Vallóg til fólkaatkvøðu

Leingi hevur tað undrað meg, at eingin hevur lætist um vón, eftir at eg setti fram uppskot um at vit fingu okkum eina vallóg sum tryggjar øllum pørtum av landinum og báðum kynum rættvísa umboðan á Føroya løgtingi

Men nú er onkur farin at kvaklast við. Herfyri tosaði eg við eina kvinnu við høgari útbúgving, sum segði, at hetta var tað, ið átti at verið gjørt, og hon helt, at góður møguleiki var fyri at fáa tað samtykt.

 

Tað hon førdi fram, var, at nú hevur løgmaður í ólavsøkurøðu síni boðað frá, at vallógin skal vera samtykt við eini fólkaatkvøðu. Tí er spurningurin ikki, hvat ið sitandi løgting heldur vera rætt, men hvat ein meiriluti av tjóðini helst vil hava.

 

Aðrastaðni er tað kent, at veljarar kunnu venda sær til landsins lóggávuvald við lógaruppskotum, ið síðan verða løgd fyri fólkið til atkvøðugreiðslu. Í okkara skipan verður einki sagt um hetta, men løgið hevði verið, um ein áheitan frá einum stórum parti av veljarunum um at fáa eina slíka vallóg til fólkaatkvøðu, ikki varð fylgd av løgtinginum, og síðani samtykt av tí, um so var, at ein meiriluta av teimum, sum greiddu atkvøðu, tóku undir við uppskotinum.