Tað er at fegnast um, at talið av teimum, sum nýta rúsdrekka, er minkað í mun til kanningina, sum var gjørd fyri 16 árum síðan. Tá søgdu 13% av monnunum og 28% av kvinnunum seg als ikki drekka rúsdrekka. Hesi tølini í tí nýggjastu kanningini eru ávíkavist 16% og 31%. Blái Krossur fegnast um gongdina.
Tann stóri spurningurin, sum kanningin ikki svarar, er, hví hetta er so? Vit kunnu gera okkum ymiskar hugsanir um hetta; ein kann vera, at fyribyrgingararbeiðið, sum er gjørt frá ymiskum síðum í okkara landi, hevur havt jalig árin. Á sølutølunum hjá Rúsuni, síggja vit, at hugburðurin til nýtslu, er broyttur, soleiðis, at alsamt meir vín verður drukkið og minni av brennivíni. Møguliga er tað eisini ein hugburðsbroyting, sum er orsøkin til. at fleiri ikki nýta rúsdrekka – at tað er eitt tilvitað frával, tí fyrimunirnir við at velja rúsdrekka frá, eru fleiri enn fyrimunirnir við at nýta rúsdrekka!
Baksíðan av medaljuni
Miðalnýtslan í Føroyum, í litrum, hevur í sama tíðarskeiði verið vaksandi. Síðan 2003 hevur nýtslan tó verið rímiliga støðug, uml. 61 litrar fyri hvønn íbúgva yvir 15 ár. Tøl frá Rúsuni vísa, at nýtslan í litrum av rúsdrekka, var 49,3 litrar í 1993 og kom í hæddina í 2003, tá nýtslan var 62,8 litrar fyri hvønn íbúgva – ein vøkstur uppá 27%. At nýtslan í litrum er økt, samstundis, sum talið av teimum, sum ikki drekka rúsdrekka, er vaksið, má merkja, at tey, sum so nýta rúsdrekka, nýta meir av tí – í litrum – enn tey gjørdu frammanundan. Størri orsøk hevði verið at fegnast, um tølini fyri nýtslu vóru fallandi!
Verður hinvegin hugt eftir hagtølunum fyri nýtsluna í reinum alkoholi, er nýtslan fyrst økt fram til 2002, men er síðan minkað og var i 2005 6,6 litrar, og má hetta roknast sum positivt tá tosað verður um fólkaheilsuna.
Havast skal í huga, at tey hagtøl, vit nýta yvir rúsdrekkanýtsluna í Føroyum, eru bert fyri rúsdrekka, sum verður selt í Rúsuni og frá bryggjaríunum – og er tí ikki allur sannleikin. Eitt nú ferðast føroyingar munandi meir í dag, enn fyri 16 árum síðan, og tað munnu ikki vera so fáir litrar av rúsdrekka, sum koma inn í landið á henda hátt, og tí ikki verða skrásettir í nýtsluni. Rúsdrekka, selt ella skonkt ókeypis umborð á Norrønu og flogførinum hjá Atlantic Airways, eru t.d. ikki við í uppgerðini. Nevnast kann, at í Svøríki verður roknað við, at einans 52% av nýtsluni av rúsdrekka, er tað, sum verður selt í einkarsøluni, meðan 48% stava frá lógligum og ólógligum innflutningi. Skal ein samanbering gerast fyri Føroyar, man tað ikki verða eitt gott boð, at sølan í Føroyum er 75% av nýtsluni og 25% eru aðrastaðni frá? So tá samanberingar verða gjørdar, eitt nú av Hagstovuni, av rúsdrekkasøluni í Norðurlondum, so er vert at leggja til merkis, munin millum sølu og nýtslu av rúsdrekka.
Javnstøða ella ikki
Tað er at fegnast um, at á hesum øki, er eingin javnstøða. Enn eru tað menninir, sum hava fyrsta plássið, og her er einki hjá kvinnunum at stremba eftir. Hetta mynstrið er eisini týðiligt, tá tað kemur til tey, sum hava trupulleikar av rúsdrekka, og fara í viðgerð. Royndirnar hjá Blákrossheiminum eru, at uml. 15% av teimum sum koma í viðgerð, eru kvinnur. Eftir kanningini at døma, er hetta eisini ein natúrlig gongd, tá uml. 50% av kvinnunum siga seg ongantíð ella næstan ongantíð nýta rúsdrekka, meðan talið fyri menninar bert er um 30%.
Munir á økjum
Kanningin vísir, at har postnummarið byrjar við 6, er lægsta miðalnýtslan. Hetta er áhugavert. Verður hugt eftir, hvar hetta er, síggja vit bygdir sum: Saltangará, Runavík, Glyvrar, Toftir, Rituvík og Søldarfjørður: Frá einum Blákross sjónarmiði, er tað áhugavert, at tað er júst í hesum økjum, at Blái Krossur stendur sterkast, tá talan er um limir – tað kann verða orsøkin til at miðalnýtslan er lægst her.
Hinvegin hevur Vágoyggin tað keðiliga eyðkennið, at miðalnýtslan av rúsdrekka har, er hægst.
Granskingardepilin fyri økismenning gjørdi eina kanning fyri Bláa Kross í 2004 um nýtsluna av m.a. øðrum rúsdrekka millum næmingar í 7. og 9. flokkum í Klaksvík, Vágum og Runavík. Áhugavert er at síggja, at tølini á hesi kanning, vísa sama mynstur. Royndirnar við rúsdrekka vóru munandi størri hjá ungum í Vágum (byrja við postnr. 3) enn millun ung í Runavíkar kommunu (byrja við postnr. 6)!
Svarini í kanningini hjá Fyribyrgingarráðnum vísir, at tey, sum nýta rúsdrekka, drekka 3,0 ”lítlar” í miðal pr. viku. Har postnummarið byrjar við 3, er miðaltalið 3,9, og har tað byrjar við 6, er miðalnýtslan 1,3 ”lítlar” í miðal.
Ung og tilkomin
Kanningin hjá Bláa Krossi var gjørd millum ung. Kanningin hjá Fyribyrgingarráðnum er gjørd millum vaksin – omanfyri 25 ár. Tá mynstið vísir seg at vera tað sama, tá talan er um nýtslu, kann tað verða eitt prógv um, at tann ungi lærir av teimum eldru. Har tey tilkomnu nýta rúsdrekka, tað veri seg í veitsluhøpi ella til dagligt, so fara tey ungu at gera tað sama.
Danska Sundhedsstyrelsen ávarar m.a. í móti, at børn síggja síni foreldur nýta rúsdrekka og nýtir rámandi útsøgnina ”Dine alkoholvaner smitter”.
www.rusan.fo
www.altomalkohol.dk