Eldreyða flamman er eitt sentimentalt roks

-Tá eg droymi, at mín deyða mamma bankar uppá og sigur, at hon hevur fingið "eykaloyvi" at heinta mín deyða pápa, sum situr lamsligin í mínum stóli í stovuni, - tá veit eg, at skal víðari og sleppa krampakenda takinum í sorgini, sigur journalisturin, Brynhild Thomsen í persónligari viðtalu við Sosialin

Hon sjálv við tí stóra reyða hárinum í SvF. Bersøgin og óttaleys. Ágangandi journalistur, sum valdsharrarnar ræðast sum eina sótt. Ein gløðandi talskvinna fyri javnrættindum hjá kvinnum og ? kanska serliga - teimum samkyndu. Hetta eru nøkur av spjøldrunum, vit hava smíðað á bakið á havnarkvinnuni, Brynhild Thomsen.
Men persónurin Brynhild Thomsen rúmar væl meir, enn vit geva okkum far um, tá ið vit síggja hana á sjónvarpsskíggjanum.
Eitt løgið barn. Sentimentalt roks. Villur náttardroymari. Tung sorg um mistu foreldrini.
Soleiðis hugleiðir hon um seg sjálva.
Vit hava leitað okkum handan gekkaskortin
Gott samband
Tað gekk ikki long tíð frá, at føroyingar fyri fyrstu ferð sóu eina unga og óroynda Brynhild Thomsen á skíggjanum, til hon festi seg í minnið hjá flestu føroyingum. Við sínum sermerkta áleypandi og nærgangandi journalistiska stíli vann hon sær skjótt virðing millum hyggjararnar.
Hon ber orð fyri at vera treisk og beinleiðis, og fírir ikki fyri at spyrja upp aftur ? fleiri ferðir um neyðugt ? tá eitt nú ein politikkari roynir at snúgva sær undan einum spurningi.
Spurd, um hon hevur fingið nógvar ákoyraringar í Føroyum fyri sín naska journalistiska stíl, svarar Brynhild, at hon sum heild hon havt eitt gott samband við hyggjarar og lesarar.
? Eg havi tó meir enn so upplivað telefonstormar og froðandi øði ? eitt nú aftaná, at løgmaður koyrdi fyrsta landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Tá gløddi bæði mín heimatelefon, mín fartelefon og arbeiðstelefon í dagar og nætur, og tað vóru ikki rósandi orð, ið rasandi lokalir menn í hansara valdømi høvdu at bera mær fyri mín journalistiska leiklut í málinum. Eg má tó leggja afturat, at tað eydnaðist mær at sissa teir, og at teir allir samlir vóru undarliga blíðir og tíðir, tá vit søgdu farvæl, smílist Brynhild Thomsen hulin.
Ágangandi journalisturin leggur dent á, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at journalistar eru væl fyrireikaðir til tað journalistiska arbeiðið, sum skal gerast. Hennara størsta almenna sjálvmál kom júst, tá hon uttan nóg holla fyrireiking hevði eina samrøðu við fyrrverandi formannin í Starvsmannafelagnum.
? Tað var ein út av lagi vánalig samrøðusending, ið eg gjørdi við ein fyrrverandi formann í Starvsmannafelagnum um lønarniðurskurð aftur fyri skattalætta. Við fepri og full av antibiotika sat eg sum eitt býtt, hálvt í ørviti og keglaðist við hann, uttan at fáa nakað sum helst burturúr. Tað var ? um nakað ? eitt dømi um kontantan stíl UTTAN nóg góða fyrireiking, so tann frymilin eigur eingin at brúka, fortelur Brynhild Thomsen, sum leggur dent á, at uttan mun til hvønn stíl journalistar velja sær, so gongur vegurin altíð gjøgnum hart arbeiði og neyvt research.

Øll matarskráin
Á hvørjum ári kappast næmingar á studentaskúlum kring landið um at vinna sær besta prógvið. Næmingarnir eru fúsir at samanbera studentsprógvini, og vanliga gera studentaskúlarnir nógv gjørt burtur úr teimum bestu næmingunum.
Í samband við methøg prógv verður navnið Brynhild Thomsen javnan havt á lofti. Brynhild fekk í síni tíð í Hoydølum 11.7 í meðal á H.F., og hetta søgdu føroysku bløðini vera millum hægstu prógv í kongaríkinum tá.
Góða HF-prógvið gjørdi útbúgvingarvalið hjá henni til eitt sjálvtøkuborð, men kortini fall valið ? eitt sindur undrunarvert ? á journalistikkin, sum ikki er høgt í metum í Føroyum.
? Eg fekk grønt ljós til allar mínar prioriteringar ? bæði antropologi, bókmentafrøði og samfelagsfrøði og okkurt annað ? á fleiri universitetum. Men tá eg so sá lýsing um upptøkuroynd til Journalistháskúlan í Århus, kendi eg beinan vegin avbjóðingina. Eg visti, at hetta var eitt spennandi og týdningarmikið fak, men eg visti eisini, at hendan útbúgvingin var ein av teimum torførastu at koma inn á. Eg stóð royndina, og so vórðu upptøkujáttanirnar frá universitetunum skræddar og koyrdar í ruskspannina, greiðir hon frá.
Men hví valdi tú journalistikkin heldur enn at sita onkrastaðni við feitari løn og høgari útbúgving?
? Journalistháskúlin í Danmark er ein av teimum mest eftirspurdu og torføru útbúgvingunum at sleppa inn á. Grundútbúgvingin tekur fýra ár, og er sostatt ein høg útbúgving. Og tað er jú bara í Føroyum, at journalistfakið tross devulin skal haldast á einum minstamarkið, og er so lágt í metum, at tú forvinnur ikki meira enn ein flakakvinna, hóast fleiri ára lestur og lestrarskuld, sigur journalisturin avgjørd.
Árni segði kortanei
Eg skilji, at tú einaferð vart í ferð við at gevast á Journalistháskúlanum, men at Árni Gregersen fekk teg at halda á. Er nakað um tað?
? Ja, eg havi nógv at takka fyrrverandi sjónvarpsstjóranum, Árna Gregersen, fyri í dag, sigur Brynhild.
Í eini summarfrítíð fyrst í nítiárunum skásetti hon gamlar Dagur og Vikur í Sjónvarpinum. Hon hevði bert lisið journalistikk í eitt gott ár, og "var tí enn ov óskúlað til at kunna brúkast í framleiðsluni", sum hon málber seg .
Um hetta mundið var mamma Brynhild júst deyð, og hon upplivdi, hvussu pápin læt seg søkka í sorgina og rætt og slætt setti sær fyri at drekka seg í hel. Hon hevði ítøkiligar ætlanir um at gevast á Journalistskúlanum fyri at bjarga pápa sínum.
? Eg var fullkomiliga knúst og bað ein dagin Árna um arbeiði ? fast arbeiði ?, so eg ? naiv sum eg var ? kundi bjarga pápa, men hann segði kortanei!. Eg var púra málleys, og eg helt hann vera nakað av tí kaldasta og mest kyniska, eg hevði upplivað. Eg minnist, at eg græt, tá eg aftur sat inni á skrivstovuni við støvutu Dag og Vikunum ? men eg fór av landinum aftur og tók mína útbúgving.
Árni Gregersen lærdi Brynhild eina aðalreglu um rúsdrekkamisnýtslu, sum forðaði henni at oyðileggja sína framtíð. Hann segði, at vil ein alkoholikkari drekka seg í hel, so ger hann ella hon tað, og støðan gjørdist bara verri, um hon stakk í sekkin og gavst á Journalistháskúlanum.
? Í roynd og veru tók Árni eina tunga skuldarbyrðu og ómøgulig krøv av mínum herðum, og harafturímóti tók hann ímóti mær við opnum ørmum, tá eg seinni bað um starvsvenjingarpláss í SvF, greiðir Brynhild frá og langar samstundis út eftir myndugleikunum, sum skulu eitast at varða av sjónvarpinum.
? Tað var ein sonn skandala, at Árni Gregersen ikki fekk hasar fyri SvF so lívsneyðugu - og ikki serliga nógvu! ? milliónirnar frá Mentamálaráðnum, sum var hansara treyt fyri at taka við stjórastarvinum eftir Trónd Djurhuus. Tí Árni hevði um nakar kunnað bankað forsømda fakið á dagsskrá aftur í Føroyum, og gudarnir skulu vita, at tað hevði trongst til, sigur hon.
Elskar markleyst
Persónurin Brynhild Thomsen rúmar annað enn journalistikk, og hon er fús at siga frá sínum meira persónligu síðum. Eg spyrji hana fyrst, hvussu hon vil karakterisera seg sjálvan.
? Eg eri eg ikki tann, sum klári at hava gron leingi ella bera agg. Eg kann eksplodera, men sum eitt skot er alt krút horvið, og so undrist eg stórliga á, at hini, sum hava verið fyri, tá tað brast, yvirhøvur kunnu hugsast at vera særd, tá eg eri farin víðari í tekstinum.
Hon greiðir frá, at tá hon elskar, so elskar hon markleyst, og tað er ikki altíð til hennara fyrimun.
? Men tað er heldur ikki altíð til fyrimuns fyri tey, sum eru fyri. T.d. minnist eg við gru aftur á eina desideraða hormoneksplosión, tá eg sum 14-ára gomul sveimaði sum eitt svakt í tí forelskaða Barbie-universinum, meðan neyðars drongurin, ið fyri var, til fánýtis royndi at siga ? pent og kenslusamt ? at hann altso ikki returneraði hormonellu kortslutningina. Tosa um kortslutning! Heimurin allur lá í skeljasori ? uha tað var ræðuligt!", minnist hon.

? Annars eri eg kanska onkuntíð eitt sindur ógvuslig og forhánislig, men tað er ongantíð uttan grund! Og so eri eg eitt sentimentalt roks, og eitt kvalitetskvøld kann saktans fara við søltum tárum og søtsúpan og pretentiøsum J.H.D.-yrkingum, ella einum spontant-kendum sálarskyldskapi við Nicolas Cage!
Brynhild er rættiliga spontan, og hon kann brádliga fara á gólvið at dansa mitt ein fyrrapart á skrivstovuni, tí hon kennir seg forførda av onkrum glitrandi disco-lagi ella einum skitnum Miles Davies, fortelur hon.
Uppvøksturin
Tá eg biði Brynhild leita aftur á barnaárini undir Varða í Havn, hevur hon nógvar góðar søgur at siga frá.
? Fólkaskúlin var keðiligur og óviðkomandi fyri meg. Har var rætt og slætt ikki rúm fyri næmingum, sum kláraðu seg væl, og tað ringasta var altíð at hava svarið uppá spurningarnar, men mangan at fáa at vita frá lærarum, at "ja, ja, vit vita, at tú veitst ? koyr bara fingurin niður". Sum barn vil man vil jú læra, men útfordringarnir vóru bara ikki har. Á sama hátt var heldur ikki rúm fyri teimum veiku næmingunum ? og teir vóru mangir í tali! Annars var eg eitt sindur løgin sum barn, haldi eg. Var nógv einsamøll og mær dámdi friðin. Leyg onkuntíð fyri átrongjandi floksfeløgum, at eg skuldi okkurt fyri at sleppa undan at spæla við nakran. Einaferð pástóð eg, at eg búði á Barnaheiminum, sum tá var mín nærmasti granni, og segði, at eg ikki slapp at spæla við nakran!
Bestu barndómsminnini hjá henni stava frá tøttum samrøðum við pápa sín.
? Pápi tosaði um heimspolitikk, hykl, helviti og skaldskap og hevði ongan tanka fyri mínum unga aldri í okkara samrøðum. Eg elskaði at lurta eftir honum, og ikki minni, at eg kundi trilla hann um mín lítlafingur.
Hon leggur afturat, at mamman stendur fyri sær sum tann heitasta og bleytasta og tryggasta, sum altíð gávumild klemmaði og mussaði og kom við heitum fótbaðum og te-munnum, men eisini lyftum fremstafingri, tá hon í ov stóran mun ikki vildi kennast við sín unga aldur..
Brynhild sigur seg serliga minnast, hvussu hon sum barn altíð hekk í stórusystrini og hennara vinkonum, so hon kundi sleppa at vera partur av teimum.
? Ein av stóru gentunum var Malan, sum var tann penasta, coolasta og fittasta, og sum fekk øll tey bestu klistrimerkini frá mær - m.a. tey dýrabæru av Shubidua! - bara so eg kundi sleppa at vera saman við henni eina løtu, fortelur Brynhild skemtandi.
Hon fortelur eisini frá sínum fyrsta forelskilsi sum fýra ára gomul. Drongurin æt Ingi, var stóribeiggi eina vinkonu hjá stórusystrini og var fjúrtan ár!
? Eg var rættiliga bangin fyri honum. Eg var forelskað upp um bæði oyru og fullkomiliga ræðslusligin av somu orsøk, hóast eg var fýra og hann fjúrtan ? altso ein oldingi! Eg haldi, hann visti tað og flenti eftir tí, tí ein dagin lumpaði hann meg, sum annars altíð ansaði væl eftir ikki at møta honum. Hann stóð og lúrdi og tók knappliga undir armarnar á mær og lyfti meg langt upp í loft, meðan hann brosaði sítt fantastiska smíl. Eg mundi doyð av hjartabankan og rann heim til mammu, og fór ongantíð í lívinum inn aftur til teirra, fortelur hon skemtandi.
(Ó)vanar
Hvørjar vanar hevur tú?
? Eg kann ikki ganga framvið eina kaffistovu, um eg eri einsamøll og havi dagin fyri mær. So drekki eg tveir dupultar café latte og lesi bløð. Eg eri tíðinda- og aktualitetsnarkoman og brúki nógvar tímar hvønn dag uppá avísir, útvarp, sjónvarp og internet, og fari sjáldan í song fyrr enn klokkan 02.
Brynhild er heldur ikki at steðga, tá eg forvitnist um hennara óvanar.
? Eg royki, hóast tað eftirhondini er ekstremt ytt og bara nakað, sum sosialbólkur fimm kundi droymt um at gjørt! Eg insisteri uppá at taka ov nógvar taxabilar. Eg hati at rudda. Eg havi lyndi at siga ja, hóast eg skuldi sagt nei ? tildømis til hetta portrettið. Og so dámar mær einsemi eitt sindur ov væl.
So tær dámar harða journalistiska coctailin við nógvum smøjarum og kaffi?
Sjáldan sært tú meg uttan vistfrøðiliga reyðrótasevju í aðrari hondini og eina líka so vistfrøðiligari gularót í hinari!", sigur hon.
Ein droymari
Brynhild lýsir seg sum ein droymara av tí aðru verð. Hon droymir bæði um dagin og um náttina
? Eg havi eisini altíð dagdroymt ? sum oftast, tá eg skal leggja meg. Tá seti eg gongd á onkran totalt órealistiskan heilafilm um, at eg t.d. í eini handavending bæði lætni 10 kilo í einum fitnessentri og gandi mína íbúð til eina Bo Bedre-reklamu. Eg droymi annars garvillar náttardreymar ? also í svøvni ? har eg berjist móti leyvum og gorillum og detti niður í flogførum við Ivani í sjónvarpinum undir liðini á mær og sovorðið. Kanska er Ivan ivin?, spyr hon retoriskt.
Dreymarnir hjá henni hava altíð verið ein náttúrligur partur av hennara mentalhygieinu. Sorgin at missa pápa og mammu sína setur eisini síni spor í dreymarnar.
? Tá eg droymdi, at mín deyða mamma bankaði uppá og segði, at hon hevði fingið "eykaloyvi" (mann er væl barn av brennivínsforboðnum í Føroyum, og hetta avspeglar enntá dreymálið!) at heinta mín deyða pápa, sum sat lamsligin í mínum stóli í stovuni, ? tá visti eg, at skuldi víðari og sleppa krampakenda takinum í sorgini, fortelur naski journalisturin at enda.