At pápi skuldi takast frá okkum so brádliga, kom okkum ógvuliga dátt við, men vit mugu bara sanna, at eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.
Pápi, tú bleiv sjúkur 2/2-2004, eftir stutta sjúkralegu andaðist tú 19/7-2004, einans 66 ára gamal. Hjá okkum, sum eftir sita, er tað ein troyst, at tú ikki stríðist við langa sjúkralegu við nógvari pínu, men at tú sovnaði stillisliga inn. At tú skuldi leggja árarnar inn nú, var ikki júst tað tú hevði roknað við, tín ætlan var at arbeiða eitt ár afturat, fyri síðan at nýta tíðina heima við hús, í havanum og í bilhúsinum, men so skuldi tað ikki verða. Nei, Harrans vegir eru ikki okkara vegir.
Hóast tú ert farin, so liva tey ríku minnini, eg havi eftir teg. Takk fyri allar løturnar, vit høvdu saman í báti, í bilhúsinum og tá tú var á Argjum og hjálpti til við einum og hvørjum, um tað var at skifta vindeygu, hurðar ella okkurt heilt annað, tú var altíð til reiðar.
Góða mamma, tankar mínir eru hjá tær. Tú merkir best til tómrúmið eftir pápa, ja, tað verður ikki heilt tað sama at koma til Leirvíkar nú. Má Harrin styrkja teg og tykkum.
Góði pápi, takk fyri alt.
Sov søtt, á vinur, sov og hvíl teg nú!
Vit vildu, tú hjá okkum skuldi búð;
Men tryggari hjá Jesus ert tú ?
Farvæl, farvæl, farvæl!
Ærað veri títt minni.
Sonur tín Herolv