Heinesen, 2. stýrimaður, var ein sera sinniligur maður. Hann lyfti eitt radarrefleks upp í loft, og løtu seinni kom skipið spakuliga út úr mjørkanum. Tað var ein ótrúligur lætti og ein grípandi løta. »Posaidon« [...] serstakt. Aftaná havi eg hugsað, at tann serliga støðan, ein var í, fyrst at vera í vandastøðu, og so knappliga at verða bjargaður og hava tað so gott, helst hevur havt sína ávirkan á ein 18 ára gamlan ungling [...] at rógva út men við øðrum bátalag. Vit høvdu tað sera hugnaligt umborð. Ein fuglfirðingur, tey kallaðu Mussi, beiggi hansara og ein nólsoyingur vóru óførir tónleikarar. Hesir fingu lív í felagssangin, og
gott at eiga ein Harra og Frelsara at leita til, og ikki minst í tílíkum umstøðum er tað gott at kenna, at tú eigur ein vin, sum er hjá tær og um teg, tá eingin annar er har. Eg kendi ein fullkomnan frið [...] Eg havi ongantíð áður vitað um, at mjørkin er komin so brádliga, og at hann hevur verið so tjúkkur, sum hann var leygardagin uppi í Reyninum. Hjá mær var einki at gera uttan at bíða. Har var ein lítil [...] upp í loft. Aftaná havi eg skilt, at Samson svágur, sum var við teimum, hevði hoyrt meg rópa, og so sleptu teir hundunum leysum. Tá menninir komu til mín, góvu teir mær breyð og ein heitan jakka at fara
venda sær til Tórshavnar kommunu við uppskotum um samstarv ímillum báðar kommunurnar. Eftir, hvat eg havi skilt, eru teir m.a. áhugaðir í samstarvi á skúlaøkinum, um sløkkiliðið og um havnalagið. Fáa greitt [...] Býráð hava at vita, um teir eru áhugaðir at leggja saman frá 1. januar í 2001 at rokna. Tað er ein spurningurin, vit fyrst og fremst mugu fáa greiði á, sigur borgarstjórin í Havn. Hann sigur, at Tórshavnar
hava verið og eru til sølu. Tað tykist sum um ein ávís vend er komin í nú í seinastuni, eina mest orsakað av øktum innflutningi av frystum fiski. Eisini kann ein ávísur reservi liggja í møguleikunum fyri at [...] landið. Hesar loringar havi eg í høvuðsheitum góðkent. Nú stendur tað einum og hvørjum frítt at geva Føroya fólki gylt lyfti um, hvat teir ætla aftaná komandi løgtingsval. Men nú havi eg hug at siga sum [...] , Kristiliga Fólkaflokkin og Miðflokkin. Ístaðin bleiv tað ein samgonga við Javnaðarflokkin, Verkamannafylkingina og Sjálvstýrisflokkin. Ein sambandstingmaður tók seg úr tí samgonguni. Tá Javnaðarflokkurin
sýn við einum av lastbilunum, er bert ein møguleiki, leiga ein sandbát at flyta bilin av oynni og aftur. Hetta kostar 7.000 kr. hvønn vegin, altso 14.000 kr. at fáa ein lastbil sýnaðan. Sama ger, hvat ið [...] standast av, at »Másin« bert hevur ein motor og dagliga siglir framvið bjørgum. Ábyrgdarmenn hava verið motorpassarar við »Másanum«, men, sum gamal maskinmeistari, veit eg, at ein kann vera tikin av bóli, og [...] hvat ið svíningum tørvar, ein óavmarkaður frekleiki at ómynduggera svínoyingar. Vit eru ikki eftirspurdir um nakað í hesum fyri okkum so týðandi máli, ja ikki minni enn ein lívæðr. Eg heiti á tykkum,
hús ferð eftir ferð, og sjálvt um eg nú havi búð í húsinum í 16 ár, havi eg ikki fingið eitt einasta ljós til tey. Tað vil siga tað sama sum, at ætli eg mær ein gongutúr aftaná kl. 5 um dagin, má eg hava [...] um náttina, tí ein sær ikki framm fyri sær. Eg kann í hesum sambandi ikki lata vera við at spyrja býráðslimirnar á Tvøroyri um, hví teir ikki tonkja uppá ØLL fólkini, ið búgva her. Eg havi nú biðið um gøtuljós [...] Eg vil tí biða tykkum taka hetta upp, næstu ferð tit fara á fund, og fáa skil á hesum, tí hetta er ein stór skomm fyri tykkum. Heilsan Malan, ið býr uppi á Støglinum
eri eg ómetaliga takksamur fyri. Tá ein náar ein aldur sum tú at blíva 90 ár, tá veit ein, at sólin er komin vestur á luftina. Men sum tú sjálvur sigur: »Eg taki ein dag í senn og takki Guði fyri teir, [...] yrki her í lívinum skuldi verða skúlalærari. Mær kemur til hugs ein morgun í mai ?94, okur báðir stóðu úti við Millugarðin á Økrum, tá ein slupp kom við fullum seglum inn um boðarnar í fjørðinum, og tú [...] hugsa tá, at tú skuldi koma at liva ein stóran part av lívi tínum á sunnara armi av Vágsfirði. Hesin túrur kom at standa sum eitt minni í lívi tínum; hetta skuldi verða ein royndartúrur, sum pápi tín tók teg
har hann kritiserar ein politikk, sum hann í veruleikanum tekur undir við. Persónforfylgjarin Óli Jacobsen Ein kann seta sær tann spurning, um Óli Jacobsen hevur tørv á altíð at hava ein ella annan persón [...] blaðgreinum sínum hartaði. Báðir møguleikar eru í veruleikanum líka ódámligir, tí hvussu kann ein lítla á ein persón, sum altíð fylgir tí ráki, sum tænir ersónligu áhugamálum hansara best, uttan at hava [...] ímóti at fara at viðgera tey úrslit, sum Fiskimannafelagið hevur fingið við samráðingunum, so er tað ein sannroynd, at Óli Jacobsen hevur verið tann fyrsti at bakka fyri reiðarunum gjøgnum øll árini, og hann
høvdið, kemur mær til hugs, at ikki verða jólini hjá teimum vaksnu løgd til rættis á ein meira skynsamiligan hátt. Ein endaleys tuskan úr handli í handil at keypa tílíkt, sum antin verður til ovát ella [...] kós móti Singapore og til sjós er næstan vorðin tiltalandi. Skomm at siga frá. Men hvør veit, kanska havi eg fingið skattalætta, tá eg komi aftur. Og tað komi eg, stendur tað til mín. Norðoyri, Tollaksmessudag
rin er her meira ein partur av ævisøguni, enn hann er skaldskapur, sum fyri sína egnu skyld verður settur í miðjuna og kannaður. ÆVISØGAN Tá ið setningurin er at skriva ævisøgu um ein persón, sum hevur [...] størri vevnaði, hvørs høvuðseyðkenni ella hægri merking ein kann hava ilt við at hóma. Aðrastaðni í bókini vísir Hanus á, hvussu tað ber til at síggja ein felags bygnað í øllum hesum søgunum um skaldið J. H [...] traditión hugsi eg, at hesin mátin er væl royndur, og hann er her ein gáva til øll, sum kanska aftra seg við at fara undir verk, sum hevur ein turrisligari stíl. Javnvigast má kortini millum tað, sum kann