lótu vit hurðina upp, og eg minnist væl, at hann sat í einum stóli frammamfyri okkum. Har var myrkt og larmurin frá maskinbyrsunum dundi, men eg sá hann. Og eg minnist, at andlitið var skilt frá kroppinum [...] neyðugt at stuðla herinum í Kili, tí tað kundi gerast neyðugt at taka valdið frá Allende við hermegi. Ein av fremstu ætlanunum hjá USA var, at stjórnin hjá Salvadore Allende ikki mátti sleppa at býta seg [...] trupult hjá Allende at stýra og tann ónøgd, sum fór at vaksa, skuldi vera endabresturin fyri Allende-stjórnina. Umfatandi broytingar Fleiri ivaðust í, hvussu væl Allende fór at tora at gera tær stóru broytingar
endiliga at koma til borðs at fáa mær mat og drekka. Men eg bar meg undan, tí eg hevði so nógv at gera. Eg hevði gjørt avtalu við fólk um at koma í »konsultatiónina«, og ta avtalu ætlaði eg at halda. Eg [...] ikki ber mær til at fara túrin niðan á Skarð eg vildi fegin verið við so ger Hjørdis, dóttir mín, mær tann beina at ganga upp á Skarð og siga nøkur orð, sum eg kundi hugsað mær at borið fram. Tá eg [...] áðrenn brekkuna um sjálvt Skarði, fór mær at bila at ganga, eg orkaði bara ikki. Royndi bæði at ganga og grulva, men onki bar til. Setti meg niður á ein stein og fór at kanna meg sjálvan. Men nei eg hevði
eisini til Edgar og nevndi, at hóast hann visti, at hetta helst var at skjóta spurvar við kanónum, so var dreymurin at fáa teir bestu tónleikararnar í Nashville at koma til Føroya at spæla til eitt tiltak. [...] Nevndi, at eg varð byrjaður at arbeiða við nýggjum løgum við Lenu Anderssen og vit fóru møguliga at royna at gera eina fløgu. "Eg havi ein kjallara her uppi. Har er útgerð.Tit eru vælkomin at brúka tað [...] ikki sørt, at hann hevur hug at smírast. Avgerðin, um at fara at gera fløgu í Nashville við Regin, var púra spontan. "Vit sótu henda eina morgunin og prátaðu um leyst og fast, tá Regin nevndi, at hann gekk
Besta vit starvinum: At arbeiðsuppgávurnar broytast so nógv Ringasta við starvinum: At sita á kontórinum og orðna pappír um ditt og datt Størsti dreymur við starvi: Í løtuni at sleppa at gera flogvøll Størsta [...] Síðan augustmánað havi eg aðru hvørja løtu verið noyddur at bíða, tí onkur arbeiðir við brúnni, men tað einasta sum sær út til at vera hent, er at stórir klossar eru settir mitt á vegin. Og so eru nakrir [...] er so nógvur, at formaðurin má rópa til arbeiðsmenninar. – Nei, nei. Tað ger onki, um hatta verður eitt sindur forskotið. Formaðurin – sum hevur til fremstu uppgávuna at syrgja fyri, at hinir fáa arbeitt
upplýsti á hesum almenna fundinum, at eingin kæra var innkomin. Væl vitandi um, at eg hevði vent mær til hansara persónliga og greitt honum frá, at eg fór at kæra. Eg sat sum áhoyrari til býráðsfund [...] Eisini nevnir skrivið, at kommunan hevur givið Bakkafrost loyvi at leiga alt økið heilt inn móti mínum grundstykki og at byggja í mark - uttan at eg eri kunnaður yvurhøvur. Hvat er at svara slíkum avgerðum [...] eftir, at Tóri hevði nokta fyri at umsitingin hevði móttikið kæru, aftur hesaferð upplýsti Tóri, at ongin kæra var komin. Tóri Højgarrd var eins og restin av býráðslimunum vitandi um, at longu frá
djóragørðum, táið ótti kemur á, og satt at siga, so nágreiniliga eygleiddi eg hann nú heldur ikki. Og er hann so sløvur, dølskur, at hann ikki hevur fingið tað við, tá eigur hann at vera skiftur út umgangandi [...] avfýringarrampuna, búgvin at trýsta á søluknøttarnar. Bráðliga trínur ein gætin berserkur undan væðingini, og brúkar sum borgari sín sjálvsagda demokratiska rætt til at siga, at keisarin er nakin. Sjónarmiðið [...] búskaparfrøðing at siga, at keyparin kann ikki gera annað enn kvettið, um hildið verður fram á verandi kós. Í EuroInvestor og í samrøðu í útvarpinum skírisdag sigur Bárður Nielsen greitt frá, at hann roknar
beinanvegin siga, at tað er mær ein sera fjarur tanki at skriva nakra verjurøðu fyri sheriffin úr Klaksvík, ið av orsøkum, sum eru mær ókendar endaði í sessinum sum fíggjarmálaráðharri, uttan at hava meira [...] og lýðveldi kann gerast drúgv og illgongd leið. Tó einki sum helst er at ivast í, at henda leiðin ikki bert er verd at ganga, men at hon er einasta gongda leið hjá føroysku tjóðini? og uppaftur longri frammi [...] kunnu vit siga, at útjaðaraøkini geva Havnini skuldina fyri alt ilt. Havnin hevur higartil mest sum einsamøll verið vígvøllur fyri arbeiðskampin, higartil bara blokadur. Og hetta hendir hóast at kalla øll
PMS 3005. Gleðiligt er, at tað er hepnast at seta nummur á litirnar, tí tað kunnu verða rættiliga mong frávik í litbrøgdum í hvørjum liti sær. Um fløgg og litir er at siga, at dúkaliturin altíð verður [...] Hentze av Sandi og segði, at á føroyskum segði ein ikki fani um flaggið, men fáni. Rætti málburður hevur nógv at siga enn sum áður. Eg haldi, tað hevði verið eitt gott hugskot at prenta hesar tríggjar ymisku [...] myndir. Ninna Arge Jacobsen (mamma Simma) segði mær, at hon var biðin um at seyma eitt lítið borðflagg, so teir kundu síggja, hvussu flaggið kom at síggja út, áðrenn teir fóru á flaggverksmiðjuna. Hetta
sannføra meg um, at tað var stórur áhugi fyri deildini, fortelur Niels Petersen. Eftir at hann gavst í Miðlahúsinum, fór Niels at skriva á heimasíðuni hjá TB. Tá var tað, at hann í eini roynd at fáa fleiri vitjandi [...] sleppa at vísa, tá eg sigi frá, sigur Niels og leggur so aftrat: – Tað verður tó ongantíð soleiðis, at eg fari at banna og kola, bara fyri at gera tað. Men eg elski tað, sum eg geri, og eg fari at halda [...] tvøramaðurin fór undir at varpa út fótbóltsdystir umvegis heimasíðuna hjá TB. – Hugskotið at varpa út fótbóltsdystir kom í 2001, tá eg var í Danmark. Eg ilskaðist um, at tað var so trupult at frætta nakað úr
eingin visti at siga mær, og eg helt tí, at hann eisini mundi vera farin, og bara eg var eftir á lívi. - Tá eg so hoyrdi hann í útvarpinum, helt eg, at her kundi ikki vera talan um annað enn at fara norður [...] norður at heilsa upp á mannin. - Eg ringdi til hansara, og hann var eisini fegin. Hann segði mær, at hann hevði fingið eitt lítið ljós av, at eg var á lívi. Jógvan Glerfoss hevur síðan í heyst hildið til hjá [...] og hann plagdi Jógvan Glerfoss javnan at práta við í telefon. - Henda dagin í Elduvík tosaðu vit um, hvussu harmiligt tað var, at vit allir tríggir ikki náddu at hittast. Vit vóru so væl. Heimbygd og ættarbygd