Rúsuroyndir
Nógv ymisk sløg av fiskireiðskapi hava verið brúkt upp ígjøgnum tíðirnar. At kasta nót og at fiska við húki er elligamalt, men trolið, sum vit kenna tað í dag, hevur ikki stórt meira
enn 100 ár á baki.
Ein reiðskapur, sum er rættiliga gamal,men sum bert verður brúktur til ávís fiskasløg og krabbadýr, er rúsa. Rúsa er tiltalandi sum fiskireiðskapur, tí hon er umhvørvisvinarlig, er lítið orkukrevjandi og kann taka fiskin livandi.
Ikki vælegnaðar
- Tær rúsur, sum vit kenna, hava tó ikki riggað serliga væl til okkara fiskasløg og hava tí verið lítið brúktar hjá okkum. Royndir eru gjørdar í 2005 og halda fram í 2006 fyri at tillaga eina rúsu, so hon kann brúkast at veiða eitt nú tosk og hýsu.
Í grein á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni greiðir Bjarti Thomsen, fiskifrøðingur og verkfrøðingur, frá tí arbeiði, sum gjørt er á hesum øki.
Hann sigur, at norðmenn í longri tíð hava roynt at funnið fram til eina rúsu, sum kann fiska rundan fisk.
- Tað síðsta, sum teir eru komnir fram til, er ein sonevnd "to-kammer-tejne", sum teir rópa hesa rúsuna. Hendan hevur tvey rúm - eitt niðara, sum hevur inngongd í báðum endum og eitt ovara, sum ger, at verri er hjá fiski at finna útaftur.
Bjarti sigur, at norsku royndirnar vísa, at 6-7 tílíkar rúsur fiska umleið tað sama sum ein línustampur.
Samstarv við norðmenn
- Samstarv er við norsku granskararnar, og føroysku royndirnar byrjaðu við hesi rúsuni.
Hann vísir á, at við undirsjóvarkamera hevur verið eygleitt, hvussu fiskur ber seg at í mun til rúsuna, og komið er fram til fleiri veikleikar við eini tílíkari rúsu.
- Fyrst og fremst er tað avgerandi, hvønn veg rúsan vendir í mun til streym, meðan hon
stendur á botni. Fiskurin leitar altíð beint upp móti streyminum og fram móti agninum. Um inngongdin ikki peikar undan streyminum,
finnur fiskurin ikki inn í rúsuna, sigur fiskifrøðingurin.
Hann sigur, at rúsan, sum hevur verið roynd, er heldur ikki nóg stútt og fall tí partvíst saman, tá ið rákið harðnaði.
- Fyri at loysa hesar fyrstu trupulleikarnar, varð ein nýggj rúsa gjørd, sum var leys av botni. Annar endin var festur í lodd, sum lá á botni og hin endin, har inngongdin var, soleiðis at rúsan kundi snara undan streyminum. Hendan rúsan varð eisini gjørd heldur lægri fyri ikki at fella saman, tá streymur er.
Bjarti Thomsen sigur, at á sløttum botni er eingin trupulleiki at fáa rúsuna at venda sær undan streyminum, men er óslætt og grítutur botnur, er skjótt, at rúsan kemur føst og ikki sleppur runt.
- Ein rúsa, sum er leys av botni, er eisini óstill í sjónum og kann møguliga fáa fisk at verða meira varnan at nærkast. Ætlanin er tí at gera eina rúsu, sum stendur stútt á botni, men har fiskur sleppur inn frá øllum síðum.
Agn sum fiskar
Fiskifrøðingurin sigur, at ein veikleiki við øllum fiskireiðskapi, sum brúkar agn at lokka fiskin við, er, at útgjaringin frá agninum minkar rættiliga skjótt.
- Eitt nú minkar lukturin frá einum makrelagni niður í helvt eftir einum tíma og niður í ein triðing eftir tveimum tímum. Roynt hevur tí verið at funnið fram til eitt agn, sum gjarar út í eitt longri tíðarbil. Ein háttur er at brúka tiðningartíðina á frystum
agni til at leingja um útgjaringina. Smátt sundurskorið ella malið agn hevur verður
latið í ein bjálvaðan húsa og fryst.
Her hevur tað víst seg, sigurt fiskifrøðingurin, at allur dagurin gongur, áðrenn alt agnið er tiðnað.
Hann sigur, at fleiri royndnir verða gjørdar fyri meira neyvt at stýra tiðningini av agninum og tømingini av húsanum.
Aðrir hættir
- Á undirsjóvarmyndunum, sum eru tiknar í samband við royndirnar, sæst fiskur ofta sveima tætt við inngongdina á rúsuni, men av einhvørjari orsøk hveppir hann seg við at
royna at koma inn.Tað er tí eyðsýnt, at nógv meira fiskur kemur til rúsuna enn tann nøgd, sum fæst í henni.
Bjarti Thomsen sigur, at fyrireikingar tí eru gjørdar til at gera rúsuna meira "intelligenta" ella "aktiva", sum hann tekur til.
- Hugsast kann, at ein skipan kann setast á rúsuna, sum staðfestir, tá ein fiskur er tætt við inngongdina og sum síðan flytur ein arm út, ið tekur fiskin inn í rúsuna. Vandin er tó, at ein tílík rúsa verður ov samansett ella kompliserað og kostnaðarmikil.
Ljós og ljóð
Hann sigur, at fiskur eisini kann ávirkast av øðrum "stimuli", eitt nú ljósi og ljóði.
- Í samband við kanningar av koralløkjum hevur kameraútgerð við ljósi verið brúkt. Á fleiri av hesum upptøkum sæst rættiliga fitt av fiski, upsa og toski, sum fylgir aftan á ljósinum, tá tað sveimar fram eftir botninum. Eisini eru ábendingar um, at fiskur bæði kann lokkast og rekast við ávísum ljóði.
Bjarti Thomsen sigur, at fyrireikingar tí eru gjørdar at royna, hvussu ljóð og ljós møguliga kunnu brúkast til at lokka og/ella stýra fiski í samband við veiði við rúsu.
Niðurstøða
At enda í frágreiðingini, heldur fiskifrøðingurin, at rúsa er tiltalandi fiskireiðskapur.
- Men enn er eingin rúsa, sum er nóg góð til eitt nú tosk og hýsu.
Hann sigur í niðurstøðuni, at fyribilsúrslitini frá miðvísum royndum geva ábendingar um,
at fleiri tiltøk kunnu gera eina rúsu betur egnaða til veiði eftir toski og hýsu.
Um onkur situr inni við royndum ella góðum hugskotum um, hvussu ein rúsa kann gerast betur egnað til veiði av rundum fiski, hevði fiskifrøðingurin verið fegin, um fólk lótu hann frætta.