Amerikanska rockstjørnan Michael Jackson vil vera við, at tann 19 ára gamli norðmaðurin Omer Bhati er sonur hansra.
Alment hitust teir báir fyrstu ferð í Tunis í 1996. Sambært Aftenposten hevur Omer Bhatti ofta búð í marglætishúsunum hjá Michael Jackson í Kalifornia, og blaðið vil eisini vera við, at teir báðir líkjast ikki sørt. Men fólk, sum standa Omer Bhatti nær, siga, at rockstjørnan er ikki pápi hansara. Men tveir menn, sum hava arbeitt hjá Michael Jackson, siga, at tíðindini eru sonn, og at teir báðir umhugsa at viðgera málið í einari bók, sum teir eru í ferð við at skriva um ta umstríddu rockstjørnuna.
Amerikanska sjónvarpið Fox News vil vera við, at bæði Omer Bhatti og næstringar hansara hava fingið pengar hjá Michael Jackson í fleiri ár. Tað vilja hvørki Bhatti ella næstringarnir gera nakrar viðmerkingar til.