tá hugsað verður um tær stóru eykaútreiðslur, sum eru knýttar at at fáa bløðini út kring oyggjarnar, so átti hetta eisini verið ein partur av eini samfelags uppgávu. Vónandi ber til at fáa eina ella aðra skipan, sum kortini tryggjar blaðútbering leygardagar.










