Til minnis um vinmannin Regin Hansen

Tað var sera hugstoytt, tá ein vinmaður ringdi til mín tíðliga mánamorgunin tann 16. august, og bar mær tey tungu boðini um at Regin far farin frá okkum

Hóast eg visti at Regin hevur verið heilsuveikur tey seinastu tvey árin, so varnaðist tað meg ikki at fáa hesi boðini. Eftir samrøðuna mátti eg seta meg stillan eina løtu, og staðfesta, at nú var aftur ein av mínum góðu og trúføstu vinum ikki meira.
Seinnapartin leygardagin sat Regin so lívsfróður inni í stovuni heima hjá sær sjálvum, tá hann byrjaði at føla seg illani til passar, og út á seinnapartin sunnudagin bleiv støðan so hættislig at hann bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið, og áðrenn midnátt sunnukvøldi, andaðist hann stillisliga, 70 ára gamal. Hósdagin 12. august hevði hann verið á Eiði í 90 ára føðingardag hjá mostrini.
Regin var ættaður úr Nólsoy, fór sum flest allir unglingar tá í tíðini til skips, tá skúlatíðin var av, og sigldi hann bæði við sluppum og trolarum, eisini róðu hann út nøkur summar í Grønlandi.
Tá Regin hevði verið til skips í nøkur ár, gavst hann við sjólívinum, og fór undir timburarbeiðið saman við pápanum og beiggjanum, og er tað eisini frá tí tíðini sum timburmaður, at tey flestu kendu Regin.
Regin varð giftur við Oddfríð Wang úr Froðba, tey fingu trý børn, dóttrina Birgittu og synirnar Jóhan og Lauritz, og barnabørnini eru tvey.
Tá eg í 1971 skuldi fara undir at byggja hús í Havn, var tað tá mín góði vinur Skála Palli, sum gjøgnum son sín skaffaði mær tríggjar fittar og raskar nólsoyingar at byggja húsini. Hesir vóru Regin, beiggi hansara Eyðin og Jalgrím Jacobsen, sáli vanliga nevndur Jalli, allir tríggir tá ógiftir. Harafturat luttóku eisini í arbeiðinum pápi teirra Olevinus og svágurin Tummas, vanliga nevndur Tummas á Hólmi.
Betri vælgjørdari og fittar menn enn hesar fimm nólsoyingar kundi eg neyvan fáa til at smíða húsini, tað sum sermerkti teir allar var, hvussu lagaligir teir vóru í allar mátar, tá tað kom út ímóti endanum av arbeiðinum, tá innrættan skuldi gerast, og tá vit vildu hava veggir, skáp o.a. flutt og broytt, so var hetta ongantíð nakrar trupulleiki. Gloymi heldur ongantíð tær góðu og hugnaligur løtur vit mangan høvdu uppi við Hoyvíkstjørn meðan húsini stóðu í ger, tá var tað meira frítt enn tað er í dag, hús okkara og trý onnur stóðu tá í ger har um leiðir. Tað var mangan hugnaligt at fara framvið, og sita og nýta ein kaffimunn saman við hesum fimm hugnaligu og stuttligu nólsoyingum, sum altíð høvdu okkurt skemtiligt at bera fram.
Síðani gingu nøkur ár til eg ein vakran summardag í 1976 møtti Regin og Jalla á Kongabrúnni, og sjálvandi fullu vit í prát saman, eftir at vit ikki høvdu sást síðani húsini vóru bygd. Tá var Regin vorðin giftur og var eisini blivin pápi, og í prátinum fekk eg eisini at vita, at Regin hevði keypt grundstykkið uppi við Hoyvíkstjørn, beint eystanfyri húsini hjá okkum. Tá Regin síðani fór at byggja húsini seinast í sjeytiárinum, komi vit at síggjast meira, og við tíðini komu tøtt vinabond at verað knýtt millum heimið hjá Regin og Oddfríð í Fútalág 12 og heim okkara í Tjarnarlág 4.
Eg og Regin komu at hava eitt so tætt knýtt samstarv, at tað er trupult at útgreinað. Hvørja ferð tá eitt ella annað skuldi gerast heima hjá okkum ella hjá teimum, so hjálptu vit altíð hvørjum øðrum, og uppbygt bleiv eitt so stórt vinalag, álit og trúvirði millum okkum báðar, sum tað á nakran hátt kann gerast millum tveir persónar her á fold. Tá nakað stórt umvælingararbeiðið skuldi gerast, so varð farið oman til Regin, og hóast hann til tíðir tókst við okkurt arbeiðið og hevði nógv um at vera, so legði hann alt frá sær, og gav sær altíð stundir til mín.
Regin hevði tað best, tá hann hevði nógv um hendi av handaligum arbeiði at gera. Tað sum serliga sermerkti Regin var, at hann var av tí rættað gamla skúlanum, einki skuldi koyrast burtur, men nýtsla skuldi og kundi fáast burturúr øllum. Altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond, tá heitt varð á hann, og Regin hevði eisini tær ómetaligu góðu gávur, at hann var arbeiðssamur og brúkti skil og skynsemi við øllum, ið hann tókst við. Var hegnismaður burturav, dugdi alt og hevði skil fyri øllum handaligum arbeiðið, og var eina standandi at koma við góðum ráðum um alt.

Hann var framúr vælgjørdur í øllum tí, ið hann tókst við, gekk høgt uppí, at dagsins verk skuldi síggja gott út í fólksins eygum, tað vóru fá sum spurdu um hvussu skjótt arbeiðið varð gjørt, men at tað vóru fleiri sum eygleiddu hvussu arbeiðið varð gjørt. Regin hevði, frá skaparans hond, fingið tær góðu gávur, at hann var bæði treiskur og tolin, og kom hetta sostatt eisini at verað hansara stóra styrki ígjøgnum alt lívið, tí hvussu illani tað mangan gekk í hond, ja so gavst hann ikki, fyrr enn arbeiðið varð útint.

Tí varð tað eisini, ein vøkur løta í dómkirkjuni hósdagin 19. august við jarðarferðina hjá Regin, tá dómprósturin byrjaði talu sína við at endurtaka orðini í øðrum ørindi úr vakra sálminum hjá Linu Sandell, "Sum tín dagur skal tín styrki vera" og endurtók eisini somu orð úr 5. Mósebók, kapittul 33. Eftir prædikuna bleiv hesin sami sálmur hjá Linu Sandell: "Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái" sungin við fullsettari dómkirkju. Trúgvi at øll tey mongu, sum vóru samlaði hendan dagin í dómkirkjuni, mundu verað samd um, at hendan jarðarferðin lýsti persónin Regin til fulnar.

Saknurin og tómrúmi í grannalagnum her í Tjarnarlág er stórt, nú eingin Regin er at síggja meira, tí her í gøtuni var hann ofta at síggja, og var blivin ein gøtumynd, men uppaftur størri er hetta hjá tykkum góða Oddfríð, Birgitta, Jóhan og Lauritz, sum mist hava ein góðan og trúfastan mann, pápa og abba, og sum eisini hevði so nógva umsorgan fyri tykkum øllum.
Tankarnir eru hjá tykkum øllum í hesi sorg tykkara, sum rakti tykkum so brádliga, við ynski um, at Harrin ríkliga skal signa og styrkja tykkum í sorgini.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið og æru yvir minnini um kæra og trúfasta vin mín Regin Hansen.

Páll