Veitsla og politikkur hvørt um annað

Í Føroyum eru vit uppdrigin av lokalumhvørvinum og ikki almenna rúminum. Tí tekur tað tíð at broyta ting, men 266 b er bara eitt fet rætta vegin í stríðnum fyri at bøta um viðurskiftini hjá samkyndum, var ein av boðskapunum á Føroya Pride, har politikkur og veitsla gingu hond í hond

Føroya Pride er av á hesum sinni. Tiltakið byrjaði seinnapartin fríggjadagin og endaði seinnapartin sunnudagin. Tað, sum savnaði flest fólk á hesum døgum, var skrúðgongan seinnapartin leygardagin. Ein skrúðgonga har hundraðtals hinskynd, samkynd, tvíkynd og transkynd úr øllum norðurlondum gingu lið um lið fyri sama endamáli: nevniliga at bøta um viðurskiftini hjá teimum, ið ikki hava somu seksuellu orientering sum tey flestu.

Breið semja var um, at samtyktin um at skoyta spurningin um kynsliga sannføring uppí grein 266 b í revsilógini, var eitt stórt fet rætta vegin. Hetta framgekk millum annað á fyriskipaða pallborðsfundinum í Norðurlandahúsinum. Eitt sjónarmið sum danski fólkatingslimurin Mogens Jensen framlegði, og sum hini tóku undir við.

– Nú mugu tit taka næsta stigið, men geri tað í hóskandi tempo, vóru ráðini frá framsøgumanninum í miðla- og mentanarmálum hjá socialdemokratunum.

Hini trý sum luttóku til pallborðsfundin vóru svenski politikkarin Johan Tiedemann, tjóðveldismaðurin Finnur Helmsdal og Ásta Ósk Hløðversdóttir, forseti í ANSO, sum er norðurlendski felagsskapurin hjá samkyndum undir útbúgving, ið skipaði fyri Føroya Pride.

Finnur Helmsdal tók undir við Mogens Jensen og segði, at tað fara ting at henda á økinum aftrat, men at tað hvørki verður í dag ella í morgin, sum hann tók til.

– Í Føroyum eru vit uppdrigin av lokalumhvørvinum og ikki almenna rúminum. Tí tekur tað tíð at broyta ting, vísti hann á.

 

Ikki komin á mál nakrastaðni

At tað er langt eftir á mál vóru tey samd um til pallborðsfundin, og tað framgekk eisini í røðunum, ið vórðu hildnar seinni um dagin á Vaglinum.

– Men enn eru vit ikki komin á mál nakrastaðni. Tað er tó ymiskt hvussu langt er eftir frá landi til land, staðfesti Mogens Jensen uppi í Norðurlandahúsinum. Hvat er so málið kundi ein hóskandi spurt. Svarið er ikki einfalt, men heilt stutt er tað, at samkynd fáa neyvt somu rættindi eins og hinskynd. Tað vil siga, at samkynd til dømis skulu hava loyvi at ættleiða børn ella fáa kunstiga ísáðing.

Hetta fekk Ástu Ósk Hløðversdóttir at vísa á, at júst tí eru tiltøk sum Føroya Pride týdningarmikil.

– Tey halda lív í kjakinum, og soleiðis verða ting so líðandi broytt, segði hon.

Pallborðsfundurin var fínur sum upplýsandi tiltak, men tað er synd at siga, at nakað kollveltandi nýtt kom undan kavi.

 

Mær dámar menn

Eftir pallborðsfundin, tað vil siga klokkan 14, vóru fólk savnað uttanfyri Norðurlandahúsið; klár at ganga skrúgongu oman í býin, har røður og tónleikur vóru á skránni. Taka vit tónleikin fyrst, so var tað Finnur Jensen, sum stóð fyri hesum. Og hann dugdi bæði at syngja og undirhalda. Serliga tá hann kom til sangin “Eg”, fekk hann fólk at flenna. Sangurin er best kendur fyri niðurlagið “Mær dámar menn...”, og snýr hann seg um ein samkyndan mann, sum bíðar eftir tí einasta eina. Finnur viðgekk eisini, at tá hann skrivaði sangin, hevði ikki ímyndað sær, at hann nøkur ár eftir fór at syngja hann á einum tiltaki fyri samkynd. Umframt henda framførdi Finnur Jensen eisini nýggja hittið “Havsins ríki”, gamla klassikararn “Herbergið” og loynilagið av útgávuni Førist ”Mín egna veg”.

 

Sjálvandi skrásett parlag

Fyrsta Føroya Pride var í 2005. Finnur Helmsdal gjørdi í røðu sínari greitt, at hann ikki var í iva um, at tað var akkurát tað tiltakið, ið setti gongd á tað, sum nú er hent á økinum í Føroyum. Somuleiðis vísti hann á, at Føroyar eru tað einasta landið í Norðurlondum, har skrásett parlag ikki er loyvt. Tað hóvar ikki manninum, sum saman við Annitu á Fríðriksmørk legði fram uppskotið um broyting av grein 266 b í revsilógini.

– Sjálvandi eiga vit at seta í gildi skrásett parlag í Føroyum! Heldur í dag enn í morgin, staðfesti Finnur Helmsdal, meðan fjøldin fagnaði honum. Finnur Helmsdal sigur tó, at málið ikki er búgvið at royna í tinginum enn, og tí roknar hann ikki við, at hvørki hann ella nakar annar fer at leggja tað fram.

At politikkur er uppi í Føroya Pride, ger hetta tiltak nakað øðrvísi enn líknandi tiltøk aðrastaðni í heiminum, har Gay Pride ofta er ein stór veitsla burtur av. Í Føroyum er Føroya Pride eisini ein veitsludagur, og tí kundi Johan Tiedemann sum fyrsti røðarin skemtiliga og skilagott staðfesta, at “party and politics” ofta gang hond í hond.

Dimmalætting skrivaði í gjár, at ársins Føroya Pride tiltak var minni merkt av politiskum spenningi enn undanfarna tiltak, og at tað helst var orsøkin til, at tiltakið ikki var eins væl vitjað hesaferð. Tað er møguliga ein partur av frágreiðingini, men ein annar partur er tann, at tiltakið var ógvuliga illa upplýst. Eitt nú stóð ongastaðni hvar skrúðgongan leygardagin byrjaði, og ætlaði tíðindafundurin varð avlýstur, tá eingin møtti upp, tí fyrireikarnir høvdu gloymt at upplýst hvar hesin tíðindafundurin skuldi vera. Tað er heilt einfalt ov vánalig fyriskipan!

 

Moralskar krimpireyvar

Skal mátast eftir fagnaði, látri og lógvabrestum, helt Marna Jacobsen bestu røðuna á Føroya Pride.

– Øll vit tilkomnu kenna Pride. Men tað er ikki hesi ferju, vit heiðra í dag hóast hon hevur tænt væl, legði hon skemtiliga fyri, áðrenn tónin gjørdist nakað hvassari. Hon legði eftir teimum, hon kallaði moralskar krimpireyvar og sýtti fyri, at hesar skulu umboða hana.

Bíblian hevur ofta verið nýtt sum argument í kjakinum, og hetta fekk Marnu Jacobsen at nevna Paulus, sum skrivaði hópin av brøvum til fólkabólkar og greiddi teimum frá, hvussu tey áttu at liva.

– Og í Føroyum eru tað so nógv sum eita Paulus og vita betur enn onnur, hvussu vit skulu liva, soleiðis at vit passa inn í fýrakantaða kassan, har “normaliteturin” býr, helt hon fyri.

Tiltakið á Vaglinum endaði við, at tjóðsangurin varð sungin.