Bispur kærdur fyri kirkjumálaráðnum

Seks føroyskir prestar hava kært bisp fyri Kirkjumálaráðnum

­ Vit kunnu vátta, at vit hava fingið eina kæru yvir Føroya bisp, Hans Jacob Joensen, frá seks føroyskum prestum, var svarið blaðið fekk, tá vit í gjár ringdu til danska Kirkjumálaráðið at fregnast, um Krikjumálaráðið á nakran hátt var komið upp í føroyska kirkjustríðið.


Stórt trýst

Men hóast vit fingu váttað, at klaga er send bispi, so fekk Jens Ulf Jørgensen, ið fæst við føroysk viðurskifti í Kirkjumálaráðnum ikki sagt okkum stórt meira enn hetta. Tó segði hann, at samskiftið millum ávísar føroyskar prestar og Kirkjumálaráðið hevur verið meira enn vanligt seinastu tíðina. Tað kemur næstan dagliga fyri, at ávísir føroyskir prestar ringja til Kirjumálaráðið við hjartasuffum um bisp og støðuna í føroysku kirkjuni.


Kannast gjølla

­ Vit ætla okkum at kanna málið gjølla, og tí kunnu vit ikki koma við teimum heilt stóru viðmerkingunum í hesum máli enn. Bispur skal sjálvandi sleppa til orðanna at verja sína støðu, áðrenn málið verður viðgjørt, sigur ein sera fryntligur Jens Ulf Jørgensen úr danska Kirkjumálaráðnum.

Jens Ulf Jørgensen sigur, at ein partur av málinum er, um deknaguðstænastur skulu metast sum guðstænastur, eins og guðstænasturnar við presti. Hetta er ein serføroyskt fyribrigdi, og tí heldur Jens Ulf Jørgensen, at hetta má kannast gjølla. Ein trupulleiki í føroyska kirkjustríðnum er nevniliga tann, at Peter O. K. Olofson, sóknarprestur, kennir seg troðkaðan burtur, tá bispur sendir annan prest at prædika til eina guðstænastu í sóknini hjá Olofson, har deknaguðstænasta annars skuldi vera hendan ávísa sunnudagin.


Ikki ein kæra

Ein av prestunum, ið hevur skrivað undir skrivið til Krirkjumálaráðið sigur, at talan ikki er um nakra kæru, men um eina frágreiðing og áheitan.

Tað skilst, at brævið til Kirkjumálaráðið líkist nógv brævinum, ið seks prestar sendu bispi í Mars.