VIT møta teimum nærum hvønn dag, fólki, sum renna á vegunum í býnum og uttanfyri býin - fólki, sum hugsa um heilsuna og vilja hava motión. Men hvussu við teimum mongu, og her verður serstakliga hugsað um tey í skúlaaldri, sum ikki hava umstøður at renna! Tað eru eisini hesi, sum teir mongu skúlastjórarnir, ið hava skrivað undir eitt skriv til býráðið, fyrst og fremst hugsa um. Fólkaskúlalógin leggur nevniliga upp til, at næmingar skulu gera meira burtur úr at røra seg, og her er ein rennibreyt ein avgerandi fortreyt.
VIT halda ynskið fyri ikki at siga kravið frá leiðslunum fyri flest allar skúlarnar í býnum vera bæði rímuligt og rætt. Tá tað kortini verður gjørd ein íløga í ein vøll, sum vit eisini taka fult undir við verður gjørd, so má og eigur møguleikin at gera rennibreyt eisini at verða tikin við í verkætlanina nú frá byrjan. Er talan um ein eykakostnað, so mugu myndugleikarnir saman við góðum kreftum útvega tað hetta kostar. Tí er tað rætt her og nú at gera vart við málið, soleiðis at tær neyðugu broytingarnar verða gjørdar. Tað er í tøkum tíma, at hetta hendir, og vit vilja á hesum stað geva stigtakarunum til ynskið um at fáa rennibreyt kring Tórsvøll og teimum mongu skúlaleiðlsunum, ið hava sent skriv til býráðið, okkara fulla stuðul.
VÓNANDI venda politikararnir ikki hesum demokratiska ynski bakið ella bara yppa øksl og siga sum so, at teir einki vilja hava við hetta at gera. Tað er nettup uppgávan hjá politikarunum at lurta eftir fólkaviljanum og eisini serkunnleikanum, sum teir skúlastjórarnir, ið hava ábyrgdina av túsundtals næmingum, umboða. Harvið er ikki sagt, at politikarar og myndugleikar skulu gera tað, sum er fólkaviljin til eina og hvørja tíð, men teir mugu sakliga og vælviljandi viðgera hesi ynski og meta um týdningin av teimum, ikki minst tá talan er um uppvaksandi ættarliðið og tess framtíðarmøguleikar bæði innan ítróttina og á heilsuøkinum annars.










