- Útviklingin í framtíðini kann bara koma úr okkara høvdum, og ikki úr okkara uml. 96.000 lógvum!
Nakað soleiðis tók ein kendur retorikari og politikari til, tá ið orðið var givið frítt til orðaskifti millum áhoyrarar og pallborðsfólk. Hesin hevði, eins og uml. 30-40 onnur, leita sær oman í Vágsbotn í Miðlahúsið á kjakfund, sum snúði seg um Fróðskaparsetrið og tær heldur ivasomu umstøðurnar kring stovnin, serliga tær manglandi raðfestingarnar.
MFS – Meginfelag Føroyskra Studenta – skipaði fyri kjakkvøldinum. Hugskotið til tiltakið kom eftir at limir í MFS, sum hava lisið á Fróðskaparsetrinum, hava lagt til merkis tær vánaligu hølisumstøðurnar og manglandi lestrarumhvørvið hjá teimum lesandi. Durita L. Jóansdóttir, limur í MFS og ein av fyriskiparunum av tiltakinum, skilir ikki hví umstøðurnar stórt sæð ikki eru broyttar síðan Setrið var stovnað í 1965.
Kjakkvøldið eydnaðist heilt væl, tí rættiligt kjak tók seg upp í seinna partinum av kvøldinum, eftir fýra framløgur høvdu verið. Her varð skift orð um ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi viðvíkjandi gransking og útlitini fyri at vitanarsamfelagið, og við tí hægri politiskari raðfesting av gransking, av álvara skal fáa tryggari fótafesti her á landi. Bæði vóru meiri dapurskygdari lýsingar havdar á lofti. Men eisini peikaðu summi á, at broyting var á veg í samfelagnum viðvíkjandi tí almenna hugburðinum til gransking og framleiðslu av nýggjari vitan.
Fyrst søgdu tveir næmingar á Setrinum, Durita L. Jóansdóttir og Rúna Jacobsen, frá sínum upplivingum av at ganga á setrinum. Tær prátaðu eisini um hvussu tær upplivdu Setrið í mun til onnur útlendsk universitet. Tær peikaðu m.a. á tey vánaligu hølisviðurskiftini og manglandi lestrarumhvørvið, sum krevst fyri at fáa næmingar at støðast og kanska fara víðari í lestri sínum.
Human Capital – menniskjatilfeingi
Síðan peikaði samfelagsfrøðingurin Rúni Rasmussen á týdningin av, at eitt samfelag raðfestir gransking og vitan høgt. Tað er ikki endiliga náttúrutilfeingið hjá eini tjóð, ið aleina avger vælferðina hjá borgarum og framgongdina hjá hesi tjóðini. Fleiri tjóðir í heiminum, sum hava ríkt náttúrutilfeingi, t.d. olju, hava stórar trupulleikar at dragast við av tí, at útbúgving og gransking ikki hava verið raðfest nóg høgt. Hann legði dentin á, at við at raðfesta útbúgving høgt, verður menniskjatilfeingi raðfest høgt og lunnar lagdir undir framgongd fyri samfelagið.
Í bjarglendi
Jóan Pauli Joensen nam í síni framløgu við søguna hjá setrinum, ymiskar útbúgvingar og broytingar, sum stovnurin er farin ígjøgnum. Hanus Debes Joensen, landslækni og fyrrverandi formaður í setursráðnum, segði um gransking og hægri undirvísing í Føroyum at tað var sum at ganga í bjarglendi. Fyrst skuldi tann eini fóturin standa tryggur, áðrenn hin varð fluttur.
Rektarin kom eisini inn á møguligar orsøkir til, at umstøðurnar eru sum tær eru. M.a. hevði hann frammi, at Fróðskaparsetrið frá byrjan av var stovnað av nøkrum eldsálum, ið ikki høvdu eitt so tætt samband til politikarar. Av hesi orsøk hevur sambandið millum Setrið og politikaran verið so sum so. Og tí tann munavíst lága játtanin á fíggjarlógini.
Hugburðsbroyting ávegis?
Um staðfestingin, fyrst í greinini, ber boð um, at Fróðskaparsetur Føroya fer at verða raðfest hægri á komandi fíggjarlóg fer tíðin at vísa. Og tað tóktist sum um, at fólk vóru samd um framtíðin er spennandi viðvíkjandi gransingarøkinum, og um, at ein hugburðsbroyting úti í føroyska samfelagnum er í ferð við at henda. Orðingar úr Visjón 2015 sláa tað stórt upp, at Føroyar skulu mennast á granskingarøkinum. Men fíggjarlógin í ár ber ongi boð um hægri raðfesting, tí heldur ikki í ár fekk universitetið størri játtan.
-----------------------
Fakta:
• Fýra framløgur eftir: Rúni Rasmussen, samfelagsfrøðingur og deildarleiðari á Almannastovuni – Durita L. Jóansdóttir – Rúna Jacobsen lesandi á Setrinum – Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetur Føroya
• Mentamálaráðið varðar av Fróðskaparsetrinum
• Fróðskaparsetrið var sett á stovn í 1965
CITAT:
Úr Visjón 2015 (Grundarsteinur útbúgving)
Bert við einum felags bygningi fáa vit
fyrimunirnar við einum sterkum, lærdum háskúla.
Ein setursbygningur skal tí verða bygdur til
endamálið í Marknagili, har Fróðskaparsetur
Føroya hevur eitt stórt grundøki. Hesin
setursbygningur verður ein stoltleiki og eitt sterkt
andlit, bæði inn- og úteftir.”