Hann kom sum eitt óløgi inn á politiska pallin í 1974. Við sínum
bersagna og víðgongda framferðarhátti fór hann í kríggj ímóti vinstravendu
reyðu bylgjuni í Føroyum.
Globala eystur- og vestur orrustan fór eisini fram á føroyska vígvøllinum,
og alvápnaður við hvøssum penni og brasnum mussaskøði stríddist Breckmann fyri vesturlendskum áhugamálum.Kommunisman í Føroyum fekk sín argasta fígginda, og hann æt Óli
Breckmann.
Hann er uttan iva ein av mest umstríddu persónunum í Føroyum í nýggjari tíð.
Meðan nøkur hámeta hin nú 56 ára gamla havnarmannin, eru onnur, ið ikki kunnu torga
hann.
Rokið, sum plagdi at vera um fyrrverandi blaðstjóran á Dagblaðnum, er linkað seinnu árini, men av og á hoyrast gleps frá Breckmann, ið minna okkum á dagarnar, tá stríðið millum høgra og vinstra í Føroyum var í hæddini.
Í november í ár kann Óli Breckmann hátíðarhalda sín 30 ára dag sum
tingmaður. Vit hava sett hittinorðaða politikaranum stevnu, og hann er fúsur at
siga frá sínum fyrimyndum, framtíðarætlanum, og hvussu Breckmann-spjaldrið
hevur ávirkað hann og familjuna.
Mín natúr
Tað er fáur-um nakar- føroyskur politikari, ið hevur verið í so mongum hvøssum orðadráttum sum Óli Breckmann í sínum politiska yrki. Gjøgnum serliga sjeyti- og áttatiárini var hann dagliga í stríði við fólk á føroyska vinstravonginum.
Óli hevði sín eyðkenda stíl. Nú 56 ára gamli havnarmaðurin var ógvuliga víðgongdur í sínum høgravendu sjónarmiðum. Hansara útsagnir fingu javnan fólk á vinstravonginum at ilskast.
Samfelagskjakið í Føroyum var til miðskeiðis í nítiárunum miðsavnað í politiskt heftu bløðunum, har Sosialurin (og Fjúrtandi) vinstrumegin og Dagblaðið høgrumegin javnan vóru í opnum stríði.
-Ert tú ímynd av politiskum stríðsmanni, ber illa til at vera rundur og hugnaligur í eygunum og oyrunum á fólki. Tú verður valdur fyri ikki at vera bleytur. Tað hevur ongantíð verið mín natúr at fara hóvliga fram, og eg havi óivað stygt nógv fólk frá mær. Skalt tú sum politikkari fáa fólk á tal, ber illa til at markera teg við stovupráti og vinglutum útsøgnum, sigur Óli Breckmann.
Fyrrverandi blaðstjórin á Dagblaðnum rósar mótstøðumonnum fyri taktiskt snildni.
-Mótparturin dugdi væl at spyrja mínar egnu floksfelagar, hvat teir hildu um meg og míni sjónarmið. Hetta varð sjálvsagt gjørt fyri at fáa spenning innanhýsis í Fólkaflokkinum, tó kortini uttan varandi úrslit, vísir fólkaflokstingmaðurin smílandi á.
Á skúlabonki
-Eg játtaði at stilla upp fyri Fólkaflokkin á vári 1974, men kortini við teirri treyt, at eg kundi taka meg av aftur listanum. Pápi var blivin sjúkur, og eg væntaði ikki, at hann fór at liva árið út, og tað gjørdi hann heldur ikki. Útlitini fyri at kunna verða valdur batnaðu út á summarið og heystið '74.
Í fyrstu roynd síni sum valevni fyri Fólkaflokkin eydnaðist Óla Breckmann at vinna sær tingsess á løgtingsvalinum í 1974. Hann hevur sitið á Føroya løgtingi síðan, og sostatt kann Óli í heyst hátíðarhalda sín 30 ára dag í løgtingunum.
Sjey ár frammanundan var hann farin undir at nema sær útbúgving í Edinburgh í Skotlandi. Til 1971 las hann enskt, latín og søgu á universitetinum har. Eftir lokna útbúgving í skotska høvuðsstaðnum flutti hann suðureftir til Onglands at lesa búskaparsøgu í býnum Bristol.
-Upprunaliga var ætlanin at lesa løgfrøði í Keypmannahavn, m.a. tí Torstein Petersen var løgfrøðingur, og honum hevði eg avbera stóra virðing fyri. Kortini avráddu eg og pápi, at eg skuldi lesa aðrastaðni enn í Danmark, um eg slapp inn, og tá eg fekk møguleikan í Edinburgh, var eg skjótur at taka av, fortelur Óli Breckmann.
Fólk við hægri útbúgving bera ofta orð fyri at vera varin, akademisk og fjølbroytt í sínum útsøgnum, men tað er ikki rætt at flokka Óla í henda bólk, sum heldur hinvegin altíð hevur verið eyðkendur fyri at hava ein víðgongdan politiskan hugburð .
- Tú mást minnast til, at søguliga hevur vinstrivongurin í nýggjari tíð verið væl betur lisin enn høgrivongurin. Her heima var støðan tann sama. Tað bar ikki til hjá mær vera tann varni, tí so hevði eg ikki havt nakran møguleika. Tú kanst ikki fornokta tíni lyndiseyðkenni. Eg varð noyddur at brúka intellektuellu stríðsamboðini hjá vinstravonginum ímóti teimum sjálvum, og tey gjørdust í øðini við meg, tí eg rætt og slætt hølvaði tey av við teirra egnu málberingum og hugtøkum, greiðir hann við glógvandi eygum frá.
Tað skuldi gerast lagnunnar speisemi, at Óli fór í starv á Studentaskúlanum í Hoydølum í 1974, sum av mongum varð hildin at vera eitt reiður hjá teimum vinstrahallu í Føroyum.
-Árini í Hoydølum vóru mikið mennandi. Tað var spennandi at vera víðgongdur konservativur í einum so sterkum vinstraumhvørvi. Harður andróður, men lítil og eingin persónligur fíggindaskapur. Á ungum árum er altíð spennandi at vera í andstøðu og at sleppa at greiða frá sínari sannføring, fortelur trítornaði havnarmaðurin.
Borgarligar fyrimyndir
Tá eg spyrji Óla, hvørjar hansara politisku fyrimyndir hava verið, setist hann eitt sindur afturá og hugsar seg um.
-Fyrimyndirnar broytast við aldrinum. Sum ungur og brasin fjeppast tú meira uppi í teim víðgongdu. Ikki slepst undan at nevna Thorstein Petersen og Jóannes Patursson, sum báðir ávirkaðu meg nógv. Bóndin fyllir kanska minni í dag, enn hann gjørdi tá. Einum manni sum A.C. Evensen havi eg fingið stóra virðing fyri, tí hann tordi at ganga egnar leiðir. Hákun Djurhuus má eg eisini nevna, tí hann var ein gløggur og snildur telvari at samstarva við, heldur fólkaflokstingmaðurin.
Spurdur, hvørjar útlendsku fyrimyndirnar eru, fara eyguni hjá Óla at lýsa, tá hann avgjørdur nevnir nøvn sum William Pitt (y), Lincoln, Churchill og Kerrensky, sum hóast hann varð jarðaður av bolsjevikkisku kollveltingini stríddist manniliga fyri russiskum fólkastýri. Úr hansara politisku samtíð ynskir Óli eisini at nevna Margareth Thatcher og Ronald Reagan, sum bæði vóru virðilig umboð fyri borgarligan politikk, serliga í áttati-árunum.
Kostar sosialt
Tað eru óivað mong í føroyska samfelagnum í dag, sum ikki hava bestu skoðsmálini at geva Óla Breckmann. Spurdur, um hansara ofta umstríddu meiningar og framferðarháttur hava kostað honum nógv á sosiala økinum, er hann skjótur at svara, at tað hevur taÝðavgjørt.
-Velur tú eina tilveru sum politiskur boksari, mást tú skjótt venja teg til at liva eitt sindur einligt. Mítt lyndið hevur hinvegin ongantíð verið, at eg havi kent meg noyddan at vera miðdepil í einum sosialum meldri. At vera partur av tí "betra akademiska ella sosiala slagnum" hevur ongantíð verið nøkur tráan, men hinvegin dámar mær at vera saman við góðum fólki, vísir hittinorðaði tingmaðurin á.
Politiski ideologurin leggur afturat, at tað fellur honum tungt at gníggja albogar á bonaðu gólvunum, sum hann málber seg.
-Eg royni at skáka mær undan móttøkum, um tað ber til. Eg havi ongantíð leitað eftir stórum formellum samkomum. Mær hevur altíð dámt betur smærri samverur. Nógv heldur ein føðingardag, brúdleyp, privat veitslulag enn eina móttøku. Eg kenni meg aldri væl á móttøkum-serliga almennum, og eg leiti mær tá heldur yvir at einum vindeyguni at hyggja út. Mær dámar nógv betur at tosa við fólk eitt og eitt ella tvey og trý saman enn at vera í meldrinum einari størri veitslu. Kortini havi eg ongan trupulleika at hava 200 fólk frammanfyri mær, tá eg skal siga nøkur væl vald politisk orð. Eg havi ongantí havt lampu-, mikrofon- ella linsufepur sigur Óli Breckmann.
Fyrrverandi blaðstjórin sigur seg leggja nógv fyri at varðveita síni gomlu vinarløg. Óli sigur seg gerast ómetaliga sorgarbundnan, tá tað av misskiljing ella av politiskum ávum onkuntíð er komið fyri, at fólk úr vinarskaranum leggja hann undir ikki at vera hollan. Tí hansara vinaløg eru ómetaliga virðismikil, sum hann kennir nógv fyri.
Spjaldrið Breckmann
-Nei tað hevur ikki altíð verið lætt hjá familjuni at hava Breckmann-spjaldrið á sær. Teimum hevur onkuntíð verið kastað fyri at vera "hørð" høgrumegin, ella at tey hata sosialistar. Eg vóni ikki, um míni skyldfólk hava verið noydd at krúpa í eitt músahol ella biðið umbering fyri at eita Breckmann.
Óli er rættiliga avgjørdur, tá eg spyrji hann um, hvussu hinir limirnir í Breckmann familjuni hava kent tað at hava ein pápa, mann ella beiggja, sum er so umstríddur sum Óli hevur verið seinastu 30 árini.
-Hjá børnunum hevur tað verið eitt sindur øðrvísi. Eg haldi ikki, at tey hava verið happað, men tey hava sum minni spurt meg um, hví teirra javnaldrar hava hildið okkum verið rík. Eg royndi so at greiða teim frá, at tað helst komst av, at eg fekk tvær lønir sum politikari, men at mamman arbeiddi heima. Tað skal leggjast afturat, at børnini fóru ikki í skúla, fyrrenn eftir at høgra- og vinstrakjakið var dalað munandi í Føroyum, sigur Óli Breckmann.
Tað hevði helst verið meiri buldraligt hjá teimum, um tey vóru í skúlaaldri í sjeyti- og í áttatiárunum, skoytir hann uppí.
Sigarin og sloyfan
Sigarin og sloyfan hava verið ytru høvuðseyðkenni hjá Óla øll árini sum politikari. Eg spyrji hann um upprunan til hesi eyðkenni.
Óli Breckmann fortelur, at hann byrjaði ikki at roykja sigar, fyrr enn hann varð 23 ára gamal. Hann helt ikki tað hóskaði at festa sær í sigarina, áðrenn fyrsta útbúgvingin var fingin til høldar. Bæði pápin og gubbi Óla royktu sigar, og hesin vani er helst sprottin frá teimum báðum.
Sloyfan hjá tingmanninum hevur sín uppruna seinast í sekstiárunum. Óli var snøgt sagt troyttur av klædna (ella rættari "klodda")stílinum hjá 68-ættarliðum, sum hann samanber við eina gongu á veg í rætt til áseyðaroyting, og tí fór hann í hitt borðið. Fyri at mótmæla pesjuta og politiskt regimenteraða 68-ættarliðum læt Óli seg í slips, skjúrtu og jakka, meðan hann las á universitetunum í Edinburgh og Bristol. Eftir lokna útbúgving helt hann á við sama klæðnastíli, sum seinni eisini fór at fevna um eina sloyfu.
-Bretskir blaðmenn og blaðstjórar gingu vanliga við sloyfu . Hákun Djurhuus gjørdi tað eisini, og eg helt hon klæddi væl. So fá brúka hana, og enn færri duga at binda sloyfuknút. Sloyfan og sigarin gjørdist mín vani ella óvani, um tú vilt, eins og onnur drekka vín ella øl, roykja franskt ella pípu, sigur fyrrverandi blaðstjórin.
Óli eigur í dag einar 50 sloyfur, og hann keypir 2-3 nýggjar um árið.
Familjan
Óli Breckmann gekk leingi sum gamal drongur, áðrenn hann sum 33 ára gamal varð giftur. Hann hevur ongantíð dult fyri, at konan Birna er besta hálið hjá honum nakrantíð.
-Áðrenn eg møtti Birnu fylti undirvísing og serliga politikkur ómetaliga nógv, og eg hevði snøgt sagt ikki stundir til stórt annað. Hóast politikkurin framvegis er bæði arbeiði og ítriv, broyttust raðfestingarnar í lívinum munandi, eftir eg gjørdist familjumaður, sigur Óli.
Birna og hann eiga í dag fimm børn.
-Birna hevur verið sera tolin, tí eg havi verið nógv upptikin og burturstaddur í politiskum arbeiði hesi árini. Hon hevur lært børnini at vera trúføst, ærlig, samvitskufull, ruddilig og fólkalig, øll somul týðandi eginleikar.
Framtíðin
Í november hevur Óli Breckmann sitið á Føroya Løgtingi í 30 ár. Fyrr ella seinni fer tann dagurin at koma, har Óli má takka fyri seg í føroyskum politikki. Tí sleppur eingin undan. Eg spyrji hann, hvat hann ætlar at takast við, tá hann ikki longur verður partur av politiska lívinum í Føroyum.
-Eg fari við vissu at skriva. Tað eru ómetaligir nógvir persónar í føroyskum samfelagum, sum hava avrikað ófatuliga nógv, og teir hava uppiborið, at onkur skrivar um teirra avrik. Tak eitt nú John Dam, brøðurnar Hans Pauli og Kaj Johannesen og Eiler Jacobsen. Hesir og aðrir eru menn, ið hava breyðføtt mangar familjur, og vit skylda teimum at greiða fólki frá teirra lívsverkum. Skrivaða orðið vigar nógv, og tað er tað minsta, vit kunnu geva hesum framskygdu monnum. Unga ættarliðinum tørvar aðrar hetjumyndir enn bert popp-, film- og ítróttarstjørnur. Tey mugu vita, hvussu vit fáa matin í munnin og klæði á kroppin, heldur Óli Breckmann.
Hann leggur afturat, at tað óivað verður torført at halda seg heilt burtur frá politikki, og tí er als ikki óhugsandi, at hann fer at arbeiða handan tjøldini, sum hann málber seg. Politisk upplýsing er so mangt annað enn at leggja komandi politikarum góð ráð.
Spurdur, um hann hevur ætlanir um at skriva endurminningar um sítt drúgva politiska virki, svarar Óli at enda, at tað er als ikki óhugsandi.