Áheitan frá KRIS til Løgmann, landstýrisfólk og løgtingsfólk

Fyri KRIS – Gvøðbjørg West, familjuráðgevi og psykoterapeutur og leiðari í KRIS
-----------


Í nýggja samgonguskjalinum undirskrivað tann 14. november 2011 stendur millum annað:

Skipast skal eitt tilboð/barnahús til børn, sum hava verið kynsliga misbrúkt.
Verandi arbeiði á økinum verður framhaldandi stuðlað.

Verkætlanin um harðskap í parlagi skal eisini fevna um kynsligan ágang.

KRIS hevur nú virkað í meira enn 10 ár, og ikki kann sigast annað enn, at felagið í verki hevur víst sín tilverurætt. Vit hava um nakar verið við til at seta kynsligan ágang í brennidepilin, eins og vit í ovur-stóran mun hava hjálpt mongum av teimum, ið hava veri fyri hesum herviliga órætti. Bara frá 25. september og til 14. november í ár eru 11 nýggir brúkarar, ið hava hjálp fyri neyðini, komin til KRIS. Tí eru vit fegin um orðingina í samgonguskjalinum, ið serliga er sum seinárinini eftir kynsligan ágang: "Verandi arbeiði á økinum verður framhaldandi stuðlað". KRIS er einasti hjálparfelagsskapur í Føroyum, ið – umframt at hava stórt álit millum manna – bert fæst við slík mál og hevur neyðugu servitanina á økinum.

Vit eru sera glað fyri tann áhuga og ans, ið fólk, fjøld og miðlar hava givið felagnum og arbeiði felagsins, og vit eru takksom fyri alla ta hjálp, ið einstøk, feløg og mynduleikar hava veitt okkum. Uttan ósjálvsókna hjálp frá starvsfólki og øðrum hevði hetta als ikki borðið til.

Vit eru sera takksom fyri álitið, ið fólk vísa okkum, og tað er einki ov nógv at siga, at KRIS – eftir tí, ið brúkararnir og avvarandi siga – eigur lívið í mongum av teimum, ið hava hava veri fyri kynsligum ágangi. Tí er tað frustrerandi, at vit ikki kunnu hjálpa enn fleiri enn betri, nú tørvurin er so ovurhonds stórur.

Vit sakna, at politiski mynduleikin tekur trupulleikarnar, ið virksemið felagsins umboðar, í líka stórum álvara, sum trupulleikarnar, ið aðrir bólkar umboða – tað veri seg harðskap móti kvinnum, rúsevnis-mísnýtslu o.a. Kynsligur ágangur er misnýtsla, ið ikki er sjónlig, og trupulleikarnir, ið hon gevur, kann búnast í vaksnalívinum og geva stórar menniskjaligar trupulleikar sum t.d. misnýtslu av ymiskum slag, tunglyndi, heilivágsnýtslu og –ovurnýtslu, óarbeiðsførleika o.m.a.

Onkur hevur roknað út, at kostnaðurin fyri samfelagið av 1 misnýttum, ið ikki fær neyðugu hjálpina, meðan tí er, fer at vera uml. 240.000 kr um árið, umframt menniskjaliga kostnaðin, ið ikki kunnu setast tøl á.

Sum nú er, røkkur játtanin bert til fastar útreiðslur og eina lítla ráðgevaraløn, ið bara røkkur til eina og fyrstu innleiðandi viðtaluna hjá brúkaranum, og at hjálpa brúkarunum fullgott og familjum og avvarðan-di teirra er óhugsandi, sum nú er, uttan at taka brúkaragjald.

Primera viðgerin tekur í meðal 1 ár fyri hvønn brúkara. Viðgerðin av hvørjum nýggjum brúkara svarar fyrsta árið til 1 arbeiðsviku hjá 1 ráðgeva / viðgera. Við teimum umleið 50 brúkarunum, ið vit hava í viðgerð, svarar tað til 50 fullar arbeiðsvikur, ella meira enn 1 ársverk bara til grundleggjandi viðgerð / ráðgeving fyri sjálvan brúkaran.

Primera viðgerðin hjá einum ofri fyri kynsligum ágangi handlar um
at lýsa og meta um tørvin á ráðgeving / vegleiðing 
at koma úr støðuni sum offur og sum misbrúktur
kunna ásanna verðuleikan og fyrihalda seg til hann
at kunna liva við verðuleikanum, at tað, sum er hent, er hent
at forða ógvusligum neiligum atburði og gerðum
koma víðari við lívinum og fáa lívsvónina aftur
fora fyri, at børn og onnur ósek líða óneyðugt í traumatisku støðuni

KRIS manglar pengar til at løna fólki, til at gjalda ráðgevunum fyri mistar arbeiðsinntøkur og til at víðariútbúgva ráðgevar og brúkarar, ið vilja átaka sær uppgávuna at leiða sjálvhjálparbólkar.

Sekundera viðgerin kann taka langa tíð – ja, fyri summi restina av lívinum. Okkara royndir siga tó, at sekundera viðgerin kann gerast væl styttri og lívskvaliteturin kann verða væl betri, um primera viðgerin er skjót, haldgóð og holl. Tað er sera umráðandi, at ofrini ikki missa lívsførleikan at røkja børnini, familjuna, arbeiði og sosiala lívið. Tá gerast avleiðingarnar nógv størri fyri tann einstaka, avvarandi og alt samfelagið.

Ofrið fyri kynsligum ágangi hevur verði fyri ógvusliga niðrandi hendingum, og at tað má metast sum enn ein niðran, um tey ikki fáa eitt alment stuðlað tilboð um hjálp. Sum kunnugt eru longu almenn tilboð til alkohol- og rúsevnismisnýtarar (viðgerarstovnar) og hóttar kvinnur (kvinnuhús) v.m. Hetta er sjálvandi gott, men vit halda, at tíðin / tørvurin tíðiliga vísir, at ofrini fyri kynsligum ágangi hava sama tørv á viðurkenning og stuðli frá tí almenna. Tí eru vit sera glað fyri, at hetta nú stendur at lesa í samgonguskjalinum, at "Verandi arbeiði á økinum verður framhaldandi stuðlað".

Tørvur er eisini á familjurágeving, meira almennari upplýsing, meira upplýsing til stovnar, barna-garðar, námsfrøðingar, lærarar v.m. Hettar heldur KRIS eisini vera eina samfelagsskyldu og eisini nakað, vit eiga at arbeiða uppaftur meira við, men orkan er vegna vantandi fíggjarliga orku ógvuliga avmarkað í mun til tørvin.

Sum tykkum kunnugt er virksemið hjá KRIS vaksið ógvuliga nógv seinastu árini. Hetta prógvar tíverri, at stórur tørvur er og hevur verið á einum slíkum hjálparfelagsskapi. Økta virksemið hevur havt við sær, at ómetaliga nógv sjálvboði arbeiði er lagt í at hjálpa og stuðla ofrum og familjum. Hetta krevur aftur, at tíð verður sett av til leiðslu, fyrisiting, útbúgving og samstarv við aðrar mynduleikar so sum barnaverndir o.o.

Afturat leiðsluuppgávunum hevur leiðarin til uppgávu at tosa við fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Hetta er ein stórur partur av dagliga arbeiðinum, og hesin partur fyllir alt meir og meir fyri hvørt ár sum tørvurin økist. Leiðarin hevur nógvar samrøður við fólk, sum hava ringt inn fyri at biðja um hjálp. Hesin tørvur er tó nógv størri enn tað tilboðið, vit kunnu bjóða frá KRIS, tí játtanin er ov lítil í mun til tørvin. Tey, sum hava veri fyri ágangi, mugu sostatt sjálvi gjalda fyri eftirfylgjandi ráðgeving.

Sum nú er, eru umleið 10 áheitanir og fyrispurningar til felagið hvønn dag. Leiðarin nýtir í meðal 20 tímar um vikuna bara til hetta arbeiðið. Alt árið ígjøgnum eru støðugt og áhaldandi uml. 50 virknir brúkarar, ið brúka tænastur felagsins. Bólkaleiðararnir, sum júst nú eru 3 í tali, nýta í meðal 15 – 20 tímar um vikuna.

Felagið hevur havt tiltøk og hildið fundir runt landið, har endamáli hevur verið fyribirging av kynsligum ágangi. Tiltøkini hava veri á skúlum, og hava verið fyri bæði yngri og eldri børn. KRIS hevur eisini luttikið saman við m.a. Bláa Krossi, SSP og øðrum til temadagar. Hetta er eisini við til at styrkja tvørfagliga arbeiðið.

Eisini hevur KRIS skipða fyri stórum tiltakið við heitinum "Vit síggja tað ikki fyrenn vit trúgva tíð", har møguleiki at luttaka var bæði hjá fagbólkum og hjá teimum, sum hava verið fyri ágangi og avvarandi hjá teimum. Tiltakið var sera væl vitjað báðar dagarnar, og har vóru bæði fagfólk og avvarandi.

KRIS fer áhaldandi at arbeiða fyri at fyribyrgja og verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi og at hjálpa teimum, ið hava verið fyri hesum ágangi og órætti. Tí fara vit at heita á tykkum, um at seta KRIS á fíggjarlógina við einari upphædd, ið veruliga munar. Heilt bráneyðugi tørvurin er, at vit – umframt tað, sum vit fáa ígjøgnum verandi játtanarskipan – fáa tillutað tað, ið svarar til í minsta lagi 2 heiltíðarstørv.