Hittinorðaði frásøgumaðurin hjá TB

Triðja árið á rað útvarpar Niels Petersen fótbóltsdystir hjá TB. Tað, sum byrjaði við 50 lurtarum táttar í dag í 1500. – Tað eru merkiliga fá, sum halda, at eg fari út um mark, sigur Niels, sum ikki smæðist fyri at fortelja akkurát hvat hendir á vøllinum

Tey eru mong, ið siga, at Niels Petersen er ímyndin av framgongdini hjá TB. Og tað er ikki heilt skeivt, tí tað hevur bara gingið ein veg hjá aldursforestanum í føroyskum fótbólti síðani 33 ára gamli tvøramaðurin fór undir at varpa út fótbóltsdystir umvegis heimasíðuna hjá TB.

– Hugskotið at varpa út fótbóltsdystir kom í 2001, tá eg var í Danmark. Eg ilskaðist um, at tað var so trupult at frætta nakað úr næstbestu deildini, og eg mátti ringja alla møguliga staðni fyri at fáa at vita, hvat var hent, greiðir Niels Petersen frá um upprunan til TB-varpið.

Hann helt, at hetta mátti fáa eina vend, men gjørdi so ikki meiri við tað tá.


Andy Gray er fyrimyndin

– Í 2007 gjørdist eg so ítróttarskrivari í Miðlahúsinum, har eg valdi at gera nógv burtur úr 1. deild. Tá tosaði eg millum annað við Jann Inga Petersen hjá B68, sum eisini spældi í 1. deild. Hann var av somu sannføring sum eg, og millum annað tað var við til at sannføra meg um, at tað var stórur áhugi fyri deildini, fortelur Niels Petersen.

Eftir at hann gavst í Miðlahúsinum, fór Niels at skriva á heimasíðuni hjá TB. Tá var tað, at hann í eini roynd at fáa fleiri vitjandi til heimasíðuna, gjørdi av at varpa út landskappingardystin millum TB og B68 í seinasta leikumfari í 1. deild tann 3. oktober í 2009. Fyrimynd hansara var Andy Gray, sum ongantíð pakkaði tingini inn sum frásøgumaður í tiltiknu BBC 5 live.

– Soleiðis sum hann kann fáa ein púra vanligan fótbólts so ófatiliga spennandi er fantastiskt, og eg havi altíð droymt um at gjørt tað sama, sigur Niels, ið sanniliga eisini fekk ein elddóp sum frásøgumaður.

– Dysturin endaði 5-4 til TB, og alt gekk púra grassat, minnist Niels, sum tá gjørdi av, at útvarping av heimadystunum hjá TB skuldi gerast fastur táttur.

Fyrsta dystin vóru tað eini hálvthundrað fólk, sum høvdu tendrað TB-varpið. Spakuliga hava fleiri og fleiri klikt á tb.fo, tá Niels sigur frá, og lurtaraskarðin hevur táttað í 1500 fólk. Talan er um tvørafólk, útisetar og sjómenn, har stórur partur absolutt einki tilknýti hevur til TB.

Men hóast tað, smæðist Niels ikki við at siga akkurát tað, sum hann heldur, um tað, ið fer fram á vøllinum.

– Tað eru merkiliga fá, sum halda, at eg fari út um mark. Fótbóltur er eisini eitt spæl um kenslur, og tað má eg eisini sleppa at vísa, tá eg sigi frá, sigur Niels og leggur so aftrat:

– Tað verður tó ongantíð soleiðis, at eg fari at banna og kola, bara fyri at gera tað. Men eg elski tað, sum eg geri, og eg fari at halda áfram til onkur steðgar mær, heldur Niels fyri.


--

CITAT:

Tað verður ongantíð soleiðis, at eg fari at banna og kola, bara fyri at gera tað

--

HEIMA OG ÚTI

Niels Petersen varpar út allar heimadystirnar hjá TB úr einum lastbili við vøllin við Stórá í Trongisvági. Farna sunnudag var hann á Svangaskarði og segði frá, og áður hevur hann verið bæði í Gundadali og Klaksvík við TB-varpinum

Mynd: Annika Eidesgaard