Beint áðrenn ferð sína til Moskva í fjør boðaði jugoslaviski forsetin ovastu leiðsluni fyri sosialistisku flokkarnar í Serbia til fundar. Seinni vildi ein av luttakarunum vera við, at: »Slobodan Milosevic sýntist sera avslappaður og bjartskygdur. Hann segði, at allir okkara trupulleikar í Kosovo skjótt fóru at verða loystir, men kom við ongari ítøkiligari viðmerking um, hvat hann ætlaði at gera.«
Tann róligi og ónervaði stílurin, hann vísir, tykist heilt órættvorðin, tá ein hugsar um, at hann í roynd og veru hevur tapt trý kríggj í hesum tíggjuáraskeiði, og at hann rætt og slætt hevur koyrt búskapin í landinum á húsagang.
Í 1998 skundaði hann undir vápnaðan uppreistur í Kosovo-landspartinum og fekk NATO at koma við eini álvarsamari hóttan um uppílegging. Tað má uttan iva vera ein óhugnalig støða at vera í. Sterki maður Beograds hevur so at siga gjørt hesa tvørsøgn til sítt lívsbreyð. Tað er einki mætari enn hansara uppskrift upp á at yvirliva.
Við harðari hond
Hann leggur aloftast eitt ómetaliga stórt trýst á alt rundan um seg. Megnaði tann í dag 57 ára gamli kanska ikki at varðveita sítt embætið á vetri í 1996/1997, tá túsundtals serbisk mótstøðufólk í fleiri vikur runnu runt í gøtunum og mótmæltu móti honum ?
Tann kaldi nalvaskoðarin, sum sálarfrøðingurin Zarko Trebjesanin kallar hann, stýrir kreppuni á Balkan við harðari hond.
Hann píndi til dømis 1,8 mió. Kosovo-albanar líka til teir fóru frá einum ikki harðligum uppreistri til vápnaðan uppreistur. Í fjør royndi hann at skunda undir eina nýggja røð av Balkankríggjum, sum kundi leitt lond rundan um, sum t. d. Albania, Makedonia og kanska eisini Bulgaria og Grikkaland við út av eggini.
Fyri vesturlendskar politikkarar er hann ein øðilig marra. Teir vilja gera alt fyri at steðga stríðnum, men vita ikki, hvussu teir skulu fara við hesum manninum, sum eftir teirra tykki svingar aftur og fram frá at vera slaktarin á Balkan til lykilpersónur í friðarsamráðingum.
Snildisliga dregur Milosevic sær gagn av hesum iva. Hann sendir tvískiljandi signal til teir ymisku høvuðsstaðarnar, og setir seg langt afturá í stólinum og fegnast um, at hann aftur hevur fingið so stóran týdning.
Lat eyguni
aftur fyri Kosovo
Fyri hann er kreppan eitt stríð á heimavølli. Kosovo var fyri knøppum tíggju árum síðani springbrettið, sum førdi hann til valdið í Serbia.
Tá var landsparturin enn sjálvstýrandi og Milosevic at kalla ókendur floksformaður fyri serbiska kommunistaflokkin. Hann ákærdi Kosovo-albanar fyri at fremja »demografiskt« folkamorð á serbiska minnilutan í Kosovo, og birti upp undir krígsstemning millum Kosovo-serbar.
»Teatralska« tala hansara um serbiska »heimlandið« Kosovo, har serbar 600 ár frammanundan stríddust nyttuleyst móti turkiskari innrás á Kosovo-slættanum, elvdi til eina tjóðskaparliga bylgju, sum breiddi seg út um alt landið, og sum at enda knústi Jugoslavia.
Tá hann kom til valdið, lovaði hann Kosovo-serbum, at ikki skuldu tey bera ótta fyri nøkrum longur. Hvat hetta bar í sær skuldi skjótt vísa seg.
Sjálvstýrið í Kosovo varð avtikið. Kosovo-albanar í týdningarmiklum størvum vórðu settir úr starvi og illa viðfarnir alla staðni teir komu. Skjótt vóru gøturnar í landspartinum eisini murrandi fullar av alvápnaðum serbiskum løgreglumonnum.
Milosevic gav hesum ikki gætur og vendi sær ístaðin móti Slovenia, Kroatia, Bosnia og gav sær ikki far um trupulleikarnar fyrr enn Kosovo-albanar í 1996 vórðu noyddir út í vápnað stríð. Teir høvdu funnið útav, at Milosevic hevði gloymt teir í Dayton-friðaravtaluni.
Albanska uppreistrarrørslan UCK, sum bert taldi 200 mans tá, framdi álop á serbisku løgregluna. Milosevic kallaði teir yvirgangskroppar og fór eisini við teimum hareftir.
Teir »naivu« amerikumenninir settu einki spurnartekin við hetta brennimerkið. Í byrjanini av 1998 tosaði umboðsmaðurin fyri USA, Robert Gelbard, framvegis um yvirgangsfelagskapin UCK.
Ein øvutur Midas
Tað eyðkennir politikkin hjá Milosevic, at hann í staðin fyri at loysa verandi trupulleikar letur teir búnast til ógvusligar kreppur. Eitt annað eyðkenni er miseydnaða royndin at vinna sær størri vald.
Balkan-serfrøðingar hava longu kallað hann »tann mest úrslitaleysa nationalistin í nýggjari tíð«. Slobodan Milosevic hevur tó ongantíð verið nationalistur og heldur ongantíð kommunistur. Tá hann stríddist um valdið vóru tvær politiskar rørslur í Serbia ? ein kommunistisk og ein nationalistisk.
»Tí gav hann nationalistunum fatan av at hoyra til teir og hinvegin kommunistunum somu fatan,« sigur Milos Vasic, ein politologur úr Beograd.
»Hugsnónum hevur hann ongan áhuga fyri ? hann letur seg í og úr teimum, sum vóru tær T-shirts. Tað snýr seg í hansara føri um vald, hansara vald.«
Srdja Popovic, ein av lestrarfelagunum hjá Milosevic við løgfrøðisligu deildina á universitetinum í Beograd, sum i dag býr í útlegd í New York, hevur eisini eina ávísa meining um Milosevic: »Slobo er á ein hátt ein øvutur kong Midas (grikskur sagnarkongur red.). Meðan hann kundi gera alt tað, hann rørdi við, til gull, so evnar Milosevic at finna fram til veikleikar hjá øðrum og styrkja teir«, sigur Popovic.
Fleiri bosniskir friðarsamráðingarmenn, frá Cyrus Vance til Lord Owen og kanska eisini maðurin aftanfyri Dayton-avtaluna, Richard Holbrook, kenna til hetta. Fyrr ella seinni hava teir allir upplivað hansara beinharða politikk á egnan kropp, og eru ofta farnir av skrivstovuni hjá Milosevic við dálkaðum navni.
Teir hástóru og sjálvglaðu serbisku mótstøðuleiðararnir hava verið enn lættari at manupulera. Eftir framgongdnina hjá mótstøðufelagskapinum Zajednos á várið 1997 hendi nakað, sum hevði við sær álvarsamar fylgjur fyri felagskapin. Teir báðir leiðararnir Vuk Draskovic og Zoran Djindjic høvdu hvør í sínum lagi gjørt avtalur við Milosevic. Eftir hetta var tað lætt hjá Milosevic at seta teir upp ímóti hvørjum øðrum til teirra samgonga datt sundur orsakað av ábreiðslum um svikagerðir. Teir vórðu sostatt báðir sendir út í kuldan.
Missir vald
Sjálvt um hann fer við mótstøðumonnum sínum á raffineraðan hátt, so merkir tað tó ikki, at hann fer at yvirliva Kosovo-kreppuna. Eftir 9 ára vánaligt stýri og fimm ára skilaleyst kríggj eru serbar útlúgvaðir, og teirra búskaparliga og moralska neyðgoymsla fullkomiliga undangingin. Sjálvt um nakrir embætismenn í Beograd framvegis brúka tjóðskaparlig herróp, har Kosovo verður umrøtt sum »heilagt serbiskt land«, so tykjast tílík orð tóm í oyrunum á fólki.
Longu í 1998 var líkasælan so víðfevnd, at sjálvt ikki hóttanir um NATO-luftálop undir heimsmeistaraskapinum í fótbólti kundu steðga serbum í at fylgja fótbóltinum í sjónvarpinum. »Um teir veruliga ætla at bomba okkum, so gera teir tað vónandi í hálvleikinum,« segði ein íbúgvi í Beograd tá. »Kosovo hevur als ongan týdning fyri meg. Milosevic missir tað undir øllum umstøðum, eins og Kraina og Bosnia.«
Hóttan innanífrá
Hundraðtals løgreglufólk valdu at fara úr starvi í 1998 í staðin fyri at stríðast móti albansku mótstøðurørsluni.
»Milosevic fer fyrr ella seinni at luttaka í onkrum friðarsamráðingum og skriva undir eina avtalu aftur fyri eitt herðaklapp,« segði ein fyrrverandi løgreglumaður speiskur í fjør. »Eg ætli mær ikki at enda á óumberuliga deyðalistanum.«
Fátæki og misrøkti herurin er heldur ikki serliga glaður fyri at stríðast ímóti NATO ? sterkasta hernaðarvaldið í heiminum.
Størsti trupulleikin hjá Milosevic er hóttanin frá mótstøðumonnunum um, at hann ikki sleppur óskakaður undan øllum hesa ferð.
Orsakað av langa stríðnum um Kroatia og Bosnia ætlar vesturheimurin at gera skjótari av enn áður. Men tað kann vísa seg at blíva trupult við teimum trupulleikum, sum støðan inniber.
Um landsparturin skuldi blivið sjálvstøðugur, so hevði Makedonia ikki kunnað blivið verandi samlað.Tí heldur vesturheimurin fast við, at Kosovo á ein ella annan hátt skal halda á fram at vera ein partur av rest-Jugoslavia. Hinvegin kunnu tey ikki loyva Milosevic at ræða Kosovo-albanar og noyða tey til rímingar.
Milosevic kennir tvístøðuna og dregur sær gagn av henni. Leggja russar uppí gerst støðan enn meira fløkjaslig og hetta kann hava við sær fleiri hóttanir. Dýrabara sætið hjá forsetanum í Beograd kann tó blíva ótrygt at sita í. Veruligi vandin kemur aloftast innanífrá og ikki uttanífrá. Tað kundi hugsast, at onkur frá hansara innasta skara kundi fingið tað hugskot at koyra hann um koll. Tílíkt hendir vanliga uttan ávaring.
Blá bók
Slobotan Milosevich varð føddur 29. august í 1941 í serbiska Pozarevac.
Foreldur hansara vóru tilflytarar úr Montenegro. Faðirin, ein ortodoksur prestur, rýmdi frá familjuni.
Mamman gjørdi sjálvmorð.
Milosevic hevur lisið løgfrøði og gjørdist limur í kommunistiska flokkinum í 1959. Í 1968 fekk hann eitt leiðandi starv í fyritøkuni Teknogas. Í 1984 kom hann í hægri starv sum kommunistiskur floksformaður í Beograd og í 1987 floksformaður í Serbia.
Í mai 1989 gjørdist Milosevic forseti í Serbia. Eftir at Slovenia og Kroatia blivu sjálvstøðug í juni í 1991, gav hann samveldisherinum boð um at gera atsóknir. Eitt ár seinni fór jugoslaviski herurin inn í Bosnia.
Við friðarsamráðingarnar í Dayton í 1995 hevði Milosevic ein týðandi og uppbyggjandi leiklut. Í 1997 mutraði einræðisharrin serbisku mótstøðuna við stuðuli frá ávikavist løgregluni og snildum framferðarhátti og varð tilnevndur forseti í Jugoslavia.
Milosevic er giftur við komministinum Mirjana Markovic.
Hann hevur tvey børn, sum eiga eina útvarpsstøð. Tey stuðla honum bæði og brúka eisini útvarpið til hetta endamál.