Jeanette er nýggjur miðfyrisitigarstjóri í Havn

Tórshavnar kommuna hevur sett Jeanette Ellefsen Blaasvær í starv sum miðfyrisitingarstjóri.

Jeanette er 55 ára gomul og útbúgvin cand.scient.adm. Hon hevur seinastu árini verið deildarstjóri í Almannamálaráðnum.

 

Áðrenn Jeanette varð deildarstjóri starvaðist hon sum fulltrúi í Almannamálaráðnum í nógv ár. Hon hevur eisini starvast sum fulltrúi í  Løgmansskrivstovuni og táverandi Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Aftrat hevur hon verið ráðgevi í Risk Management og deildarleiðari í táverandi Eik banka.

 

Jeanette Ellefsen Blaasvær tekur við starvinum 1. februar 2026.

 

Miðfyrisitingin er samansett av fýra fyrisitingarligum deildum – fíggjardeild, kt-deild, starvsfólkadeild og Snarskivan. Haraftrat er dátutrygd, trygging og almenn útboð.

 

Í politiska bygnaðinum hevur miðfyrisitingin tilvísing til fíggjarnevndina. Harumframt hevur miðfyrisitingarstjórin vinnunevndina um hendi.

 

Átjan umsóknir vóru til starvið.