Viðmerkingar til LM-073/2024 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (áseting av pensjónsaldri)
Í Føroyum hava vit lóg, ið ásetir at fólkapensjónsaldurin hin 1. juli 2030 skal hækka upp í 68 ár. Longu hin 1. juli 2024 varð pensjónsaldurin hækkaður úr 67 ár upp í 67,5 ár. Á henda hátt hava vit longu nú ein pensjónsaldur, ið er hægri enn í hinum norðurlondunum og hægri enn í øðrum londum í Evropu.
Onnur lond í Evropa hava pensjónsaldur, ið liggur millum 60 ár og 67 ár. T.d. hava Ísland, Danmark og Norra pensjónsaldur, ið er 67 ár.
Fleiri lond herímillum Danmark, Finland, Svøríki og Holland hava áseting um pensjónsaldur, sum sigur, at í framtíðini skal pensjónsaldurin hækka í mun til hækkandi livialdur.
Orsøkin til lógaruppskotið er sambært viðmerkingunum, at føroyski búskapurin ikki er haldførur og at tað er ikki javnvág millum inntøkur og útreiðslur í framtíðini. Tí má pensjónsaldurin hækka verður sagt.
At hækka pensjónsaldurin tekur Áhugabólkur Pensjónista ikki undir við. At bøta um haldføri í føroyska búskapinum verður heldur mælt til at gera, sum Hans Ellefsen, limur í Búskaparráðnum, herfyri vísti á, at takast kunnu 200 til 300 millionir krónur meira í landskassan av yvirskotinum hjá alivinnuni og fiskivinnuni. Pening í Landskassan, sum kann brúkast at fíggja okkara vælferðarsamfelag.
Pensjónistar gjalda longu nú rokning, ið skal bøta um haldføri hjá landskassanum
Í desember 2024 varð samtykt løgtingslóg um javnseting av giftum og samlivandi. Endamálið við hesi lóg, sum javnar pensjónina hjá samlivandi niðureftir er at bøta um haldføri hjá landskassanum. Samlivandi pensjónistar hava áður fingið pensjón sum stakir, men varð við hesi lóg ásett, at stakir pensjónistar í framtíðini skulu hava somu lágu pensjón sum giftir pensjónistar.
Við hesi lógarbroyting missir einstaki samlivandi fólkapensjónisturin, ið einans hevur fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av 22.317 kr. árliga (kelda Almannamálaráðið) og missa samlivandi fólkapensjónistar, eftir skatt og gjøld 44.634 kr. árliga. Ásannast má at við hesi lóg hevur løgtingið longu nú framt eitt stórt inntriv á pensjónsøkinum.
Áhugabólkur Pensjónista tekur ikki undir við inntrivum, sum versna um vælferðina hjá pensjónistum ella sum lækka almannapensjónina hjá lágløntum pensjónistum. Heldur enn at javna pensjónina niðureftir eigur løgtingið at javna okkara afturútsigldu pensjónir uppeftir, so til ber at liva av pensjónini.
Fólkapensjónistar arbeiða longri
Ynskir politiska valdið, at fólkapensjónistar skulu arbeiða longri ella meira, enn tey gera nú, hetta fyri útvega landskassanum fleiri inntøkur, er betri at brúka gularót heldur enn písk, og mugu átøk setast í verk, so tað fer at loysa seg betur hjá pensjónistum at arbeiða.
Fráfaringaraldurin hjá tí almenna - ein arbeiðsforðing, sum má takast av
At fáa fleiri pensjónistar at arbeiða longri ella arbeiða meira er neyðugt at 72 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna verður tikin av. Tað er altavgerandi fyri trivnaðin og hugin at arbeiða, at eldri starvsfólk ikki verða fyri mismuni á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tey eldru mugu kenna seg javntsett og virðismett á arbeiðsmarknaðinum.
Sparing á pensjónsøkinum – mótrokning gerast stighækkandi/progressiv
Skulu vit spara á pensjónsøkinum og samstundis hjálpa uppá hart sperdu fíggjarligu støðuna hjá lágløntum pensjónistum, halda vit, at mótrokningin í fólkapensjónini eigur at verða broytt. Mótrokningarfría inntøkuupphæddin eigur at verða hækkað upp á í minsta lagi 103.200 kr. (sama sum hjá fyritíðarpensjónistum) samstundis sum mótrokningin í pensjónini verður gjørd stighækkandi/progressiv. Sí viðlagda graf um uppskot til stighækkandi mótrokning.
##med2##
Sparing í Samhaldsfasta
Samhaldsfasti er vorðin ein stórur partur av samlaðu fólkapensjónini (fólkapensjón og samhalds-fasta). Hjá støkum fólkapensjónistum er samhaldsfasti 40% av samlaðu pensjónini meðan samhaldsfasti er heili 46% av samlaðu fólkapensjónini hjá giftum fólkapensjónistum.
Spart kann verða í samlaðu fólkapensjónini, um mótroknað verður stighækkandi í fólkapensjónini og t.d. helvtini av útgjaldinum frá samhaldsfasta. Á henda hátt fæst meira peningur í landskassan frá fólkapensjónistum, ið hava høga inntøku (høga løn, høga privata pensjón, vinningsbýti, rentuinntøkur v.m).
Framskundað pensjón
Tað loysir ikki fíggjarliga trupulleikan hjá heilsuveikum og útslitnum arbeiðarum og starvsfólkum, at tey kunnu fáa framskundaða pensjón, um tey ikki orka at arbeiða, til tey gerast 70 ár.
Flestu teirra, ið fáa framskundaða pensjón fáa pensjón, ið er sama upphædd sum miðal fyritíðar-pensjónistar fáa. Miðal fyritíðarpensjón til støk er eftir skatt og gjøld 155.751 kr. árliga ella 12.955 kr. um mánaðin, meðan fátækraváðamarkið er 161.129 kr. um árið. Framskundað pensjón er sostatt einans 5.378 kr. lægri um árið enn føroyska fátækraváðamarkið.
Henda pensjón er so lág, at hon má metast at vera ein fátækrapensjón, sum als ikki røkkur ikki til eitt rímuligt og sømuligt lív.
Fyritíðarpensjónistar onga eftirløn
Skal fólkapensjónsaldurin hækkast, hevur tað við sær, at fyritíðarpensjónistar, ið eru hildnir uttanfyri galdandi eftirlønarlóg, verða fyriuttan eftirlønargjald fleiri ár afturat.
Grundað á vantandi eftirløn fáa fyritíðarpensjónistar, tá teir gerast fólkapensjónistar, eina nógv lægri veiting enn flestu aðrir pensjónistar. Teir fólkapensjónistar verða tí noyddir at troyta ymsar “hjálparpakkar” – bæði almennar og privatar. Hetta krevur nógv stríð hjá hesum sjúku fólkapensjónistum og nógva, umfatandi málsviðgerð hjá tí almenna. Søkjast skal á hvørjum ári eftir fleiri ymsum skipanum og pensjónisturin verður tvungin at liva á fátækraveiting alla sína pensjónstíð.
Slík støða er als ikki rímulig og eigur eftirløn til fyritíðarpensjónistar, ið sum er fáa pensjón, ið liggur undir fátækraváðamarkinum, at verða sett í verk beinanvegin, soleiðis sum samgonguskjalið staðfestir. Eftirlønarmálið eigur at verða avgreitt uttan drál.
Tórshavn, hin 24.03.2025
Áhugabólkur Pensjónista
Jóhan Carl Dam
Ingrid S. Henriksen
Eyðun Ellendersen
Heidi Egilsnes Hammer
Bozena Rasmussen
Maria Jacobsen
Nina Dahl