J. H. O. Djurhuus III,
Hanus Andreasen, Mentunargrunnur Studentafelagsins,
1997.
Triðja og seinasta bókin í bókaverkinum um stórskald okkara J. H. O. Djurhuus, kom út beint uppundir jól. Tað er ikki hissini bókaverk, ið við hesi seinastu bókini nú er liðugt. Tær tríggjar bøkurnar eru stórverk, sum við stóru umsorgan síni fyri tí neyva kanningararbeiðinum eru bókmentasøgulig dokument við ómissandi virði. Neyvleikin í frásøgnini eyðkennir alla hesa triðju bókina, sum lýsir tíðarskeiðið 1929?1948 í lívi Janusar. Tað gevur at bíta, longu á teimum allarfyrstu síðunum, har Hanus skrivar um dómin, J. H. O. fekk fyri roknskaparsvik í 1929 og tíðina, hann so sat í Vestre Fængsel. Hanus Andreassen hevur kannað øll viðurskifti, sum kunnu siga frá hesum dapra tíðarbili í lív Janusar, so væl, at vit sum lesarar eru hjá honum har. Vit síggja umstøðurnar fyri okkum, vit kenna dagsins gongd og vit fáa enntá at vita, at Janus fekk átalu fyri at »skriva vers« á pappírið, sum fangarnir fingu útflýggjað!
Bókin er býtt sundur í tíðarskeið. Fyrst 1929 -34, sum byrjar í Vestre Fængsel og endar í Avebode, kleystrinum í Belgia, har Janus vistaðist ein mánaða í 1932. Greitt verður í hesum tíðarskeiðnum frá m.ø eisini einari tíð á Bornholm og frá samlívinum við Rigmor í íbúðini í Breiðugøtu, og lívinum annars í Keypmannahavn hesi árini, ikki minst vertshúslívið.
Annar parturin, »Leikir í longum talvi«, fevnir um tíðarskeiðið 1934 -38 og snýr seg einamast um stóru miðalhavsferð Janusar og aftur eitt tíðarskeið á Bornholm. Í fjórða parti 1938?45, sum eitur »Viðburður í vargøld« er Janus heima í Føroyum, í Klaksvík og í Svínoy, og seinastu árini í lívi Janusar 1945?48 eru lýst í partinum, sum ber heitið »Tann sætti svanurin«.
Hvør parturin endar við umrøðu og viðgerð av skaldsligu avrikum Janusar í tíðarskeiðnum, sum parturin umrøður.
Yrkingar Janusar verða nevndar uttanfyri hesar viðgerðirnar eisini, tilgongdin er tá sum heild ævisøgulig, og skaldskapurin er her meira ein partur av ævisøguni, enn hann er skaldskapur, sum fyri sína egnu skyld verður settur í miðjuna og kannaður.
ÆVISØGAN
Tá ið setningurin er at skriva ævisøgu um ein persón, sum hevur fingið so ymiskligt og so farsagnardæmt eftirmæli, sum J.H.O Djurhuus av ymsum grundum fekk, tá verður týðandi lutur í arbeiðinum at taka dagar millum søgurnar, sum eru næstan uttan tal. Hanus greiðir sjálvur fleiri ferðir frá tí vandanum, sum er í tí, at talan er um persón, sum fólk hava lyndi til at skapa mýtur um. Hann sigur í epiloginum t.d. soleiðis um søgurnar:
? Nýggjar koma í heilum undan kavi, spretta í mytunnar urtagarði sum rótfrekur dái. Summar spretta úr einum kjarna av veruleika. Summar eru kanska yrktar. Summar fortaldi hann sjálvur, tí hann hevði ? millum mangar aðrar eginleikar ? eina fína sjálvironi av tí slagnum, sum bara eitt ríkt sinni kann hava. Allar eru tær veftir í einum størri vevnaði, hvørs høvuðseyðkenni ella hægri merking ein kann hava ilt við at hóma.
Aðrastaðni í bókini vísir Hanus á, hvussu tað ber til at síggja ein felags bygnað í øllum hesum søgunum um skaldið J. H. O. Djurhuus, og hansara egnu fyrivarni síggjast ofta, tá ið hann sjálvur greiðir lesaranum frá, hvat sannleikavirði hann metir tær einstøku søgurnar at hava:
Mangar av krønikunum um Janus eru bygdar upp rundan um hansara vertshúsvitjanir. Tú krevur ikki at kanna tær gjølla fyri at síggja, at at kalla allar hava ein bygnað, sum vit eisini kenna frá Janusar leikluti í øðrum felags skapi, í føroyskum feløgum, í veitslum, í einum talvfelag.
Væl er valt burturúr rúgvuni, tí søgurnar eru at kalla allar slíkar, sum siga nakað um Janus Djurhuus sum persón og persónligheit.
Tað kann vera freistandi hjá honum, sum hevur serligan tokka til persónin, hann skrivar ævisøgu um, at pynta uppá, ella bara at skava útyvir tey lýtini, sum persónurin hevur, men hetta lyndið haldi eg ikki, at høvundurin hevur í serliga stóran mun. Hann lýsir Janus, sum hann var, tá hann var allargrefligastur og eisini tá hann var hjartastórur og mildur, uttan sjálvur at taka annað fram um hitt.
Tað anekdotiska í frásagnarstílinum hevur sjálvandi eisini tann týðandi fyrimunin, at bókin verður so ógvuliga stuttlig at lesa. Tú situr sum í vertskapi mestsum, har søgurnar flúgva millum fólk, ið hava funnið sær eitthvørt áhugavert at endavenda í góðari samrøðu. Í føroyskari traditión hugsi eg, at hesin mátin er væl royndur, og hann er her ein gáva til øll, sum kanska aftra seg við at fara undir verk, sum hevur ein turrisligari stíl.
Javnvigast má kortini millum tað, sum kann tykjast óneyðuga privat, t.v.s. tað sum lýsir serliga sárar og inniligar hendingar, uttan at hetta er neyðugt fyri heildarfatanina og so tað, sum kann tykjast privat, men kortini má sigast í summum førum.
Í øðrum bindi av heildarverkinum tókti mær til dømis, at frásøgnin um Onnu og kærleikssamband hennara við Sophus Djurhuus, sum var fylkislækni í Klaksvík, var ov nærgangandi, serliga tí at hetta sambandið ikki hevði áðurnevnda týdningin fyri heildarfatanina, men í hesi bókini haldi eg ongantíð, at høvundurin fer um tað markið.
Ein vandi, sum kann verða í tí at skriva ævisøgu um stórskald sum Janus Djurhuus, er, at verkið lætt kann gerast patetiskt, sjálvhátíðarligt. Hanus Andreassen sleppur undan hesum við at hava humoristiska frástøðu, sum skínir ígjøgnum her og har. Summastaðni er lýsingin kortini ikki dæmd av humori, heldur er hon poetisk og sár. Soleiðis eru t.d. lýsingarnar av Rigmor og samlívi Janusar við Rigmor í summum pørtum. Rigmor Lútzen, sum Janus livdi saman við fittan part av vaksnu ævi síni, verður her lýst við sama takkseminum, sum hevur verið týðilig hjá fleiri teirra, sum hava umrøtt hana. Hon átti lívið í Janusi, verður sagt, og hon livdi við Janusi, sum hann var. Mangan gjørdi Janus henni støðuna trupla og beiska, men hon sá eisini tað piprandi og nakna menniskja, og hon tók okið á seg. Hetta er so, vit góðtaka tað, men kortini loyvi eg mær at gera eina viðmerking til hetta eitt sindur romantiserandi takksemi til kvinnuna, sum hevur latið seg kúgað útum alt rímiligt og sømiligt mark, og, sambært frásøgnini, kortini gleðist tá dagur endar, tí at hesin særdi »falkin grá« setti seg hjá henni.
Tá ið Janus rak hana av songini at gera sær »rósuvatn«, tá hann kom fullur heim á nátt, ella tá hann var grovur og óflýggjaligur við hana og m.a. tosaði »niðrandi um útsjónd hennara«, meðan fólk var hjá, fyri nú bert at nevna okkurt heilt lítið av tí, sum Rigmor so tolin lat um seg ganga, so noyðist eg at spyrja meg sjálva, um tað er »at eiga lívið í« einum øðrum menniskja, tað sum hon gjørdi. Hon forsyrgdi honum, gav honum eta, streyk honum skjúrturnar og lat hann fara við sær sum hansara skiftandi sinnisstøður góvu orsøk til. Í hesum er leiklutur hennara beiskliga líkur honum hjá so mongum kvinnum. Tó at eg væl veit, at Rigmor hevði opin eygu, var gávuríkt og væl at sær komið menniskja, so er onkustaðni á leiðini hetta »offurið« í mínum eygum, hvussu víkir og vendir, eitt kvinnuligt martyrium, sum ikki tykist mær rættvísgjørt við at »eiga lívið í« einum úrmælingi.
Ævisøga Janusar er virðismikil tíðarlýsing, og serliga fólk í Keypmannahavnarumhvørvinum tíðliga í hesi øldini kennast so forkunnug at síggja, tá ljósið fellir á tey, tí at lívið gav teimum ein leiklut í lívi Janusar. Í sambandi við frásøgnini frá jarðarferð Trónd Olsens í Kirkjubø í 1962, hevur høvundurin hesa vøkru hugleiðing:
Sum Høgoyggj eru tey á ein hátt øll sveipt í morgungull ? hesi merkiligu og gávuríku og stuttligu fólkini, sum mólu rundan um Janus sum gongustjørnur um eina ? gaman í við hvørt heldur óstøðugt singlandi sól. Tey og teirra ættarlið. Fús at virka fyri sínum hugsjónum uttan nakrantíð at spyrja um vinning umboðaðu tey eina mentan, sum var um at hvørva um tað mundið Janus andaðist, og sum fáur man duga at fata í dag. Í mínum huga hevur hetta ættarliðið í mong ár staðið sum edilingaliðið.
Tíðarlýsingin er, sum áður nevnt, neyv og nærløgd, og kanningararbeiðið, sum hevur verið neyðugt, má hava verið risastórt. Valla eiga vit nakað annað verk, sum so væl lýsir livihátt og hugsunarhátt hjá intellektuellum føroyingum í útlegd og heima fyrru helvt av hesi øldini.
Eina lítla atfinning havi eg til sjálva framsetingina, har eg haldi, at høvundurin hevur lyndi til at brúka tann í fyrilestrum hóskiligari siðin at sleppa einum tráð við lyfti um seinni at venda aftur til evnið og gera tað liðugt. »Hetta skal eg koma aftur til um eina løtu..« er ilt hjá lesaranum at hava eftirlit við, og slepta evnið kennist sum »leysur endi«
SKALDSKAPURIN
Í hesi bókini hevur Hanus Andreassen valt at viðgera skaldskapin í pørtum fyri seg, tó skipað sundur soleiðis, at ein gjøgnumgongd av skaldskapinum í umrødda tíðarskeiðnum mestsum tekur samanum hvørt tíðarskeiðið.
Viðgerðir høvundsins av yrkingum Janusar eru ikki nógv dæmdar av strongum vísindaligum háttalagi. Tað sæst her, sum í øllum verkinum, at høvundurin er bæði skald og bókmentagranskari, og tað stranga metodiska í viðgerðini av skaldskapinum hevði neyvan hóskað til verkheildina, sum hon er. Heldur eru viðgerðirnar intuitivar og sansandi, og stórur og djúpur kunnleiki til heimsbókmentirnar ger samstundis, at høvundurin er førur fyri við skaldskaparligum ástøði og samanberingum at vísa lesaranum, hvussu víðfevnandi og vitskyggjandi skaldið er. Tilgongdin til skaldskapin er her eisini ævisøgulig, sagt verður frá tíðar- og høvissamanhangi og frá ávirkan, sum fólk og umstøður hava havt.
Gott dømi um, hvussu Hanus í viðgerðini sansar yrkingina, heldur enn at greina hana eftir meira skipaðum reglum, síggja vit í umrøðuni av yrkingini »Cello«, frá 1933. Hann sigur m.a.:
At lesa hana er sum at sita einsamallur inni á eini vínstovu ein seinnapart í einum stórbýi ? kanska við einum javnara ? og hoyra streingjaljóð syndra alla tíðarbundna trygd: natúrina, menniskjað, alla trúgv, allar hugsjónir og til seinast ? í einum minniligum ørindi ? sjálvt heim landið:
Leyvið dettur, dettur -
havið slettir, slettir -
tá um aldarøð er farið,
hvat av Føroyum
er tá eftir?
Hetta er sera vekjandi háttur at umrøða skaldskap. Hann krevur, vegna sítt subjektiva lyndi, tó ein strangan og ikki minst ógvuliga skaldskaparkønan umsitara. Tað er skilligt, at Hanus Andreassen er samvitskufullur tulkari, sum ongantíð fellur til tómt orðaskvaldur ella klisjénýtslu.
Hanus ger, í umrøðunum av skaldskapi Janusar, fitt burturúr týðingunum, og eitt lítið dømi kann her vísa, hvussu neyvliga og væl hesar metingar eisini eru frágingnar. Tað er í viðgerðini av týðing Janusar av »The Raven« hjá Edgar Allan Poe. Hann greiðir fyrst frá sambandi Janusar við yrkingina, hansara kunnleika til Poe, hvussu hann, í brøvum til Onnu citerar úr »The Raven« og »Ulalume«. Hann metir um týðingina, hvussu frí hon er, hennara lættleika, og heftir seg so víðari við tað so tortýdda »nevermore«, sum ørindini enda við í hesi víðagitnu yrking. Til tess at kunna greiða spurningin og seta loysn Janusar í eitt perspektiv, hevur hann kannað svensku, donsku, norsku og íslendsku týðingarnar og kemur so aftur til týðing Janusar ? eingi ráð ? . Hann kannar síðani ljóðligu árinini og rímvirðið og metir at enda, at slíkt skaldskaparligt sjálvbjargni, sum hetta er dømi um, kemur hugsandi úr tí keldu, sum kvæðini hava verið hjá skaldinum. Hetta verður so aftur neyvari staðfest við øðrum dømi, tá ið reglan »Is there ? is there ? balm in Gilead« verður umsett til hitt næstan ófatiliga lætta og rætta »Grøða smyrsl meg hinumegin«, har orðið smyrsl í akkurát hesari merkingini hevur fyridømi í einum ørindi í Regin Smiði.
EPILOGUR
Verkið um J. H. O. Djurhuus endar við ellivu síðum longum epilogi, har Hanus Andreassen skilliga vísir, hvussu væl hann er komin at kenna skaldið og menniskjað Janus Djurhuus. Hann brúkar myndina »tvørsagnarportrið«, sum lesarin má fara igjøgnum, skal hann skilja tvørsagnirnar ? paradoksini, sum støðugt takast í Janusi. Hann kannar sjarmuhugtakið ? heilt upp ímóti tí minni góðsliga psykopatihugtakinum og hann ger meting av politiska og tjóðskaparliga lyndi Janusar. Hann ger sær tankar um vit ella intelligens hansara, um hugflogið og um vitan hansara og tekur at enda samanum skaldið við tankavekjandi sjónarmiðum um, hví hann yrkti, sum hann yrkti. Janus er romantiskt skald í ávísari andsøgn til samtíðarrákið, sum var súmbolisma, ung modernisma, realisma og samanumtikið frígering úr formligum høftum.
Seinasta reglubrotið í verkinum er ein, kanska í so stutt, eftirmeting av yrkingum Janusar. Sera beinrakið punktum at enda verkið við, er seinasti setningurin, har sagt verður um yrkingarnar, at tær eru: »Sum lið í tí framhaldandi millumtekstaliga dansinum.«
Nú eru so hesi trý bindini í verkinum um lív og skaldskap J. H. O. Djurhuusar komin at standa í míni bókreól ? undir liðini á stóra savninum , har Kristian Matras fekk saman í eina útgávu allar yrkingar Janusar. Eg kenni meg vísan í, at eg fari ofta at venda aftur til hesar bøkur, at lesa í teimum, tí tær eru væl skrivaðar og fragd at lesa til undirhalds, at hava gleði av teimum, tí tær vísa mær tulkingar á høgum støði av tí besta vit eiga í føroyskum skaldskapi, og tí at tær geva mær livandi og sannførandi mynd av skaldinum og innlit í eitt spennandi tíðarskeið í føroyskari mentanarsøgu.