Hin 21. juli var Bahá?í-fangin Ruhollah Rowhani hongdur. Avrættingin elvdi til mótmælisódn frá stjórnum kring allan heim, og kanadiski uttanríkismálaráðharrin Lloyd Axworthy sendi hvassorðaða yvirlýsing út, sum átalar avrættingina. Axworthy bað eisini iransku myndugleikarnar um trygd fyri, at hinir Báhá?í-ararnir, sum vórðu handtiknir saman við Rowhani, fóru at verða vardir, men hann segði, at hann hevði »ikki fingið nóg gott svar«. Amerikanska stjórnin hevur biðið Teheran eira lívinum á teimum báðum iransku Bahá?í-unum, sum vórðu handtiknir, tí teir skipaðu fyri familjufundum, og at gevast at jagstra Bahá?í samfelagið. Talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, James Rubin, segði: »Tey eru í stórum vanda fyri at verða avrættað fyri einki annað enn opið at geva seg undir trúgv sína. Vit hava alment og fara at halda fram við alment at leggja iransku stjórnini eina við at verja limir í Bahá?í trúnni«, og »at viðurkenna og styðja grundleggjandi mannarættindi til samvitsku- og trúarfrælsi«.
»Tá ið hugsað verður um, hvat ið forseti Irans nýliga hevur boðað frá, høvdu vit væntað, at støðan hjá Bahá?í-unum í Iran fór at batna«, segði eitt umboð hjá Bahá?í-unum í Havn. »Satt at siga, so er støðan einki batnað hjá teimum 300.000 Bahá?í-unum, tí størsta ikki-muslimska minnilutanum í Iran. Heldur er støðan versnað«.
Frætt er eisini, at iransku myndugleikarnir í einari nýggjari jagstranaraldu hava handtikið meira enn 30 Bahá?í-arar afturat. Handtøkurnar kyknaðu upp í farnu vikur, tá ið lopið varð á Bahá?í ognir í 14 býum um alt Iran. Løgreglufólk løgdu hald á sovorðið, sum Bahá?í-arar áttu, bøkur, pappír og innbúgv. Endamálið við handtøkunum tykist vera at noyða opna lærda Bahá?í-háskúlan at lata aftur, hesin háskúli skipar fyri fundum, sum skal venja Bahá?í-ungdóm andaliga og siðiliga. Síðani tíðliga í 1980-árunum hevur iranska stjórnin sýtt Bahá?í-um universitetsútbúgving vegna trúgv teirra. Tískil hava Bahá?í-lærarar givið studentaskúlaungdómi frálæru á universitetsstigi heima við hús. Teir Bahá?í-ararnir, sum fyri stuttum vóru handtiknir, vóru sovorðnir lærarar.
Yvirlæknin á medisinsku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Korosh Taheri, og systir hansara, Sepideh, yvirlækni á barnadeildini í Havn, hava fyri nøkrum árum síðani verið fyri slíkari jagstran. Tey søgdu. »Vit vóna, at fólk í Føroyum fara at taka undir við øðrum um allan heim, tá ið henda jagstran verður fordømd«.
Henda nýggja gongd hevur loypt ótta á limir í Bahá?í trúnni um allan heim. Somuleiðis er ótti á tí føroyska Bahá?í-samfelagnum, og limir tess fara at biðja tygum minnast hesar hjálparleysu Bahá?í-arar í bøn og tankum tygara, stendur í tíðindaskrivi frá føroyska Bahá?í samfelagnum.