Kunningartiltak um íløguspæl væleydnað

Fólk í øllum aldrum høvdu leitað sær í Miðlahúsið miku­kvøldið, har greitt varð frá um nýggja íløguspælið. Meðan tey yngru fegin vilja duga at gera íløgur, tá tey einaferð koma til pengar, so síggja tey tilkomnu íløgur sum ein møguleika til pensjónina

Tað skilst á øllum brøgdum, at tað ikki bert eru hug­sjón­arligir handilsskúla­næming­ar, ið hava áhuga fyri íløgu­spælinum hjá Kaupthing og Sosialinum. Tað er greitt, nú bert 3 dagar eru eftir til íløguspælið fer av bakka­stokki. Mikukvøldið varð skipað fyri kunnandi tiltaki og hugnakvøldi í Miðla­húsinum í Vágsbotni, har útvið 150 fólk høvdu funnið sær vegin fram. Lagt varð út klokkan átta við tónleiki frá Guðrið Hansdóttir, síð­ani varð greitt frá um íløgu­spælið og harnæst framløga hildin um partabrøv. Eisini bar til at fáa ein forsmakk upp á íløguspæli, tí teldur vóru settar upp, har ein kundi royna seg. Tiltakið vardi í umleið ein tíma.

Í skrivandi stund hava um­leið 850 meldað seg til íløgu­spælið, sum er á www.ilogur.fo.

Eggja ungfólki at hugsa um eftirløn

Fólk í øllum aldursbólkum vóru møtt upp, ung sum til­komin, og hetta avsannaði einhvønn mistanka um, at tað bert eru tey ungu, sum tíma at spæla sovorðið á al­nótini. Ein av fyrireikaru­num, Reimund Langaard, sølumaður hjá Kaupthing, heldur, at tey tilkomnu í stóran mun hugsa um pen­sjónina, tá tey gera íløgur í partabrøv, og í so máta kann hetta spælið vera við til at geva teimum nakrar góðar ábendingar. Ivasamt er hin­vegin, hvussu nógv tey yngru hugsa um eftirlønina, men tey hugsa kanska meiri um at læra seg at gera løn­andi íløgur, tá tey í fram­tíðini fáa pening millum hend­urnar.

- Eg havi varhugan av, at skúlanæmingar og ung fólk í heila tikið, sum ikki hava so nógvan pening í løtuni, fegin vilja læra seg kynstrið at seta pengar í skilagóðar íløgur, sigur Reimund Lang­gaard.

Hann afturvísir kortini ikki, at tað eisini er ein ávís­ur spenningur í at keypa partabrøv, og at hetta kann fáa adrenalinið í gongd hjá nógvum, eins og onnur spøl, sum snúgva seg um pen­ing.

Hinvegin ynskir Kaup­thing eisini at vekja áhugan hjá teimum ungu, tá tað kem­ur til eftirløn.

- Eg veit ikki hvussu nógv yngra ættarliðið hugs­ar um eftirløn, men vit vilja heilt víst eggja teimum til at gera sær tankar um hesi viðurskifti, sigur Reimund Langaard.

Ein íløguskúli

Eingin ivi er um, at hetta ikki bara er eitt spæl, men harafturímóti ein íløguskúli, har ein kann venja seg við at keypa og selja partabrøv og taka kjansir, uttan tó at seta sínar ognir upp á spæl. Hetta er eitt slag av ”learn­ing by doing”.

Íløgutíðarskeiðið hevur nógv at siga, tá tað kemur til partabrøv, og tá tosað verð­ur um eitt íløgutíðar­skeið upp á eitt longri ára­mál, so er stórur møguleiki fyri at fáa meiri burtur úr partabrøvum enn vanligum innláni í peningastovni.

Teir tríggjar mánaðirnar íløguspælið varir, frá 10. september til 10. desember, fer Sosialurin at koma við bakgrundstilfari og seta fokus á íløguspælið. Ætlan­in er at hava fastan tátt við grein/um og tilfari í hvørj­um mánadagsblaði og ann­ars aðrar tíðir, tá okkurt áhuga­vert hendir.