Vit hava ikki hoyrt frá kollfirðingum síðani í oktober. Men vit bíða, tí tað eru teir, sum eiga útspælið.
Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, sigur, at Tórshavnar Kommuna fer ikki at leggja trýst á kollfirðingar.
Vit vildu, at báðar kommunurnar skuldu rekast eftir somu fíggjarætlan frá 1. januar, og at samanleggingin skuldi verða fullfíggjað frá 1. januar 2001, beint eftir komandi kommunuval, sigur hann.
Men kollfirðingar vildu ikki, at tað skuldi ganga so skjótt fyri seg. Teir eru enn hugaðir fyri at samband er okkara millum.
Leivur Hansen sigur, at avtalan var, at kollfirðingar skuldi venda sær til Tórshavnar kommunu við uppskotum um samstarv ímillum báðar kommunurnar.
Eftir, hvat eg havi skilt, eru teir m.a. áhugaðir í samstarvi á skúlaøkinum, um sløkkiliðið og um havnalagið.
Fáa greitt at vita
Leivur Hansen sigur, at tá ið kollfirðingar taka sambandið uppaftur við Tórshavnar Kommunu og boða frá, á hvørjum økjum teir kundu hugsa sær samstarv, má Tórshavnar Býráð hava at vita, um teir eru áhugaðir at leggja saman frá 1. januar í 2001 at rokna.
Tað er ein spurningurin, vit fyrst og fremst mugu fáa greiði á, sigur borgarstjórin í Havn.
Hann sigur, at Tórshavnar Kommuna hevur einki ímóti at samstarva við kollfirðingar um mangt og hvat.
Men skulu vit undir eitt víttfevndandi samstarv, má endamálið vera at leggja saman sum frálíður.
Og at lata samanleggingina byrja í smáum við samstarvi á ymsum økjum, hava vit onki ímóti, leggur hann afturat.