num í Hoydølum í 1974, sum av mongum varð hildin at vera eitt reiður hjá teimum vinstrahallu í Føroyum. -Árini í Hoydølum vóru mikið mennandi. Tað var spennandi at vera víðgongdur konservativur í einum [...] ikki í skúla, fyrrenn eftir at høgra- og vinstrakjakið var dalað munandi í Føroyum, sigur Óli Breckmann. Tað hevði helst verið meiri buldraligt hjá teimum, um tey vóru í skúlaaldri í sjeyti- og í áttatiárunum [...] gleps frá Breckmann, ið minna okkum á dagarnar, tá stríðið millum høgra og vinstra í Føroyum var í hæddini. Í november í ár kann Óli Breckmann hátíðarhalda sín 30 ára dag sum tingmaður. Vit hava sett hi
fyrsta landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Tá gløddi bæði mín heimatelefon, mín fartelefon og arbeiðstelefon í dagar og nætur, og tað vóru ikki rósandi orð, ið rasandi lokalir menn í hansara valdømi høvdu [...] næmingunum. Í samband við methøg prógv verður navnið Brynhild Thomsen javnan havt á lofti. Brynhild fekk í síni tíð í Hoydølum 11.7 í meðal á H.F., og hetta søgdu føroysku bløðini vera millum hægstu prógv í ko [...] Brynhild. Í eini summarfrítíð fyrst í nítiárunum skásetti hon gamlar Dagur og Vikur í Sjónvarpinum. Hon hevði bert lisið journalistikk í eitt gott ár, og "var tí enn ov óskúlað til at kunna brúkast í framleiðsluni"
At pápi skuldi takast frá okkum so brádliga, kom okkum ógvuliga dátt við, men vit mugu bara sanna, at eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Pápi, tú bleiv sjúkur 2/2-2004, eftir stutta [...] roknað við, tín ætlan var at arbeiða eitt ár afturat, fyri síðan at nýta tíðina heima við hús, í havanum og í bilhúsinum, men so skuldi tað ikki verða. Nei, Harrans vegir eru ikki okkara vegir. Hóast tú [...] ert farin, so liva tey ríku minnini, eg havi eftir teg. Takk fyri allar løturnar, vit høvdu saman í báti, í bilhúsinum og tá tú var á Argjum og hjálpti til við einum og hvørjum, um tað var at skifta vindeygu
sum rockstjørna ella legenda, tú fyrst kom í tankar um, tá Ken Hensley trein inn á lítla pallin í Atlantis fríggjakvøldið í joggingbuksum við einum krússi av te í hondini. Ein løta gekk, meðan hann leitaði [...] áhoyrarnar við sær eini 50 ár aftur í tíðina. Tá eg var 11, hevði eg sett mær sum mál í lívinum at blíva líka sum Elvis Presley. Eg minnist, einaferð mamma og pápi vildu hava meg at fara til tannlæknan [...] sjálvur tónleikari í frítíðini, og ikki fyrr enn nógv ár seinni gekk tað upp fyri Ken, at pápin nokk bara hevði roynt at vart hann móti vandunum í rockverðini. - Vit tosaðu ikki saman í nógv ár, men innast
konu. Agnas og hann gingu bæði í skúla í Keypmannahavn. Har settu tey eisini búgv at byrja við, og har var eg mangan inni hjá teimum í Ballerup, meðan eg sjálvur gekk í skúla niðri og búði einsamallur [...] hann nógva pínu í lendunum, men fekk ikki rættiliga nakað svar uppá, hvat tað kom av. Uppundir jól í 2001 varð tað so ringt, at hann fór á sjúkrahúsið. Tollaksmessudag ætlaði hann sær heim í 40 ára føðingardag [...] tí, sum tú segði. Tí var hann ein góður ?sparringspartnari". Sofus var álitismaður í so mongum, ikki minst í samkomuni í Ebenezer, har hann var ein av ábyrgdarmonnunum. Hann hevði hjarta fyri at kunngera
summardag í 1976 møtti Regin og Jalla á Kongabrúnni, og sjálvandi fullu vit í prát saman, eftir at vit ikki høvdu sást síðani húsini vóru bygd. Tá var Regin vorðin giftur og var eisini blivin pápi, og í prátinum [...] Birgittu og synirnar Jóhan og Lauritz, og barnabørnini eru tvey. Tá eg í 1971 skuldi fara undir at byggja hús í Havn, var tað tá mín góði vinur Skála Palli, sum gjøgnum son sín skaffaði mær tríggjar fittar [...] løtur vit mangan høvdu uppi við Hoyvíkstjørn meðan húsini stóðu í ger, tá var tað meira frítt enn tað er í dag, hús okkara og trý onnur stóðu tá í ger har um leiðir. Tað var mangan hugnaligt at fara framvið
sum fór fram í Sandavági tá. Stóreldur gjørdi av við fleiri hús í bygdini. Tað kom eldur í eini trý sethús og ein handil í grannalagnum, har Alma búði. Hon minnist at pápi hennara bar hana í eitt annað hús [...] staðnum, og í royndini at bjarga dronginum, kom pápin so mikið illa fyri, at hann eisini var í lívsvanda. ?Eg minnist, at ein eldri beiggi mín, sum var í bátinum, sum fiskurin varð koyrdur í, fekk hendan [...] skuldi duga. Alma er í dag 98 ára gomul og býr á ellisheiminum í Miðvági. Hon hevur búð í Miðvági, síðan hon fyri 66 árum síðan giftist við Sigmundi Fredriksen, sum var miðvingur. Alma var í Havn hjá Erhardi
sonur hansra. Alment hitust teir báir fyrstu ferð í Tunis í 1996. Sambært Aftenposten hevur Omer Bhatti ofta búð í marglætishúsunum hjá Michael Jackson í Kalifornia, og blaðið vil eisini vera við, at teir [...] rockstjørnan er ikki pápi hansara. Men tveir menn, sum hava arbeitt hjá Michael Jackson, siga, at tíðindini eru sonn, og at teir báðir umhugsa at viðgera málið í einari bók, sum teir eru í ferð við at skriva [...] News vil vera við, at bæði Omer Bhatti og næstringar hansara hava fingið pengar hjá Michael Jackson í fleiri ár. Tað vilja hvørki Bhatti ella næstringarnir gera nakrar viðmerkingar til.
Klaksvík: Í dag, leygardagin, letur Jórun Jensen upp listaframsýning í Norðoya Kunningarstovu. Jórun hevur nógvar, vakrar málningar við á framsýningini í kunningarstovuni, sum mynda serliga lands- og bygdaløg [...] bygdaløg í alskyns litum. Allir eru akryl. Har eru serliga nógvir av Kunoy og Viðareiði. Jórun greiðir frá, at báðar bygdirnar vekja barndómsminni. ? Vit hava summarhús á Viðareiði, og pápi mín var ættaður [...] Jórun frá. Sterkir litir ganga eisini aftur í fleiri av málningunum, og teir fanga væl. Jórun hevur altíð verið fitt í hondunum. Handarbeiði hevur upptikið hana í nógv ár. Bæði veving og binding. Hon hevur
hesi fotografi til mín. Pápi málaði heilt frá tí, hann var smádrongur og til hann doyði sum 70 ára gamal. Tí er ógvuliga nógv tilfar. Og eg hevði gott kunnað hugsað mær at savnað tað í eina bók, sum frá [...] Sigmund Petersen bæði gjørdi pastellmyndir, relief, skulpturar og skitsur, so er Bibi í fyrstu atløgu bert áhugað í málningunum; hitt hevur ongan áhuga enn, sigur hon. ? Fleiri av málningum hansara eru [...] fólk hava heitt á meg, um at hava eina listaframsýning, men tað havi eg ikki mót uppá, sigur Bibi. Í staðin ætlar hon sær at fáa fólk, sum eiga málningar hjá pápanum, Sigmundi Petersen, at avfotografera