so eru tey í Árnafirði og norðuri í Sundi í neystinum. Róðrarfeløgini her norðuri arbeiða sera væl saman. Árnfirðingur er í neystinum, og 5-mannafarið hjá teimum norðuri í Sundi, Ritan, er í einum kontainara [...] at taka við ábyrgd. Gomlu stuðlarnir eru framvegis har, men nú er tað nýggj fólk - bæði yngri og tilkomin - sum eru í nevndini. Róðrarfelagið í Klaksvik hevur fleiri tey seinastu árini havt sera væl rikna [...] aktivitetur í felagnum, og tað er eisini fatanin, sum fæst, tá ið tosað verður við nýggja formannin. Tað er 25 ára gamli Magnus Norðberg: ? Vit eiga eitt gott neyst, og felagslívið er nógv. Umframt okkum í Klaksvíkar
lomviga í Høvdanum í Skúgvi í meira enn 20 ár, og í løtuni telur hann Høvdan, so seinni í summar fæst at vita, hvussu tað sær út í ár. FLEST allir føroyingar vóna, at lomvigi aftur fer at fjølgast í tali [...] gongur í aldum. Mest hevur verið fram ímóti miðskeiðis í teimum seinastu øldunum, men so er minkað aftur fram móti hundrað ára skiftunum. AT fuglameingi valdast føðina í sjónum er einki at ivast í, men hvussu [...] amast uppi í á rókunum. Og er nógv til av hellufugli, kann tað vera ein ábending um, at meiri verður av verpingarfugli í komandi árum. SKAL sigast nakað veruligt, um tað er betur statt við lomviga í ár, so
verið lítið brúktar hjá okkum. Royndir eru gjørdar í 2005 og halda fram í 2006 fyri at tillaga eina rúsu, so hon kann brúkast at veiða eitt nú tosk og hýsu. Í grein á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni [...] skjótt. - Eitt nú minkar lukturin frá einum makrelagni niður í helvt eftir einum tíma og niður í ein triðing eftir tveimum tímum. Roynt hevur tí verið at funnið fram til eitt agn, sum gjarar út í eitt longri [...] stýra fiski í samband við veiði við rúsu. Niðurstøða At enda í frágreiðingini, heldur fiskifrøðingurin, at rúsa er tiltalandi fiskireiðskapur. - Men enn er eingin rúsa, sum er nóg góð til eitt nú tosk og hýsu
útbúgving í Føroyum eru ov fá, og ov fáar yrkisligar avbjóðingar eru her í landinum í mun til aðrastaðni. Helst hava vit øll havt varhugan av hesum leingi, men kortini er tað positivt, at ein kanning nú staðfestir [...] politikarum at arbeiða við. Í fyrsta umfari ber til at stovna fleiri víðarigangandi útbúgvingar í Føroyum, helst á Fróðskaparsetrinum. Málið kann fyri ein part loysast í sunnum samstarvi í Ríkisfelagsskapinum [...] menna víðari útbúgving í Føroyum. Hetta vil CHE-landsstýrið tó ikki. Misskilt nationalisma ræður í Tinganesi, og tí er alt danskt av tí ónda. Tíverri. Mín áheitan á Sjúrð Skaale og hini í CHE-samgonguni er:
in hækkaður úr 67 ár upp í 67,5 ár. Á henda hátt hava vit longu nú ein pensjónsaldur, ið er hægri enn í hinum norðurlondunum og hægri enn í øðrum londum í Evropu. Onnur lond í Evropa hava pensjónsaldur [...] Spart kann verða í samlaðu fólkapensjónini, um mótroknað verður stighækkandi í fólkapensjónini og t.d. helvtini av útgjaldinum frá samhaldsfasta. Á henda hátt fæst meira peningur í landskassan frá fó [...] løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (áseting av pensjónsaldri) Í Føroyum hava vit lóg, ið ásetir at fólkapensjónsaldurin hin 1. juli 2030 skal hækka upp í 68 ár. Longu hin 1. juli
stuðlað. Verkætlanin um harðskap í parlagi skal eisini fevna um kynsligan ágang. KRIS hevur nú virkað í meira enn 10 ár, og ikki kann sigast annað enn, at felagið í verki hevur víst sín tilverurætt. Vit [...] seta kynsligan ágang í brennidepilin, eins og vit í ovur-stóran mun hava hjálpt mongum av teimum, ið hava veri fyri hesum herviliga órætti. Bara frá 25. september og til 14. november í ár eru 11 nýggir brúkarar [...] nýtir í meðal 20 tímar um vikuna bara til hetta arbeiðið. Alt árið ígjøgnum eru støðugt og áhaldandi uml. 50 virknir brúkarar, ið brúka tænastur felagsins. Bólkaleiðararnir, sum júst nú eru 3 í tali, nýta
undir samráðingununum í 2004/5, veit hann tað kortini, og nú sigur hann nakað annað, enn hann gjørdi í november! Soleiðis verða frágreiðingarnar broyttar, so hvørt Dan rennur seg fastan í sínum ósannindum. [...] r komu umborð, men fóru í land aftur, tí tær ikki riggaðu sum tær skuldi. Tað avgerandi skuldi verið, at fiskimenn fegnast um, at trupulleikin við kryvjing nú er loystur, og nú er eftir at fáa ísmaskinur [...] uppsagdur". Vit hava júst lagt fram hagtøl, sum vísa, at hetta er skeivt. Í allarflestu førum røkka innsendu avrokningarnar heilt inn í desember mánaði fyri ísfiskamenn. Langfaraskipini gera longri túrar, men
hava spákað einar tíggju minuttir eystur eftir Cromwell Road her í Kensington økinum í London og standa nú í hesum ovurstóra savni, sum í vævi kann sammetast við eina føroyska bygd. Mydamaðurin, sum er [...] Dinosaurur í gongini Longu tá vit trýna innar í forhøllina í stóra savnsbygninginum, síggja vit fyrsta dinosaurin. Sum eitt veldugt ódjór stendur hendan hóttandi beinagrindin gjøgnum miðjuna í forhøllini [...] beinagrindina, einaferð hann vitjaði Carnagie savnið í Pittsburgh í USA. The Natural History Museum her í London fekk eftirgjødu beinagrindina í 1905. Rátt dráp Vit ganga framvið Diplodocus og koma til
blástemplað endaliga í vikuni sum fór. Danska løgreglan í Føroyum hevur sambært honum virkað í praksis eftir lógini í mong ár, hóast Løgtingið ikki fyrrenn nú legði sína politisku tyngd í lógina. Jakobsen [...] var svartur í andlitinum, tí fekk eg Høgna at slaka til eitt tvíbýti, ivaleyst hevur Eidesgaard longu tá ivast stórliga í politiska baklandinum í egnum flokki. Í vikuskiftinum eftir var fundur í landsstjórnini [...] Danmark til Føroya hevur hann í flestu førum verið leiðtogari, í stríðnum um fiskimarkið í broddi fylkingar, saman við Fólkafylkingini ímóti EEC verjin fyri at vit ikki endaðu í kontinentalkapitalistiska klubbanum
Sosialurin stakk inn á gólvið í Royndarhúsinum í Nólsoy, har Ovastevnukabarettin verður spæld. Manningin var í holt við at hanga projektørarnar upp undir loftið. Tað vil siga ein stóð í stiganum, ein annar helt [...] teimum yngru í ár. - So mann er framvegis í vandabólkinum! - Tað er grúvuligt, tú heldur teg vera ungan. Soleiðis gongur samrøðan aftur og fram. - Ná, Jacoba, hví ert tú farin at spæla kabarett í ár, væntar [...] skjótur aftur. Mitt í tí heila kemur ein burturfluttur nólsoyingur stetlandi inn í høllina. Mundi helst halda, at stevnan longu var byrjað. - Eingin dansur? Eg ætlaði mær inn at dansa, letur í honum. - Nei,