HÓAST hann var varligur at siga nakað um gongdina hjá fuglinum ? og tá vit siga fugl, verður hugsað um svartfugl ? so skiltist millum orðini, at hann helt, at meiri er til í ár. Sjálvandi er hetta bara ein meting, og tað vil tað altíð vera, tí ymiskt er, hvussu nógv situr í berginum frá einum degi til annan, men hann fegnaðist eisini um, at meiri var til av hellufugli.
HELLUFUGLUR, ella geldfuglur, er fuglurin, sum ikki er kynsbúgvin, og situr á helluni, ella amast uppi í á rókunum. Og er nógv til av hellufugli, kann tað vera ein ábending um, at meiri verður av verpingarfugli í komandi árum.
SKAL sigast nakað veruligt, um tað er betur statt við lomviga í ár, so sæst tað bara út frá veruligum teljingum, sum verða samanbornar við gongdina undanfarin ár. Bergur Olsen hevur talt lomviga í Høvdanum í Skúgvi í meira enn 20 ár, og í løtuni telur hann Høvdan, so seinni í summar fæst at vita, hvussu tað sær út í ár.
FLEST allir føroyingar vóna, at lomvigi aftur fer at fjølgast í tali, so tað einaferð aftur í framtíðini verður møguligt at veiða lomviga. Bæði at fleyga og at skjóta. Nú hevur verið bannað at skjóta lomviga á sumri síðani í sjeytiárunum, og seinni er friðingartíðin longd á vári, so tað eru nógv av teimum yngru, sum slettis ikki hava smakkað henda góða mat.
MEN tað er ikki bara matin, hugsað verður um. Hugsað verður eisini um fuglalívið, og trivnaðin úti á fuglaplássunum. Áður kom fuglurin væl við, men nú hava vit nóg mikið av mati, tí vit fáa jú stuðlað, upp-pumpað neytakjøt, væl sproytað svínaskjøt, verksmiðjuhøsnarungar, eins og sproytaða grøði úr ES-londunum.
HVÍ fuglurin minkaði her og við norsku strendurnar er óvist. Andrias Reinert hevur arbeitt við spurninginum og er komin fram við áhugaverdum hugsanum um, at støðan hjá fuglinum gongur í aldum. Mest hevur verið fram ímóti miðskeiðis í teimum seinastu øldunum, men so er minkað aftur fram móti hundrað ára skiftunum.
AT fuglameingi valdast føðina í sjónum er einki at ivast í, men hvussu ber so til, at lomvigin ikki minkaði í Íslandi og Hetlandi, men bara í Føroyum og Noregi?
NÓGVIR ósvaraðir spurningar eru, og vit kunnu neyvan gera annað enn at vóna, at svartfuglurin aftur fer at nørast.
Sosialurin