Innbrot í hús í Havn

Í gjár fekk løgreglan boð um eitt innbrot í Havn.

Tilgjørd mynd

Tað var ein granni, sum boðaði frá, at ein hurð í grannahúsinum stóð opin.

Tað vísti seg, at onkur hevði kastað ein stein gjøgnum ein rút og soleiðis varð sloppin inn. Viðkomandi hevði so latið einar bakdyr staðið opnar, tá viðkomandi var farin.

Vaktleiðarin sigur, at har sást einki sum so. Í kjallaranum var bæði ljós og sjónvarp tendrað, men tað var ikki atgongd millum kjallaran og íbúðina í erva í húsinum.

Vaktleiðarin sigur, at tað er óvist, um nakað var tikið. Tað sá út sum um viðkomandi bara hevði brúkt tað sum uppihaldsstað.

Nakað eftir midnátt fekk løgreglan boð um leysan seyð við Villingadalsvegin í Havn. Aktingamaðurin hjá kommununi fekk boð um tað. 

 

 

Tilgjørd mynd