Hitt føroyska flaggið

Tey flestu av okkum kenna ivaleyst sangin “Eg minnist í gomlum søgum”, har Rasmus Effersøe í seinasta versi heitir á okkum við hesum orðum: “Latið ei søguna doyggja, goymi hana so væl, í dreingja sinni og moyggja, hon mikið útrætta skal”

Soleiðis ber ikki til at syngja um føroyska flaggið uttan so, at vit seta søguna í fleirtal, tí um flaggið eru fleiri søgur. Hjá dønum er munin lættari, teir syngja bert “om Dannebrog jeg ved, det faldt fra Himlen ned”.

Enn einaferð hava vit hildið flaggdagin á virðiligan hátt við røðum og sangi. Í Tórshavn helt Hans Andrias Sølvará eina sera áhugaverda røðu. Røðan er endurgivin í Sosialinum 1. mai. 29. apríl skrivar Pól á Kletti somuleiðis eina sera áhugaverda grein í Dimmalætting, har hann millum annað endurgevur grein úr Glugganum 1969, har Pauli Dahl greiðir frá flaggsøguni.

Ár 2005 endurgav eg flaggsøguna, ið Emil Joensen skrivaði, og fari eg at endurtaka hesa somu søgu.

 

HITT FØROYSKA KRISTILIGA UNGMANNAFELAG Í KEYPMANNHVAN.

25 ÁRA MINNISRIT 1918 - 7. NOVEMBER 1943

Emil Joensen skrivar soljóðandi: Sunnudagin hin 2. mars 1919 var ein merkisdagur í Føroya søgu. Á hesum degi varð hitt nýggja føroyska krossflaggið víst á føstugangsveitslu Føringafelags í Brohusgade 17. Studentaflaggið hevur tað verið kallað av tí, at tað vóru studentar, sum vóru upphavsmenn til merkisins og skapaðu tað. Høvuðsmenninir vóru stud. jur. Jens Olivur Lisberg og stud. theol. Janus Øssursson. Vit høvdu ofta tosað um, at vit føroyingar í staðin fyri tað gamla veðraflaggið áttu at fáa okkum eitt krossflagg javnbjóðis við hini norðanlandafólk.

So ein dagin komu Jens Lisberg og Janus Øssursson inn á Regensen til mín í góðum hýri, nú skuldi álvara gerast av, og so varð farið at gera útkast til merkisins.

Eg setti meg niður og teknaði á hvítum botni ein reyðan kross við bláum kanti báðu megin við. Hvør kantur var tveir fimtingar av tí reyða. Hetta hildu vit allir vera sera vakurt. Og tá ið vit so fóru at kanna eftir, vísti tað seg, at hetta var einasti møguleiki fyri samanseting av teimum føroysku litunum. Alt annað var longu í brúki av hinum brøðrafólkunum. So varð farið oman í Frederiksberggade til Nordisk Flag og Fanefabrik at bíleggja lítið flagg. Tá ið vit so seinni fingu størri flagg niðan, breiddu vit tað út av Regensvindeyganum.

Íslendingar, ið sóu tað í garðinum, vóru hugtiknir eins og vit, róptu hurra og ynsktu tillukku.

Jens Lisberg og eg vóru báðir nevndarlimir av Føroyingafelag. Og tað varð avgjørt, at lítla merkið skuldi berast fram á veitslufundi Føroyingafelags og vígast føstulávintssunnudag 2. mars.

Í frásøgubók Føroyingafelags skrivaði eg um merkisvígsluna millum annað: “Hetta var merkisfundur í søgu Føroyingafelags, sum her skal sigast frá. Borðreitt var við smurdum breyði og øðrum góðgæti: Formaðurin Johann Hofgaard beyð fólki vera vælkomið, og sungið var føroyskur sangur. Hópur av fólki var nú samankomið. Rasmus Rasmussen, háskúlastjóri, helt talu fyri Føroyum. Andreas Samuelsen, fólkatingslimur, fyri Danmark, og Jóannes Patursson, landstingsmaður, fyri Føroyingafelag. Fleiri sangir vóru sungnir ímillum talurnar.

Tá “Eg oyggar veit” var sungin, steig stud. polyt. Louis Zachariasen fram við einum nýggjum flaggi, bað hann føroyingar nýta hetta merki í staðin fyri veðraflaggið. Tann hvíti liturin skuldi minna okkum um havbrosið og hin reina klár a himin, meðan tann reyði og blái krossurin samansettur av teimum elligomlu føroysku litunum, skuldi minna um skyldskapin við øll hini norðanlandafólk, ið eisini nýta krossflaggið. Kraftiga rungaðu hurrarópini fyri flagginum, og sungin var sangur.

Íslendski stud. theol. Sveinbjørn Høgnason bar Føroyum kvøðu sina og ynskti frændum sínum góða eydnu við hesum merki. Norskur lærari frá Oslo bar heilsu Noregs og úttalaði gleði sína við at vera til staðar. Maria Mikkelsen minti á Sviaríki. At hýrurin var sera góður, kendist bæði á teimum hvøllum hurrarópunum og enn meira á tí megnarsangi, ið borin var av einum sterkum tjóðskaparanda, sum gav góð lyfti fyri framtíðina.

Í bókini stendur ymiskt annað um veitslur og útferðir við flagginum, eisini myndir.

Ninna Arge Jacobsen (mamma Simma) segði mær, at hon var biðin um at seyma eitt lítið borðflagg, so teir kundu síggja, hvussu flaggið kom at síggja út, áðrenn teir fóru á flaggverksmiðjuna. Hetta borðflagg varð givið til Føroya Fornminnissavn og er til sjóndar har.

Samrøða við Ninu Zachariasen, konu Louis Zachariasen, 26-4-1989.

Nina Zachariasen greiddi frá, at Louis hevði eitt føroyskt flagg við sær, tá ið hann flutti heim aftur til Føroyar. Louis segði hetta verða flaggið, ið Kjartan Mohr bar á útferðini í Svøríki. Flaggið varð goymt uppi á loftinum millum burturløgd klæðir. Nina segði, at Louis seinni hevði givið Fróðskaparsetrinum flaggið! Eg skundaði mær at spyrja um flaggið, men á Fróðskaparsetrinum vistu teir einki um nakað flagg.

Ein dagin, nakað seinni, møtti eg Onnu Nolsø, gift við Kaj Nolsø (Anna vaks upp hjá fastur síni Ninu og Louis Zachariasen). Eg spurdi hana tá, um hon visti nakað um eitt føroyskt flagg, ið hevði ligið upp á loftinum. Jú, tað visti hon væl, tí flaggið var heima hjá teimum, tey høvdu júst tosað um, hvat ið tey skuldu gera við flaggið. Eg bað hana geva Fornminnssavninum flaggið til ognar, og hon so gjørdi. Sosatt eru bæði umrøddu fløgg á Føroya Fornminnissavni.

Nina segði seg minnast føroyskt flagg standa á pultinum í Rosenborggade hjá Emil Joensen, har føroyingar komu saman sunnukvøld og hóskvøld. Nina var í Keypmannahavn 1924-1925.

Í Dimmalætting 6. nov. 1998 stóð við feitari yvirskrift: “Føroyska flaggið fær altjóða nummar. Litirnir í flaggi okkara eru framvegis blátt, reytt og hvítt”. Nei, nei og aftur nei, litirnir í flaggi okkara eru hvítt, blátt og reytt. Litnumrini eru á tí fagurreyða PMS 186 og tí azurbláa PMS 3005. Gleðiligt er, at tað er hepnast at seta nummur á litirnar, tí tað kunnu verða rættiliga mong frávik í litbrøgdum í hvørjum liti sær. Um fløgg og litir er at siga, at dúkaliturin altíð verður nevndur fyrst.

Enn eiga vit ongan flaggsang við rættari raðfylgju av litunum.

Hugarensl. Eg minnist meg vera á eini veitslu í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn, helst hevur hetta verið í 1950. Menn tóku orðið, og serliga minnist eg ein eldri mann. Mær er sagt, at navnið var Sigurd á Mýru. Maðurin hevði búð mong ár í Danmark. Hann segði seg fegin vilja geva Føroyingafelagnum ein nýggjan fana. Tá ið Sigurd hevði sett seg, reistist Kjartan Hentze av Sandi og segði, at á føroyskum segði ein ikki fani um flaggið, men fáni. Rætti málburður hevur nógv at siga enn sum áður.

Eg haldi, tað hevði verið eitt gott hugskot at prenta hesar tríggjar ymisku frágreiðingar í eitt lítið hefti, møguliga til skúlabrúk.