a.
tað er ikki so nógv tað, at eg eri ungur, sum ger, at eg havi tað, soleiðis sum eg havi tað. tað er kanska heldur ikki tí at eg eri ungur, at eg hugsi, soleiðis sum eg hugsi. tað er kanska tað, at eg eri eitt menniskja, sum ger, at eg eri sum eg eri.
b.
tað er ongin lóg, sum sigur, at munurin millum yngra og eldra ættarliðið skal vera so stórur og eyðsýndur, sum hann er, men tað er hann also. onkuntíð havi eg hug at halda, at tey eldru áttu at havt størri fyritreytir at skilt meg, heldur enn at eg átti at skilt tey. tey hava jú einaferð verið á mínum aldri, meðan eg hinvegin ongantíð havi verið uppi á teirra aldri enn. men um eg sigi hetta við eitt nú pápa mín, er vanligasta svarið, at tað verið eg ivaleyst og tá fari eg at siga tað sama við tey ungu, sum vit fáa slongt út yvir okkum í dag.
d.
hugburðurin millum tey ungu er ikki so nógv øðrvísi enn tann hjá teimum eldru, tað eru bara umstøðurnar og rammurnar sum eru øðrvísi. ungdómurin verður bólkaður nógv meiri og greiðari nú enn kanska fyrr. uppbýtingin verður gjørd eftir øllum møguligum fortreytum; ítróttaráhuga (tað vil siga, at tey, sum spæla fótbólt verða bólkað við onnur sum spæla fótbólt ein stóran part av tíðini), mótarákum (har tey, sum fylgja einum stíli, betur kunnu samskifta við onnur, ið fylgja nøkunlunda sama stíli). hetta eru bert tvey dømi, men um tú skilir tað, eg meini sært tú, at hetta fevnir langt út um klæði og sveittaðar adidasbúnar.
k.
mentanin hjá ungdóminum verður ikki bert stýrd av sjónvarpi, tónleiki, klæðum, skúla og ungdómtiltøkum. politikkur hevur eisini ein týðandi leiklut. men her er onki samskifti av nøkrum slag. okkurt hendinga ungdómshús sæst onkrastaðni, men tað er ikki nóg mikið til at seta seg á reyvina og siga, at tey ungu sjálv mugu finna út av, at tað eru tey, iðð eiga at vísa intiativ og ábyrgd. hvussu kann mann tað, um ein aldri hevur fingið álit ella aðrar váttanir, aðrar enn, at vit skulu halda munn, tí vit ongar royndir hava, og vita onki, so vit skulu bara sita pent og tiga, meðan tey "sum vita nakað veruligt" skulu siga okkum, hvussu vit skulu verða, tað vil siga, ein eftirmynd av tí, sum tey hava verið, ella kanska heldur ein spegilsmynd av tí, tey eru. men vit mugu bara ikki gloyma, at lata royndirnar hoyra øðrum til. hetta kann tykjast niðursetandi. da da da.
n.
gongdin tykist at vera; vit eru børn, inntil vit gerast unglingar, síðani tannáringar og so endiliga vaksin (og ikki fyrr enn tá verða vit nevnd fólk - áðrenn er tað, drongur ella genta - sum altíð er ein filipensbefongd plága, ið heldur ov nógvan gang).
p.
tað er onki sum helst galið við at vera popputur ella ein, ið fylgir rákum. men tað má ikki ganga út yvir samskiftið. eg eri fullgreiður um, at vit skylda okkara undangongupersónum nógv, men eg tori alíkavæl at siga, at tey skylda eisini at vísa okkum virðing. tað er ikki nóg mikið at siga, at "eg breyðføddi teg og arbeiddi soleiðis at tú skuldi ganga í skúla. tað hevur stóran týdning. ja. men um ikki so langa tíð verða tað vit, sum standa við róðrið, og tá eru breyðmolar og peningur ikki nóg mikið. tí er tað alneyðugt at vit royna at skapa eitt tvívegis samskifti í lag millum ættarliðini, soleiðis at vit kunnu læra av hvørjum øðrum. gongdin í heimssamfelagnum í dag ger, at tað eru fleiri øki, har yngri fólk eru nógv betri fyri enn tey eldru, serliga innan tøknfrøðiliga økið, sum alsamt gerst okkara dagliga breyð.
s.
hetta er ikki ein politisk grein.
t.
samskifti er kanska tað mest umráðandi í øllum samfelagnum í tíðini. og tað verður alsamt meiri stýrt av tøknfrøðini (henda grein er til dømis send inn via telduposti). men samskiftið millum menniskju eigur at verða tað, sum er tað mest umráðandi, tí finna vit ikki út av, at vit eiga at arbeiða saman, enda vit við at arbeiða sundur, og isolerast frá hvørjum øðrum, meðan vit klandrast og sleyga um hvør hevur skyldina og ikki. eg veit væl, at hetta er øgiliga banalt og kanska idealistiskt sagt, og tú kanska hevur hug at snýsa eftir mær, men veruleikin er kanska júst so banalur.
ú.
heilivágur kann eisini vera heilsuskaðiligur.
v.
hetta er fýrkantað. eg veit. sjálvandi er tað ymiskt, hvussu ungdómsmentan og ungdómspolitikkur verða førd út í lívið ymsa staðni runt í landinum, men tað, sum eg vil fram til er, at almenni og fólkavaldi politikkurin eigur at taka seg saman, og síggja at samskiftið millum ættarliðini eigur at verða ein av grundarsteinunum í okkara samfelagi, ella kann tað skjótt enda illa.
ps.











