ára gamla málverjan Stephen Boyle, sum kemur úr Florida, har hann seinastu trý árini hevur spælt undir núverandi KÍ-venjaranum Tony Paris. Markus Tummas Jacobsen, dagligur leiðari í KÍ, sigur eisini, at [...] , greiðir Markus Tummas frá og vísir samstundis á, at tað er neyðugt at lætta arbeiðsbyrðuna hjá hesum báðum eitt sindur, tí sum støðan er í dag við pengum o.ø., er sera nógv at takast við í einum stórum
inspektørinum at tóga har. Og ta var gott fiskarí, og vit hungraðu eftir fiski. Hetta var fyrstu ferð á túrinum, at vit raktu veruliga við fisk. Eftir at vit høvdu etið døgurða, og teir høvdu fingið alt gott frá [...] Tá sigi eg við inspektørin: Spyr »shefin« umborð á KV Andenes, um vit ikki skulu seta 80 mm. rist undir, tá ið vit hava hálað. Hann so gjørdi. Svarið varð, at tað var ógvuliga skilagott at royna tað. Ikki [...] dagar seinni, tá ið vit vóru komnir út aftur, og vit aftur høvdu inspektión umborð, fortaldi eg fyri hesum inspektørinum um framferðarháttin tann 13.3.99. Tá segði hann hesi orð: »Det var en luren måte«. Tann
sum prísirnir eru á olju og orsakað av tjúkka basaltinum inni á landgrunninum - helst vilja fara undir leiting í teimum meira ?tryggu? økjunum út til markið, so vísa úrslitini við eitt nú tveybáta- seismikki [...] er, at eydnan eisini er við okkum, og olja verður funnin í hesi fyrstu boringini - kunnu teir fara undir sokallaða appraisal boring í august ár 2002. Hetta er boring, sum skal geva oljufeløgunum vissu fyri [...] fyri komandi leiting, hvussu skattapolitikkurin verður. Um so er, at prísurin aftur fer at liggja undir 10 dollarar, so er tað avgerandi, skal oljuídnaðurin ikki heilt steðga upp, at bæði føroyska, norska
hann í roynd og veru hevur tapt trý kríggj í hesum tíggjuáraskeiði, og at hann rætt og slætt hevur koyrt búskapin í landinum á húsagang. Í 1998 skundaði hann undir vápnaðan uppreistur í Kosovo-landspartinum [...] skulu fara við hesum manninum, sum eftir teirra tykki svingar aftur og fram frá at vera slaktarin á Balkan til lykilpersónur í friðarsamráðingum. Snildisliga dregur Milosevic sær gagn av hesum iva. Hann sendir [...] teir fóru frá einum ikki harðligum uppreistri til vápnaðan uppreistur. Í fjør royndi hann at skunda undir eina nýggja røð av Balkankríggjum, sum kundi leitt lond rundan um, sum t. d. Albania, Makedonia og
raksturin á hesum vinnutólum, og at teir fáa vinningin av hesum verkætlanum?, spurdi formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag. Andsøgn við fullveldið Hon segði, at fakfelagsrørslan fer sjálvandi at taka undir við framtøkum [...] sera góðtrúgvið, tá ið landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur og alment hevur sagt, at ræðið á hesum influttu skipum, og teimum feløgum, ið eru skrásett at eiga hesi skip, eru á føroyskum hondum. ? Halda [...] sjónskari. ? Nøkur skulu hava í posa og sekk, meðan onnur helst einki skulu fáa, men noyðast at liva undir hungursmarkinum. ? Vit hava sæð, hvussu leikur fer fram á politiska pallinum, sama, hvør flokkur hevur
lítið burtur úr tí, sum fyriferst úti kring landið. Og plaga miðlarnir oftani at skáka sær undan hesum kritikkinum við at siga, at bæði arbeiðs- og peningaorkan er avmarkað, soleiðis at tú røkkur ikki [...] eisini vendur móti Sosialinum, og vil blaðið taka hann til eftirtektar. Blaðið fer tí í næstu viku undir eitt nýtt tiltak: Tað er at vitja kring landið og gera blaðið meira sjónligt har. Sum er hevur blaðið [...] við at byggja upp lokalredaktiónir kring landið, verður so farið út um høvuðsstaðin hvørja viku. Í hesum sambandi hevur Sosialurin gjørt eina avtalu við Reyni Service um nýtslu av einum Toyota Avensis bili
lítið burtur úr tí, sum fyriferst úti kring landið. Og plaga miðlarnir oftani at skáka sær undan hesum kritikkinum við at siga, at bæði arbeiðs- og peningaorkan er avmarkað, soleiðis at ein røkkur ikki [...] eisini vendur móti Sosialinum, og vil blaðið taka hann til eftirtektar. Blaðið fer tí í næstu viku undir eitt nýtt tiltak: tað er at vitja kring landið og gera blaðið meira sjónligt har. Sum er hevur blaðið [...] við at byggja upp lokalredaktiónir kring landið verður so farið út um høvuðsstaðin hvørja viku. Í hesum sambandi hevur Sosialurin gjørt eina avtalu við Reyni Service um nýtslu av einum Toyota Avensis bili
ikki hava umstøður at renna! Tað eru eisini hesi, sum teir mongu skúlastjórarnir, ið hava skrivað undir eitt skriv til býráðið, fyrst og fremst hugsa um. Fólkaskúlalógin leggur nevniliga upp til, at næmingar [...] bæði rímuligt og rætt. Tá tað kortini verður gjørd ein íløga í ein vøll, sum vit eisini taka fult undir við verður gjørd, so má og eigur møguleikin at gera rennibreyt eisini at verða tikin við í verkætlanina [...] at tær neyðugu broytingarnar verða gjørdar. Tað er í tøkum tíma, at hetta hendir, og vit vilja á hesum stað geva stigtakarunum til ynskið um at fáa rennibreyt kring Tórsvøll og teimum mongu skúlaleiðlsunum
ætla okkum at kanna málið gjølla, og tí kunnu vit ikki koma við teimum heilt stóru viðmerkingunum í hesum máli enn. Bispur skal sjálvandi sleppa til orðanna at verja sína støðu, áðrenn málið verður viðgjørt [...] sta annars skuldi vera hendan ávísa sunnudagin. Ikki ein kæra Ein av prestunum, ið hevur skrivað undir skrivið til Krirkjumálaráðið sigur, at talan ikki er um nakra kæru, men um eina frágreiðing og áheitan
er ikki uttan grund. Sóknin, ið telur gott og væl 200 íbúgvar í Kirkjubø og á Velbastað, er farin undir eina sera stóra verkætlan av sínum eintingum. Nýggjur skúli skal byggjast á Velbastað við síðuna av [...] fingið at vita, at ein nevnd verður sett at endurskoða stuðulsskipanina til skúlabygging í Føroyum. Hesum kunnu børnini í kommununi ikki bíða eftir. Vit eru noydd at byggja nýggjan skúla nú. Barnatalið veksur [...] fyri vanbýti, tá ið tað ræður um eina so týdningarmikla íløgu. - Vit eru errin av, at vit eru farin undir hesa íløguna, sum er ein íløga í framtíðina og okkara børn. Men tað kenst ikki sørt hugstoytt, tá