Javnan er at hoyra, at tað í fjølmiðlunum verður gjørt ov nógv burtur úr Havnini og alt ov lítið burtur úr tí, sum fyriferst úti kring landið. Og plaga miðlarnir oftani at skáka sær undan hesum kritikkinum við at siga, at bæði arbeiðs- og peningaorkan er avmarkað, soleiðis at ein røkkur ikki út í hvørt herðashorn av landinum dag um dag.
Hesin kritikkur er eisini vendur móti Sosialinum, og vil blaðið taka hann til eftirtektar. Blaðið fer tí í næstu viku undir eitt nýtt tiltak: tað er at vitja kring landið og gera blaðið meira sjónligt har. Sum er hevur blaðið blaðfólk á ymsum plássum kring oyggjarnar, men blaðleiðslan heldur ikki, at hetta er nøktandi. Meðan tað verður arbeitt við at byggja upp lokalredaktiónir kring landið verður so farið út um høvuðsstaðin hvørja viku. Í hesum sambandi hevur Sosialurin gjørt eina avtalu við Reyni Service um nýtslu av einum Toyota Avensis bili, sum er vorðin merktur ?Úr Bygd og Bý?.
Blaðfólk og myndafólk frá Sosialinum verða í næstu framtíð at síggja og hitta kring landið. Blaðið sær fegið, at fólk venda sær til blaðið í hesum sambandi. Tikið verður ímóti góðum hugskotum og ráðum.