Tað er nógv lív í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Frí tíðliga á morgni og til seint á kvøldi er ferðsla til og frá. Áhugin fyri at nýta rógvimaskinurnar eru stórur, og bátarnir hjá felagnum eru ofta at síggja á Vánni.
Tey seinastu árini hava tað verið mest sum tey somu fólkini, sum hava sitið í nevndini, men nú hevur stór útskifting verið. Talan hevur ikki verið um nakra kollvelting. Heldur hevur tað snúð seg um at fáa fleiri at taka við ábyrgd. Gomlu stuðlarnir eru framvegis har, men nú er tað nýggj fólk - bæði yngri og tilkomin - sum eru í nevndini.
Róðrarfelagið í Klaksvik hevur fleiri tey seinastu árini havt sera væl rikna heimasíðu, krf.fo. Umframt so mangt annað so ber heimasíðan boð um, at tað er nógvur aktivitetur í felagnum, og tað er eisini fatanin, sum fæst, tá ið tosað verður við nýggja formannin. Tað er 25 ára gamli Magnus Norðberg:
? Vit eiga eitt gott neyst, og felagslívið er nógv. Umframt okkum í Klaksvíkar Róðrarfelag so eru tey í Árnafirði og norðuri í Sundi í neystinum. Róðrarfeløgini her norðuri arbeiða sera væl saman. Árnfirðingur er í neystinum, og 5-mannafarið hjá teimum norðuri í Sundi, Ritan, er í einum kontainara. Tað kemst av, at tað er ikki pláss fyri henni í neystinum, tí har eru eisini bátarnir hjá okkum, sigur Magnus Norðberg og nevnir so Fípuna Føgru, Teklu, Páll Fanga, Nevið Reyða og Klaksvíking.
Sundabáturin hevur seinastu dagarnar verið á verkstað. Hann verður lakeraður. Góða samstarvið millum feløgini ber við sær, at teir á Sundabátinum venja umborð á Páll Fanga. Onnur manningin venur klokkan seks, og hin manningin venur klokkan átta.
Vónir um 10-mannafar
Á Norðoyastevnu mannar Klaksvíkar Róðrarfelag allar bátarnar uttan 10-mannafarið. Felagið luttekur í barnaróðrinum, og Fípan Fagra er mannað við dreingjum og kvinnum. Tekla er mannað við dreingjum og gentum. Páll Fangi er mannaður við kvinnum og monnum, og so er tað Nevið Reyða, sum eisini er mannaður, og sum klaksvíkingar hava góðar vónir um, nú hann vann róðurin á Strondum síðsta leygardag.
Hvørja ferð, tá ið tað verður tosað um kappróður í Klaksvík og á Norðoyastevnu, so verður spurt eftir Klaksvíkingi. 10-mannaførini verða roknað sum flaggskip í kappróðrinum. Í 2002 mannaðu klaksvíkingar nýtt 10-mannafar, men tvey tey seinastu árini hevur Klaksvíkingur ikki verið at sæð, og tað er einki serliga hugaligt jubileum at staðfesta fyri klaksvíkingum, at í ár eru tað 35 ár síðani, at Klaksvíkingur vann á Norðoyastevnu. Spildurnýggjur bátur vann í 1970. Síðani hevur verið bíðað og vónað, og í Klaksvík siga teir eina ferð enn, at næsta ár verður møguleiki fyri sigri í kappingini millum 10-mannaførini:
? Tað er stórt ynski í felagnum, at 10-mannafarið skal mannast. Vit kundu kanska havt mannað bátin í ár. Men vit hava valt at taka tað eitt lítið sindur róligt. Tað verður arbeitt við at fáa størri grundarlag til vega at manna bátarnar út frá. Tá ið vit nú í ár á mannfólkasíðuni hava mannað bæði 5-mannaførini, 6-mannafarið og 8-mannafarið við fólki, sum hevur góðan hug at leggja nógva orku í venjingina og kappingarnar, so halda og vóna vit, at tað verður grundarlag fyri at manna 10-mannafarið næsta ár. Upp í manningarliga grundarlagið fyri at manna Klaksvíking næsta ár rokna vit eisini teir, sum í ár rógva við bátunum hjá hinum róðrarfeløgunum her norðuri, sigur Magnus Norðberg.
Spennandi tiltak
Í vár hevur verið ikki so lítið at hoyra um, at Klaksvíkar Róðrarfelag hevur tikið tað óvanliga stigið, at teir hava sett útlendskan venjara. Hetta er Stephan Mølvig, sum í nógv ár hevur verið millum fremstu rógvararnar í Danmark.
Magnus Norðberg sigur, at enn hevur nýggi venjarin ikki verið so nógv í felagnum, men kortini hevur hann megnað rættuliga at seta dám á. Tað hevur hann gjørt við ætlanunum fyri venjingarnar, sum hann hevur lagt.
? Øll í felagnum vita, at nýggi venjarin hevur dyggar royndir, og at tað, sum hann sigur og vegleiðir um, hevur hann roynt á egnum kroppi og á hægsta stigi. Tað ber við sær, at tað er virðing kring Stephan, og vit rokna við at fáa heilt nógv burturúr, nú hann fer at vera saman við okkum teir báðar næstu mánaðirnar, sigur Magnus Norðberg.
Formaðurin og nýggi venjarin eru báðir við til at manna Nevið Reyða. Formaðurin situr á bógbekki í stýriborði, og venjarin situr í rúminum bakborðsmegin.
? Stephan er topptrimmaður ítróttarmaður. Venjingarstøðan hjá honum er framúr, og hóast hann bara hevur verið nakrar fáar ferðir í bátinum, so er hann longu komin á føroyska róðrarlagið. Tað er heilt víst fongur í honum, og vit í felagnum gleða okkum til sera spennandi róðrarár.
Men hvussu ber tað til sum formaður at vera við til at manna 8-mannafarið og samstundis at hava høvuðsábyrgdina av felagnum og harvið fyrireikingini av øllum róðrinum?
? Tað tykist ikki vera nakar trupulleiki. Royndu fólkini í nevndini og tey, sum plaga at hjálpa til, vita, hvat tað snýr seg um, og tey eru øll til dystin fús, sigur formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag, sum bjóðar øllum at vera væl komnum til kappróður á Norðoyastevnu.










