Semingsroyndin millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið er miseydnað.
Tað er hon í øllum førum fyribils, uppskotið er vrakað, eftir at partarnir hava hugsað um tað í 12 tímar.
Greitt er ikki, hvør partur hevur vrakað uppskotið.
Semingsstovnurin roynir nú at lofta støðuni við at finna út av, júst hvat tað er, sum partarnir ikki kunnu góðtaka í semingsuppskotinum. Ætlanin er so at vita, um til ber at tillaga uppskotið soleiðis, at partarnir kanska kunnu góðtaka tað uttan at tað endar við einum verkfallið.
Heilsuhjálparfelagið hevur boðað frá, at tey fara í verkfall, um loysn ikki fæst á trætuni við semingsroyndini í dag.