kvinnu við høgari útbúgving, sum segði, at hetta var tað, ið átti at verið gjørt, og hon helt, at góður møguleiki var fyri at fáa tað samtykt. Tað hon førdi fram, var, at nú hevur løgmaður í ólavsøkurøðu [...] men hvat ein meiriluti av tjóðini helst vil hava. Aðrastaðni er tað kent, at veljarar kunnu venda sær til landsins lóggávuvald við lógaruppskotum, ið síðan verða løgd fyri fólkið til atkvøðugreiðslu. [...] fáa eina slíka vallóg til fólkaatkvøðu, ikki varð fylgd av løgtinginum, og síðani samtykt av tí, um so var, at ein meiriluta av teimum, sum greiddu atkvøðu, tóku undir við uppskotinum.
ið hava áhuga fyri íløguspælinum hjá Kaupthing og Sosialinum. Tað er greitt, nú bert 3 dagar eru eftir til íløguspælið fer av bakkastokki. Mikukvøldið varð skipað fyri kunnandi tiltaki og hugnakvøldi í [...] sølumaður hjá Kaupthing, heldur, at tey tilkomnu í stóran mun hugsa um pensjónina, tá tey gera íløgur í partabrøv, og í so máta kann hetta spælið vera við til at geva teimum nakrar góðar ábendingar. Ivasamt [...] at keypa partabrøv, og at hetta kann fáa adrenalinið í gongd hjá nógvum, eins og onnur spøl, sum snúgva seg um pening. Hinvegin ynskir Kaupthing eisini at vekja áhugan hjá teimum ungu, tá tað kemur
skrúgongu oman í býin, har røður og tónleikur vóru á skránni. Taka vit tónleikin fyrst, so var tað Finnur Jensen, sum stóð fyri hesum. Og hann dugdi bæði at syngja og undirhalda. Serliga tá hann kom til [...] nakað hvassari. Hon legði eftir teimum, hon kallaði moralskar krimpireyvar og sýtti fyri, at hesar skulu umboða hana. Bíblian hevur ofta verið nýtt sum argument í kjakinum, og hetta fekk Marnu Jacobsen at [...] Paulus, sum skrivaði hópin av brøvum til fólkabólkar og greiddi teimum frá, hvussu tey áttu at liva. – Og í Føroyum eru tað so nógv sum eita Paulus og vita betur enn onnur, hvussu vit skulu liva, soleiðis
koma úr okkara høvdum, og ikki úr okkara uml. 96.000 lógvum! Nakað soleiðis tók ein kendur retorikari og politikari til, tá ið orðið var givið frítt til orðaskifti millum áhoyrarar og pallborðsfólk. Hesin [...] varð skift orð um ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi viðvíkjandi gransking og útlitini fyri at vitanarsamfelagið, og við tí hægri politiskari raðfesting av gransking, av álvara skal fáa tryggari fótafesti [...] universitet. Tær peikaðu m.a. á tey vánaligu hølisviðurskiftini og manglandi lestrarumhvørvið, sum krevst fyri at fáa næmingar at støðast og kanska fara víðari í lestri sínum. Human Capital – menniskjatilfeingi
sær fyri við Mazda2 at gera ein lættari bil, og tað hevur eydnast teimum at gera ein bil, sum er millum 100 og 200 kg lættari enn kappingarneytarnir. Hetta fyri at gera bilin meira orkusparandi og lættan [...] Mazda2 er meira til tey tilkomnu, vendir hesin nýggi sær serliga til unga ættarliðið. Nýggi Mazda2 hevur einki við forgangaran at gera – tað einasta teir hava til felags er navnið og støddin, sum er áleið [...] trygdina. Mazda2 kemur í fyrstu atløgu at fáast við tveimum 1,3 litra motorum við ávikavist 75 og 86 hk og einum 1,5-litra motori við 103 hk. Seinni kemur eisini ein 1,4 litra dieselútgáva. Bilurin er gjørdur
Thorsteinsson og Katrin Holm - John Lawton og Deiggj, fantastiskt. Teir minna um tað tíðina, tá ogor gingu í TB-húsið, ungdómsárini. Ogor hava altíð lurta eftir Uriah Heep og John Lawton. Uriah Heep og John Lawton [...] tónleikararnir verða viðfarnir. Teir hava fyrireikað seg og vant í 14 dagar, men hava ongantíð fingið eina endaliga skrá. Nógvir av teimum fáa ongar pengar fyri tað, gjalda alt sjálvir, eisini ferðina suður. Tá [...] gestablíðir, sjálvironiskir og so banna teir so forbannað illa! -- Ann-Britt Borg og Heidi Bjarkhamar Jóansøkufestivalurin er orduliga góður – umhvørvið hugnaligt. John Lawton og Deiggj - fínt. Teir samla
hevur bundið uppá børn og ommubørn gjøgnum árini, og røsk er hon framvegis. Hon er sera virkin pensjonistur, og hon er við í pensjonistafelagnum og tilhaldinum har vesturi, og hon ferðast eisini við p [...] foreldrini vóru Elsupu og Wenningsted Hansen. Sannetrina er elst av seks systkjum, tveir brøður og fýra systrar. Systrarnar giftust allar til Sørvágs. Eftir á lívi eru bara Sannetrina og næstyngsta systurin [...] Andrias á Túvala. Hann var sonur Ragnhild og Andrias Jensen á Túvala. Sannetrina og Andrias fingu seks børn. Tey eru Jonna, Pauli, Ragnhild (Gugga), Wenningsted, Elian og Zakaria. Tey búsettust øll í Sørvági
hendi lítið og einki. Blair og New Labour skuldu finna síni bein og sín form – øll tann nýggja ideologiin skuldi setast í verk og hetta var ikki sum at siga tað. Men so kom annað valskeið og ferð kom av [...] álvara á nýskipanararbeiðið og tað við lít. Heilsuverk, almannaverk og útbúgvingarskipan – alt var umskipað til eitt nútímans humant og vælvirkandi vælferðarsamfelag. Minstaløn og sosialur bústaðarpolitikkur [...] hann í føvningin á Bush, og var hetta byrjanin til endan á eini glæsiligari politiskari starvsleið. Hví ein so vitugur og lærdur maður sum Blair læt seg blinda av Bush er fyri teimum flestu ein gáta. Sama
Guardian fagnar Tony Blair fyri at hava moderniserað Bretland og leggur dent á, at Blair veruliga hevur arbeitt fyri at betra umstøðurnar hjá teimum, ið ikki høvdu nógv at liva fyri frammanundan. The Guardian [...] kunnu mátast og vigast, hevur Tony Blair eisini staðið fyri stórum frambrotum. Gamla Bretland er í dag eitt altjóða fyrimynd, tá talan er um opinleika, og landið er sum heild meira altjóðakent og kosmopolitiskt [...] størsti flokkur norðanfyri markið, og tað er ein sera dyggur smeitur fyri Labour, hvørs háborg altíð hevur verið í Skotlandi. Hetta var ein seinasta heilsan frá veljarunum, og boðskapurin var ikki til at fara
hann felagið, fyri at kenna veruliga rákan av stórleika og snildi í sálini. Finnur Helmsdal er giftur Jóruni hjá Samson í Vestmanna og tey eiga børnini Olgu, Mikkjal, Samson og Olivur. Og nú hann fríggjadagin [...] Miðvági og landsverkfrøðingin Mikkjal. Ein av mongum ungum føroyingum, ið setti sær fyri at byggja landið eftir stríðsárini. Við ófatiliga víðskygninum og eini ómetandi framskrúvu, runnu stovnurin og maðurin [...] Finnur fótaði sær og vegaði rás á øðrum stíggjum. Við sínum góða forstandi gekk leiðin niðan í Hoydalar, har Erik og Haraldsen og aðrar góðar kreftir royndu at temja hendan krappa og bráðræsna ungdómin