»Másin« Nólsoyar Páll nr. 2

Helt meg at lesa eitt nýttársskemt í Sosialinum. »Másanum« eru játtaðar 5 milliónir, at leingja hann 2 metur og annað eftir krøvum frá skipasýninum tí »Hann er so vælegnaður til hesa sigling, Svínoy, Fugloy«.

Fugloyingar kunnu sjálvir svara fyri sína oyggj. Svínoyingar vilja hava eitt nógv størri skip, hetta skip skal kunna taka bilar, traktorar, gravimaskinur, t.v.s. øll amboð sum vit nýta í arbeiði okkara.

Skipið skal vera breitt og grunt, lossikranin skal lyfta minst 10 tons/metur. Ferðafólkarúm til 80 fólk, hava 2 motorar og 2 skrúðir.

Mín meting um »Másan« er, hann hevur ongantíð verið vælegnaður at sigla uppá Svínoynna, alt ov lítil og siglir ov seint.

Solomon prestur skrivaði eina ferð í Dimmalætting um vandan, ið kundi standast av, at »Másin« bert hevur ein motor og dagliga siglir framvið bjørgum.

Ábyrgdarmenn hava verið motorpassarar við »Másanum«, men, sum gamal maskinmeistari, veit eg, at ein kann vera tikin av bóli, og at óhappið hendir nettup tá ið tað ikki skal. Ikki er ringt at ímynda sær, hvat tá kann henda.

Stjórin á Strandferðsluni sigur við Sosialin 30/12 »Vit og klassin eru sannførd um, at tá ið alt hetta er gjørt, kann skipið røkja siglingina minst 20 ár afturat; víðari sigur hann seg hava ráðført seg við manningina á »Másanum« t.v.s. at strandferðslan ráðførir seg við seg sjálvan ella 2 klaksvíkingar + 2 hvannasundsmenn skulu siga myndugleikunum, hvat ið svíningum tørvar, ein óavmarkaður frekleiki at ómynduggera svínoyingar. Vit eru ikki eftirspurdir um nakað í hesum fyri okkum so týðandi máli, ja ikki minni enn ein lívæðr.

Eg heiti á tykkum, politikkarar okkara í Norðoyggjum, steðgið hasum beinanvegin.

Oyggj okkara skal ikki uppgevast sum ein vónleys útoyggj, tað er hon hledur ikki.

Vit eiga eina smoltstøð í Svínoy, sum kann ala 1 millión smolt um árið, til eitt virði av 10 milliónir kr. Smoltstøðin leverar smolt til alistøðir okkara, sum liggja í Nólsoyarfirði og Funningsfirði. Tilsamans útflyta tær laks fyri 80 milliónir kr. um árið. Vit hava stórt brúk fyri góðum sambandi við Hvannasund. Smoltið verður flutt av oynni á heysti og á vári. Vegna tað lítla strandfaraskipið ið vit hava, vóru vit noyddir at byggja okkum ein brunnbát á Tórshavnar skipasmiðju fyri 2,5 milliónir kr. at flyta smolt við. Tit sum meina at eitt træskip er best egnað til hesa sigling, hava skeiva uppfatan. Sóu tit skipini við Eysturgrønland í sjónvarpinum á jólum, ár inn og ár út, troka tey seg ígjøgnum ís við nógvari ferð, í høgari aldu, uttan at vera skadd.

Hvussu leingi halda tit, at »Másin« hevði hildið til hasa viðferð? Eg vildi mett, hægst 1 tíma. Eg veit hvat eg tosi um, tí eg havi verið við líknandi skipum, og fiskað í íshøvunum í fleiri ár.

Byggið nýtt skip, setið 5 milliónir afturat teimum játtaðu 5 milliónunum á fíggjarlógina næsta ár og latið »Másan« sigla, til nýggja skipið er liðugt. Latið okkum vera við til at mynda skipið, so fáa vit eitt skip sum VIT hava brúk fyri nógv ár fram í tíðina.

Í Svínoy eru lastbilar, dumparar, gravimaskinur og onnur tung amboð. Lastbilarnir viga umleið 3 tons. Fáa vit boð frá Bileftirlitinum at møta til sýn við einum av lastbilunum, er bert ein møguleiki, leiga ein sandbát at flyta bilin av oynni og aftur. Hetta kostar 7.000 kr. hvønn vegin, altso 14.000 kr. at fáa ein lastbil sýnaðan.

Sama ger, hvat ið verður gjørt við »Másan«, hann er og verður nógv ov lítil. Hann klárar illa nokk at lyfta 1 tons av dekkinum og uppá keiina.

Skilji eg uppskotið frá Jóanis Eidesgaard rætt um at líkastilla útoyggjarnar við tær stóru, so ber til nú, at flyta bilar so nógv sum ein vil úr Hvannasundi til Svínoyar og hinvegin. Rokningin verður goldin av tí almenna ella Strandferðsluni.

Eitt er, at koma við einum uppskoti, annað er at føra tað út í lívið.

Einaferð enn »Byggið nýtt skip«.


Gamlaárskvøld 1997

Vinarliga

Bjarni Jacobsen