Nýggjársrøða løgmans

Góðu landsmenn.

Tá kvøldið er av, standa vit aftur á gáttini til eitt nýtt ár. Gamlaárskvøld plaga vit at líta aftur um bak, serliga á árið, sum júst er farið, samstundis sum vit meta um, hvørjar vónir vit tora at seta til komandi árið, og serliga í ár kanska tey komandi 4 árini.

Hetta verður seinasta nýggjársrøðan í hesum valskeiðnum. Løgtingsval verður útskrivað, ivaleyst áðrenn juli mánað í komandi ári.

Hvat var útgangsstøðið og hvørji mál vórðu sett?

Í 1994 fóru vit undir at venda fíggjarligu gongdini í Føroyum. Lántøkurnar og ovurnýtslan í seinnu helvt av áttatiárunum gjørdi, at føroyska samfelagið var farið so ruddiliga á húsagang, ein húsagangur sum bleiv endaliga staðfestur í 1992 og 1993.

Fyrst í hesum valskeiði fluttu føroyingar í hópatali burtur í onnur lond at skapa sær livilíkindi, sum ikki funnust her heima.

Vit settu okkum eisini fyri at vinna tann partin av heimastýrinum aftur, sum varð sleptur í gjørdum avtalum við danir.

Hildið var, at vit høvdu sett okkum sera stór mál, tá vit m.a. settu okkum fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina í seinasta lagi 1998. Hesum máli, og nógvum øðrum málum, náddu vit fyri tíðina.

Í fjør segði eg, at tað var hugaligt at halda nýggjársrøðu. Tað er ikki minni hugaligt í kvøld, nú fyribils úrslitini frá árinum 1997 eru tøk. Tað hevur gingið munandi betri enn eg roknaði við, tá eg átók mær starvið sum Føroya løgmaður.

Longu í 1995 sóust tekin um, at tað fór at eydnast at venda fíggjarligu gongdini í Føroyum. Hagtølini fyri 1997 vísa eins og tølini fyri 1996, at tað av álvara gongur framá í Føroyum.


Hvørji eru úrslitini?

Lat meg í stuttum nevna nøkur dømi um hesa framgongd:

Fólkavøksturin heldur fram. Aftur í ár er talan um ein nettovøkstur í fólkatalinum, sum nú er komið uppá umleið 44.300 fólk.

Arbeiðsloysið, sum var eini 25% við ársbyrjan 1994, og sum var 14% við árslok 1995, er nú komið niður á umleið 9%.

Lønarútgjaldingarnar í januar til november 1997 eru øktar 7% í mun til sama tíðarskeið í 1996.

Av hesum eru lønarútgjaldingarnar í marknaðarvinnunum øktar góð 7% og almennu lønarútgjaldingar øktar knøpp 6%.

Skatta- og avgjaldstrýstið, sum var óvanliga stórt, er minkað munandi.

Fíggjarognaravgjaldið er nú tikið heilt burtur.

Landingarprísirnir fyri tosk, hýsu og partvíst fyri upsa, eru farnir 20 til 40% upp.

Týðandi partar av føroyska fiskiflotanum, serliga heimaflotanum, hava havt eitt avbera gott ár.

Fiskiídnaðurin á landi vísur tó eina ávísa niðurgongd. Tað vendi eg aftur til.

Útflutningurin fyri 10 mánaðir í ár var 8% størri enn í fjør.

Innflutningurin fyri 10 mánaðir í ár var 7% størri enn í fjør. Økta virksemið sæst aftur í samansetingini av innflutninginum.

Handilsjavnin verður sostatt helst betri enn í fjør, eitt yvirskot uppá umleið 300 miljónir kr.

Gjaldsjavnin sær eisini út til at verða minst líka góður og í fjør, t.v.s. eitt yvirskot uppá meira enn 1.100 miljónir kr.

Tað vil siga, at nettouttanlandsskuldin, sum við ársbyrjan 1990 var uppá 8,5 miljardir kr. nú er komin niður um 2 miljardir kr.


Framgongd

Eg kundi nevnt hópin av øðrum dømum, sum vísa, at tað hevur eydnast okkum at venda fíggjarligu gongdini.

Men vit mugu minnast til, at vit skulu ikki bara rokna við viðráki. Vit kunnu ikki rokna við eini líka stórari framgongd í komandi valskeiði.

Tað er torført at ímynda sær betri umstøður fyri fiskivinnuna í 1998 enn í 1997, tí nøgdir og prísir hava verið á høgum støði farna árið. Veiðan á fjarleiðum verður nakað skerd komandi ár, eitt nú kvoturnar í Barentshavinum. Tó liggur ein ávísur reservi í at fáa meira fisk viðgjørdan á landi.

Eg nevndi í áðni, at fiskiídnaðurin á landi hevur víst afturgongd higartil í ár. Orsøkirnar eru fyrst og fremst tørvandi vilji at fáa veiðina til lands, mótstøðan móti verandi virksemi, og tørvandi áhugin hjá heimligum kreftum at taka sær av teimum nógvu virkjunum, sum hava verið og eru til sølu.

Tað tykist sum um ein ávís vend er komin í nú í seinastuni, eina mest orsakað av øktum innflutningi av frystum fiski.

Eisini kann ein ávísur reservi liggja í møguleikunum fyri at gera varandi avtalur við eystanlond. Fyrsta handilsavtalan er júst gjørd við Estland. Sum so ofta fyrr nevnt tørvar okkum betri samstarv við ES.

Samanumtikið kann sigast, at um framgongd ikki verður í búskapinum av øðrum orsøkum enn fiskiveiðu og fiskaframleiðslu, so er vandi fyri einum falli í lønarútgjaldingum í 1998 og frameftir, og tað fer at merkjast hart hjá landskassanum og hjá kommununum.

Tá lítið og onki avlop er budgetterað hjá land og kommunum, skal ein inntøkumissur svarast við sparingum, skattahækkingum ella fíggjast á annan hátt.

Eitt annað vandamál er um rentan hækkar. Tað hevði minkað um nýtslumøguleikarnar hjá landi, kommunum, privata sektorinum og hjá einstøku húsarhaldunum.

Vit skulu heldur ikki gloyma stóru skuldina hjá landskassanum. Ein føst afturgjaldsskipan fer ivaleyst at seta stór krøv til sparingar og skatting.


Tað kundi verið uppaftur betur

Aftaná at hava víst á, at tað hevur gingist okkum betur, enn roknað varð við, og at týðuligir vandar liggja fyri framman, kann eg nevna, at tað kundi verið uppaftur betur.

Í nýggjársrøðuni í fjør fanst eg at løgtinginum fyri at hava lorað ov nógv út í 1995 og 1996. Eg segði meg vera samdan við landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum lýsti fíggjarlógarviðgerðina sum eitt sjálvtøkuborð. Hóast atfinningar frá andstøðu- og samgongulimum, loyvi eg mær at halda fast við hesar atfinningar.

Náddu úrslitini kundu verið munandi betri, um slíkar loringar ikki vórðu framdar í valskeiðnum.

Tá havi eg lættari við at skilja, at politikkarar hava lyndi til at slaka í ár, nú løgtingsval stendur fyri durum.

Og nakað er lorað í sambandi við fíggjarlógina fyri 1998, í alt einar 25 miljónir kr. Av hesum eru 8 játtaðar til heilsuverkið og 14 til almannaverkið, og 3 miljónir kr. eru játtaðar til ymisk endamál út um landið.

Hesar loringar havi eg í høvuðsheitum góðkent.

Nú stendur tað einum og hvørjum frítt at geva Føroya fólki gylt lyfti um, hvat teir ætla aftaná komandi løgtingsval.

Men nú havi eg hug at siga sum íslendingurin segði á sinni: 3Nú er ballið buðið2 hesumegin løgtingsvalið.


Hví var tað so ikki truplari?

Havandi í huga, at Føroyar fyrst í nýtiárunum sum einasta land í vesturheiminum var farið á húsagang, kann tað tykjast margháttligt at tað hóast alt hevur gingið so mikið væl at rætta upp búskaparligu gongdina í Føroyum.

Sjálvur ivist eg ikki í, at høvuðsorsøkirnar eru tvinnar.

Tann fyrra høvuðsorsøkin er, at føroyingar hava víst vilja og evni at virka fyri einari góðari og skjótari loysn.

Teir landsmenn, sum fyribils leitaðu sær arbeiðsmøguleikar og livilíkindi uttanlands, serliga í ríkisfelagsskapinum, heldur enn at falla í fátt her heima, eiga stóra tøkk uppiborna. Fleiri og fleiri av teimum leita sær nú heimaftur, og skulu teir vera væl afturkomnir. Vit vilja halda fram at virka fyri, at fleiri kunnu koma heim aftur.

Eisini teir landsmenn, sum vóru eitt sindur betri fyri, sum varðveittu sítt arbeiði, og sum tí blivu heima á landi, hava stóra tøkk uppiborna. Tolni til at bera stórar skattir og avgjøld, at tola niðurgongd í inntøku, fyri ikki at tala um minking í tøkari nýtsluupphædd, arbeiðshugur og framfýsni annars vóru fyritreytirnar fyri, at vit politikkarar kundu fremja tað, sum framt er.

Hin høvuðsorsøkin er ríkisfelagsskapurin. Tað, at hin parturin av ríkinum átøk sær at standa fyri allari uttanlandsskuld til londini uttan fyri Danmark, einar 7 milliardir kr., og tað, at vit framvegis hava fingið umleið 1 milliard kr. í ríkisstuðli eru avgjørdar fyritreytir fyri teimum úrslitum, sum nádd eru.

Vit skulu ikki gloyma, at árligi ríkisstuðulin uppá eina miljard krónur til okkara samfelag er umleið tann sama nettoupphæddin, sum útflutningurin í teimum vánaligastu árunum legði eftir seg.


Viðurskiftini við Danmark

Hesi viðurskifti hava fingið drúgva umrøðu í hesum valskeiðinum, fyrst og fremst av bankamálinum. Viðgerðin í donskum og føroyskum fjølmiðlum, av donskum og føroyskum politikkarum á løgtingi og á fólkatingi hava í ávísan mun tarnað samarbeiðinum millum Føroya og Danmarkar.

Tað frøir meg, at úrslitið av bankakanningini loksins verður almannakunngjørt um miðjan januar.Av góðum grundum veit eg onki um, hvat úrslitið verður. Uttan mun til, hvussu frágreiðingin verður orðað, fari eg at biðja føroyingar, løgtingsmenn og fólkatingsmenn og aðrar politikkarar, eins og fjølmiðlar, ja, allar føroyingar geva sær stundir til at koma til rætta samantakið til veruliga innihaldið í hesi frágreiðing, áðrenn verður at leika í aftur.

Føroya landsstýri fer gjøgnum serkønar skjótast gjørligt at útvega eitt sakligt og rætt samantak av frágreiðingini um bankakanningina.

Tykkum nýtist ikki at vera í iva um, at verður tað mett rætt og neyðugt, fer løgmaður at nýta tann sama fastleika mótvegis dønum, sum nýttur varð at sleppa okkum burturúr teimum politisku bindingunum við Danmark fyrst í hesum valskeiði, og tann sama fastleikan sum nýttur er í kravinum um, at danir átaka sær kostnaðin av bankabjargingunum.


Politisku viðurskiftini innanlands

Sum nátúrligt er aftaná ein húsagang hjá einum heilum samfelag, hevur verið ávísur politiskur turbulensur hetta valskeiðið.

Tað byrjaði við drúgvum samráðingum og einum samgonguskjali við Fólkaflokkin, Kristiliga Fólkaflokkin og Miðflokkin. Ístaðin bleiv tað ein samgonga við Javnaðarflokkin, Verkamannafylkingina og Sjálvstýrisflokkin. Ein sambandstingmaður tók seg úr tí samgonguni. Tá Javnaðarflokkurin gav upp, varð samgonga gjørd við Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og størra partin av Verkamannafylkingini. Tá Sjálvstýrisflokkurin gav upp, helt samgongan fram sum minniluti í valbólki við Kristiliga Fólkaflokkin og fráfarna sambandstingmannin.

Hesir trupulleikar hava av skiftandi andstøðum og av fjølmiðlunum verið týddir sum ein veikleiki fyri politisku leiðsluna í landinum.

Men góvu vit eftir fyri Fólkaflokkinum frá byrjanini av, góvu vit eftir yvir fyri Javnaðarflokkinum í miðjum valskeiðinum, góvu vit eftir fyri tí einstaka landsstýrismanninum og góvu vit eftir fyri einstøkum tingmonnum, so høvdu vit ikki kunna víst á tey góðu úrslitini í dag.

Ein eigur at leggja til merkis, at rikni politikkurin av ymiskt politiskt samansettum samgongum hevur stórt sæð verið tann sami. Vit settu okkum nøkur mál, sum í stuttum vóru:

at venda fíggjarligu gongdini

at sleppa undan bindingunum við danir

at lætta um hjá vinnulívinum og

ikki minst hjá einstaka borgarum

So kunnu vit meta um, hvørt tað var ósemja ella politiskur fastleiki, sum gjørdi, at vit náddu longur enn tey settu málini.

Skuldi eg fingið høvi til at gjørt tað umaftur, hevði eg roynt at sýnt upp aftur størri politiskan fastleika, hóast vanda fyri ávísum politiskum spenningum og sostatt nátt enn betri úrslitum.


Onnur viðurskifti

Ov drúgt verður at fara um øll mál í einari nýggjársrøðu. Nevnast kunnu nøkur stórmál.

Vit hava arbeitt við spurninginum um landgrunsmarkið við Bretland, men striltið hevur gingist. Fyrireikingar verða gjørdar til eina oljuvinnu, og uppskot til oljulóggávu er lagt fyri tingið.

Komið er undir land at umskipa miðfyrisitingina í landsstýrinum til broyttu stýrisskipanina. Allir aðalstjórar eru settir, eins og fulltrúar og skrivstovufólk.

Hetta eru neyðug tiltøk, tí vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg, um umsitingin skuldi virka á nøktandi hátt.


Góðu landsmenn.

Eg vil enda hesa nýggjársrøðu við tí týdningarmesta, eg havi at bera fram.

Tað er ein tøkk til allar landsmenn, hvønn einstakan fyri hennara og hansara lut í tí endurbyggingararbeiði, vit hava framt fyri okkara land hesi fýra árini.

Fyri Føroyar og fyri flestu føroyingar hava hetta verið 4 strævin, men góð ár.

Í øllum viðrákinum mega vit ikki gloyma at hava Harran við okkum í øllum lutum. Okkara tankar leita í samkenslu til tykkara, ið mist hava á einhvønn hátt í farna ári. Harrin styrki tykkum, ið hava verið fyri stórum missi, og har sorg kennist sár.

Vegna Føroya landsstýri fari eg at ynskja øllum Føroya fólki, burturi sum heima, eitt av Harranum signað nýggjár.