Áhugaverd kanning

Kanningin, sum Norðuratlantsbólkurin og onnur hava latið gjørt, vísir m.a., at ov fá útbúgvingartilboð eru í Føroyum. Partur av trupulleikanum kann helst loysast í samstarvi í Ríkisfelagsskapinum. CHE-samgongan sjálv kann longu nú taka stór stig til at bøta um støðuna, men tað vil CHE-samgongan kortini ikki.

Áhugavert!

Tað má sigast um kanningina, sum Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi saman við ymsum pørtum í Føroyum hevur latið gjørt.

Kanningin gevur nakrar ábendingar um, hví so fáir føroyingar koma aftur til heimlandið eftir loknan lestur, serliga í Danmark.

 

Positivt at fáa vitan

Ymsar meiningar eru um kanningina, men tað er grundleggjandi positivt, at skjalprógvað vitan fæst um hetta økið.

Enn havi eg ikki nærlisið kanningina úr enda í annan, men tó havi eg skilt, at serliga tvær orsøkir eru til, at ov fáir ungir menn og kvinnur koma heim aftur eftir loknan lestur: Tilboðini um víðari útbúgving í Føroyum eru ov fá, og ov fáar yrkisligar avbjóðingar eru her í landinum í mun til aðrastaðni.

Helst hava vit øll havt varhugan av hesum leingi, men kortini er tað positivt, at ein kanning nú staðfestir, at so er.

 

Politisk átøk eru møgulig

Endaligar niðurstøður vil eg ikki gera mær, fyrr enn eg havi havt høvi at lisið kanningina á tamb. Her sæst tó beinanveg, at okkurt er hjá føroyskum politikarum at arbeiða við.

Í fyrsta umfari ber til at stovna fleiri víðarigangandi útbúgvingar í Føroyum, helst á Fróðskaparsetrinum.

Málið kann fyri ein part loysast í sunnum samstarvi í Ríkisfelagsskapinum. Vert er at kanna, um danska stjórnin kann hjálpa fíggjarliga við einari undirvísingarverkætlan.

Slíkt samstarv fer í løtuni fram á Fiskirannsóknarstovuni, har danska stjórnin – eftir áheitan frá fólkatingsmanni Sambandsfloksins – hevur gjørt íløgu á stívliga 9 milliónir krónur í eina sera áhugaverda havgranskingarverkætlan.

Eisini ber til at kanna, um stjórnin í Keypmannahavn kann stíla fyri, at undirvísingarkreftir kunnu fáast til vega frá donskum universitetum.

Alt í góðum samstarvi innan Ríkisfelagsskapin.

 

Landsstýrið vil ikki loysa trupulleikan

CHE-samgongan hevur tikið nøkur fá fet til at bøta um á Fróðskaparsetrinum. Fetini eru tó alt ov smá til at loysa grundleggjandi trupulleikarnar, sum eru lýstir í nevndu kanning.

CHE-landsstýrið hevur allar møguleikar at gera meira. Til dømis ber til at játta meira pening til okkara universitet, Fróðskaparsetrið.

Hvaðani skulu pengarnir koma? Skal stóra hallið á fíggjarlógini økjast? Skal sparast onkunstaðni, har tað longu sansar at? Nei, tað er óneyðugt.

Heldur enn at tveita pengar út gjøgnum vindeygað við at skerja ríkisveitingina við hundraðtals milliónum, kunnu pengarnir t.d. fara til at menna víðari útbúgving í Føroyum.

Hetta vil CHE-landsstýrið tó ikki. Misskilt nationalisma ræður í Tinganesi, og tí er alt danskt av tí ónda. Tíverri.

Mín áheitan á Sjúrð Skaale og hini í CHE-samgonguni er: Lat sunnan fornuft avloysa misskiltu nationalismuna eina løtu! Steðgið ætlanini um at skerja ríkisveitingina. Brúkið heldur pengarnar til at stovna nýggjar hægri útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.

Á tann hátt gerst áhugaverdari hjá ungum føroyingum at lesa í egnum landi.

 

Fleiri avbjóðingar til vinnuna

Føroyskir politikarar hava eisini møguleika at loysa hin trupulleikan, sum er nevndur í kanningini hjá Sjúrði Skaale o.ø.: Hetta, at tað eru ov fáar yrkisligar avbjóðingar í Føroyum.

Við at lata Føroyar upp og vinna okkum ES-limaskap, fara føroyskar vinnufyritøkur at kappast á jøvnum føti við fyritøkur í Europasamveldinum. ES-limaskapur fer at geva okkara fyritøkum atgongd til heimsins størsta marknað og harvið atgongd til størri inntøkur.

Lítil ivi er um, at hetta eisini á mangan hátt vil geva vinnuni størri yrkisligar avbjóðingar.

Aftur her er CHE-landsstýrið størsta forðingin. CHE ger onki fyri, at Føroyar kunnu nærkast ES. Púrt onki.

Hóast landsstýrismaðurin í uttanríkismálum 23. juni alment boðaði frá einum nýggjum Europapolitikki, hevur hann enn onki gjørt fyri at vinna okkum ES-limaskap.

 

CHE er trupulleikin

Føroyskir politikarar kunnu sostatt gera sítt til at loysa grundleggjandi trupulleikar, ið eru lýstir í áhugaverdu kanningini hjá Norðuratlantsbólkinum o.ø.

Nakni veruleikin er tó, at hvørki Norðuratlantsbólkurin ella CHE-landsstýrið vilja gera tað, sum krevst.