Nýggj vísindagrein um sodningartíðina hjá lakslús í magunum á rognkelsum

Kirstin Eliasen, Sandra Ljósá Østerø, Tróndur Tummasarson Johannesen, Ása Jacobsen, Esbern Jóannes Patursson, Agnes Mols Mortensen, Marner Nolsøe og Ása Johannesen hava givið út vísindaliga grein í “Open access” tíðarritinum PLOS ONE

Greinin ber heitið “The digestion time for salmon louse (Lepeoptheirus salmonis) in lumpfish (Cyclopterus lumpus) in relation to freshness, developmental stage and temperature”. Í greinini kanna høvundarnir, hvussu leingi laksalýs verða verandi í maganum á rognkelsum, og hvussu hetta ávirkast av m.a. sjóvarhita og hvørjum menningarstigi lýsnar eru á.

 

Rognkelsi verða nýtt sum lúsatálmarar í alivinnuni. Enn er tað tó í stóran mun ógreitt, hvussu stór effektin av rognkelsunum er á lúsastøðuna hjá laksinum. Fyri at kunna meta um, hvussu nógvar lýs eitt rognkelsi etur um dagin og harvið vita, hvussu munadygg rognkelsini eru í lúsatálmingini, er neyðugt at vita, hvussu long sodningartíðin av laksalýsnum í rognkelsismagunum er.

 

Úrslitini í greinini vísa, at tað tekur í miðal 6,4 dagar hjá rognkelsum at sodna eina flytføra laksalús, meðan tað tekur 12 dagar at sodna eina kynsbúna laksalús. Áður hevur mann hildið, at tað einans tekur 1 til 3 dagar at sodna laksalýs.

 

Greinin er ein partur av verkætlanini Lumpfish and Akvanest, ið er fíggjað av norska granskingargrunninum FHF. Greinin er gjørd í samstarvi við Tari, Bakkafrost og Hiddenfjord.

 

##med2##

 

Les alla greinina her

 

Les greinina sum PDF fíla her