Vágspoppur av Tvøroyri

Vit hittu gestir á Jóansøkufestivalinum og spurdu um teirra uppliving



Johanna Maria Thorsteinsson og Katrin Holm

- John Lawton og Deiggj, fantastiskt. Teir minna um tað tíðina, tá ogor gingu í TB-húsið, ungdómsárini. Ogor hava altíð lurta eftir Uriah Heep og John Lawton. Uriah Heep og John Lawton, full drøn frá í bilinum, eini 10 fólk vóru í einum taxa tá á veg í dans. Tað er ikki sum í dag, tá vóru ongar grensur.


--



Daniella Andreasen:

- Eg eri ónøgd við mátan tónleikararnir verða viðfarnir. Teir hava fyrireikað seg og vant í 14 dagar, men hava ongantíð fingið eina endaliga skrá. Nógvir av teimum fáa ongar pengar fyri tað, gjalda alt sjálvir, eisini ferðina suður. Tá teir so koma suður, er ongin móttøka. Teir mugu sjálvir finna útav at fáa sær at eta og gisting. Flestu tónleikabólkarnir fingu ikki eingongd ljóðroynd. Ikki tí, fólk eru blíð og fitt. Tað endaði við, at ein “lokal”, sum onki hevði við festivalin at gera, Anne Kirstin, gav okkum at eta. Burtursæð frá hesum, so eru teir suðringar, sum eg havi møtt, gestablíðir,

sjálvironiskir og so banna teir so forbannað illa!


--


Ann-Britt Borg og Heidi Bjarkhamar

Jóansøkufestivalurin er orduliga góður – umhvørvið hugnaligt. John Lawton og Deiggj - fínt. Teir samla ikki bara tey ungu, men eisini tey tilkomnu menniskjuni. Vit eru positivt ovfarnar yvir, hvussu hugnalit her er. Økið er væl valt. Man kann velja, hvar man skal vera. Inni á pubbini er meira intimt, úti stórt og frítt. Fínt man kann velja. Vit halda, at Teitur var suverenur, tí hann er so erligur, ektaður og hevur nøkur sjónarmið, ið viðvíkja ungdóminum”.


--

Turið Steinø og Ninna Steinø

Turið:

- Tað er fantastiska festligt her á Jóansøkufestivalinum

Ninna:

- John Lawton – at hugsa sær, at ein sovorðin gamal abbi ikki hevur mist eitt gramm av røddini, tað er djúpt fasinerandi. Hugsi um, hvat Deiggj hugsar, tá teir standa saman við einum sovorðnum ikonið. Deiggj vóru eisini heilt fantastiska góður”.



--


Sunniva Mortensen

- Dámi Side Effect orduliga gott....hatta er Industriel...Right in your face