Í dag fær bilasølan Reyni Service í Havn eina heilt serliga viðurkenning.
Sum fyrsta bilasølan í Føroyum sleppur Reyni Service, sum selur Toyota, nú at prýða seg við serliga góðskumerkinnum hjá DAF, sum er Dansk Automobilforhandler-foreningTað eru einir 900 limir í DAF, men tað eru ikki meiri enn útvið helvtin, sum higartil er sloppin at brúka hetta serliga góðskumerki. Fyri at fáa loyvi at brúka hetta góðskumerki, skal ein bilasøla lúka heilt ávís krøv.
Talan er um 34 ymisk krøv, sum bilasølur skulu lúka, fyri at fáa hetta bláa stemplið frá DAF.
Og vit hava nú brúkt nógva tíð hetta seinasta hálva árið uppá at gjøgnumganga alla okkara fyritøku og fyri at laga hana til krøvini, sigur Eivind av Reyni á reyni Service.
Reyni Service hevur fimm deildir: Bilasølu, eykalutagoymslu, mekaniskt verkstað, plátuverkstað og ?Tidy Car³, sum er lakkviðgerð o.a.
Tey 34 krøvini, sum vit skulu lúka, fevna um øll viðurskifti í fyritøkuni, heilt frá service-eftirliti niður í smálutirnar sum at taka ímóti telefonini.
Talan er ikki bara um krøv til bilasøluna, men eisini til sjálvan bilaseljaran, at hann lýkur heilt ávís, etisk krøv, tvs, at reglur eru settar upp fyri, hvat hann kann loyva sær- og ikki.
Hann leggur afturat, at DAF fylgir nágeiniliga við, at hesi krøvini verða hildin. Ma. ferðast fólk frá DAF javnan runt at eftirkanna bilasølurnar, uttan at boða frá frammanundan, fyri at vita, um krøvini framvegis verða hildin.
Eyka trygd
Men spurningurin er so: Hvat merkir alt hetta fyri øll tey, sum longu eiga ein Toyota, ella sum ætla at fáa sær ein Toyota?
Tað merkir, at viðskiftafólk hava eina eyka trygd fyri, at tey fáa tað, tey hava biðið um og betala fyri.
Fyri at tríva niður í rúgvuna av krøvum, kunnu vit nevna, at viðskiftafólk skulu hava greiðar upplýsingar um prís, eykakostnað, leveringskostnað, fíggingarmøguleikar o.s.fr.-Viðskiftafólk skulu hava høvi at tosa við tann ávísa mekanikaran, sum arbeiðir uppá bilin.
Viðskiftafólk skulu hava greið boð, tá ið umvælingar kosta munandi meir, enn roknað var við.
Viðskiftafólk skulu eisini hava tað greitt at vita, um mekanikarin verður varugir við onnur brek, sum áttu at verið umvælt, umframt tey, sum eru avtalað, ella um aðrar umvælingar helst vera neyðugar í nærmastu framtíð.
Viðskiftafólk skulu hava trygd fyri, at amboð eru ílagi og at mekanikararnir eru nógv væl lærdir til at arbeiða uppá bilarnar.
Klagur verða viðgjørdar við vælvild
Men ein partur av dygdarkrøvunum hjá DAF er eisini, at tikið verður ímóti klagum í einum positivum anda og at tær verða skjótt avgreiddar.
Tað verður m.a. gjørt fyri at styrkja verkstaðið, har okkurt svíkur, tí tað kostar munandi meiri at viðgera eina klagu og at gera sama arbeiði tvær ferðir, heldur enn at gera tað væl og samvitsukufult beinanvegin.
Í Stórum snýr hetta seg um, at viðskiftafólk alla tíðina eru full greið yvir, hvat hendir fyri at sleppa undan teimum óvæntaðu útreiðslunum sum mangan gera, at fólk føla seg lumpað.
Ofta, tá ið fólk føla seg lumpað av eini bilasølu, ella einum verkstaðið, er tað av manglandi upplýsingum og misskiljingum, sigur Eivind av Reyni.
Hann leggur afturat, at vónin er, at nú Reyni Service er farið at arbeiða eftir dygdarkrøvunum hjá DAF, verður enn størri álit ímillum bilasølu og verkstað øðrumegin og viðskiftafólk hinumegin.